NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Elsuba á Høvdanum 75 ár

6/7/2013

Comments

 
Picture
Tann 14. Juli verður mamma okkara 75 ár og lat meg siga tað beinanvegin, hon er verðins fittasta mamma.  

Sum ung misti hon bæði síni foreldur Símun og Sigrid Andreasen. Tað man hava verið ein sera stórir missur og sjálvir fekk eg ongan møguleika at møta teimum, men nógvar søgur hava eg fingið fortalt frá fólkum ígjøgnum árini og allar hava verið positivar og jaligar fyri teimum báðum. Eg fekk tann heiður, at vera uppkallaður eftir hennara faðir Símun Andreasen, sum var handilsmaður og tað bleiv eisini mín lívsleið og eri eg sera stoltir av at eita eftir hesum
stóra manni, sum eitt skifti var Borgmeistari í Klaksvík.


Mamma er eitt positivt menniskja og hevur eitt sera stórt hjarta. Hon er av tí gamla slagnum, har familjan altíð er í hásætið, alt annað hevur lítið og einki at siga fyri hana. Hevur øll familjan tað gott, so hevur hon tað eisini gott. Hon hevur sera stóra umsorgan fyri allari familjuni, har hon hvønn tann einasta dag ringir til okkum øll og spyr hvussu vit hava tað og um alt stendur væl til. Sigast skal, at hon sum privatpersónur, má vera ein av teimum
heilt stóru kundunum hjá Føroya Tele, tí at tosa í telefon, tað elskar hon.

Mamma er eitt morgunmenniskja burturav og vit hava havt nógvar góðar morgnar saman. Einamest í Klaksvíkar Timburhandli á Stongunum, har vit fýra mamma, pápi, diddan og eg hvønn morgun kl.  umleið 6 ella fyrr, gjørdi
Timburhandilini kláran til viðskiftafólkini og arbeiðsfólkini at koma til og altíð endaðu vit morgunin við at biðja Faðir Vár saman við Útvarpinum og so kundi dagurin gott byrja.

Morgunin er okkara tíð. Minnist væl sum svimjari, har mamma, Oluffa og eg bakaði bollar, gjørdi pleskur, havragrýnskakur og annað, áðrenn eg fór at svimja kl. 06.00, so kunnu til fyristilla tykkum, hvussu tíðliga vit hava verið uppi.


Mamma var ein av Føroya bestu svimjarnum og hevur hon svomið kapp á sjónum fleiri staðni í Føroyum og hevur hon eisini vunnið steyp á Ólavsøku, har hon svam við molan bert íklødd svimjidragt og ikki sum nú, har tey hava
flótidragtir, tað man hava verið sera kált. Eisini hevur hon bjarga einum barni við stóru kaj í Klaksvík, hetta hevur hon fingið eina heiðursnál fyri og mæta skjaldi Pól F. Joensen yrki eina yrking um hana. Nøkur av hennara børnum og ommubørnum hava arva hetta eftir henni  og hvørja ferð vit hava svomu kapp í svimjihøllini í Klaksvík, var hon og hugdi at og heppaði okkum til sigur og mong vóru føroyameistarasteypini, sum vit svomu heim. Tann sum kláraði seg allerbest av okkum øllum, var ommusonurin Kári J. Á Høvdanum, har hann megnaði at svimja seg til heimsmeistaraskapið í svimjing í Italia og tá var mamma sera stolt. 

Tað er so nógv man kann skriva um sína mammu, bæði tá ið vit vóru børn, tannáringar og vaksin, har hon hevur leitt okkum á rættað leið, men eitt er vist, hon hevur altíð stuðla okkum í øllum, sum vit eru farin íholt við, bæði
ítróttarliga, vinnuliga og á annan hátt. 

Hon hevur havt eitt ótrúðligt tol við okkum øll. Tá ið vit vóru tannáringar, var ofta buldrasligt á Jørundsgøtu, men har hava øll verið hjartaliga vælkomin og ofta hava húsini verið full av ungdómum í sera góðum lagi og í verkskapi, har vit hugnaði okkum við sangi og tónleiki og tá  kundi tað henda, at larmurin bleiv so høgur, at mamma talaði at og eftir fleiri ávaringar til okkum, tók mamma um endan og sløkti málarin. Tað segði okkum, at tá var tíðin komin, at vit skuldi fara í dans  og larma víðari har.

Til hendurnar hevur hon eisini verið góð, har hon ígjøgnum øll árini hevur bundið okkum hálvhosur, pannibond, vøttir, skóleistar, troyggir og annað, sum vit hava fingið í jólagávu og føðingardagsgávu. Sjálvt ommubørnini er
sera glað fyri hesar gávur og nú vit skriva um gávur, so hevur mamma  longu fingið bestu føðingardagsgávu og
tað var leygardagin 25. mai í ár, tá ið bróður okkara Petur Hans í skundi bleiv koyrdir til Landssjúkrahúsið og vit øll stóðu hjálparleys og sóu hann stríðast fyri lívinum í fleiri dagar og alt talaði fyri, at hann bleiv tikin í Harrans hendur, men Jesus pápi vildi tað ørvísi og gav okkum tí allerbestu gávuna og tað var at vit sloppu at varðveita Petur
Hans.


Eg vil enda hesa grein við at geva Petur Hans bróður eitt herðaklapp, hvussu stóra umsorgan hann hevur fyri mínum foreldrum og man kann  eisini skriva umvent. Mamma og Petur Hans eru eitt fantastisk par, tey eru altíð saman, har tey koyra biltúrar saman, spæla Gekk saman, keypa inn saman, taka sær av Maverick og Grilluni, man skuldi næstan trúð, at Petur Hans var maðurin hjá mammu, men aftanfyri stendur pápi og tekur sær av øllum, tá ið á stendur.

Hjartaliga tillukku við 75 ára degnum tann 14. juli og góðan byr framyvir og takk fyri alt tú hevur verið fyri okkum
øll.

Vinarligar heilsan

Símun á Høvdanum,
Klaksvík tann 06.07.2013 



Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.