NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Norska ferðamannaskipi Gann liggur í Klaksvík

30/7/2019

Comments

 
Billede
Klokkan 16:20 kom norska ferðamannaskipi Gann á Klaksvík. Teir løgdu við bryggju hjá NFCS, nú kajin er tøk og ongin fiskiskip landa, tí flakavirkið er í summarferiu.

Gann er ikki av teimum heilt stóru ferðamannaskipinum, teir kunnu hava 371 ferðafólk við og er tað 108,6 m langt og 16.5 m breitt.

Tey flestu av ferðafólkunum koma frá Norra og eru tey tilkomin fólk.

Gann liggur í Klaksvík til einaferð í kvøld og tá verður farið víðari á ferðini.

Vælkomin til Klaksvíkar Gann.

SáH

Comments

Ongin endaði í klivanum í Klaksvík

29/7/2019

Comments

 
Billede
​Tað vóru sera nógv fólk í Tórshavn úti Ólavsøkuaftan, veðrið var av tí allerbesta og hevði Politið nógv at gera, men tíbetur var eitt álvarsligt, onkur var komin til at meisla seg, tí tey høvdu fingið ov nógv at drekka. Onkur bleiv koyrdur heim, men ongin endaði í klivanum í Klaksvík.

Politiið takkar samarittunum fyir teirra hjálp og rósar teimum fyri gott arbeiðið.

SáH

Billede
Comments

Annika Olsen ynskir góða Ólavsøku og gott val

29/7/2019

Comments

 
Billede
​Havi sitið á Føroya Løgtingi síðani 2008. Í løtuni eri eg í farloyvi frá mínum løgtingssessi, ti eg siti sum borgarstjóri. Í dag er síðsta skrúðgonga hjá hesum Tinginum, og fái eg tiverri ikki møguleika at ganga hesa síðstu skrúðgongu.

Skrúðgongan hevur altið havt ein heilt serligan týdning fyri meg, har vit uttan politiskan lit ganga i takt og virða okkara aldargamla Ting.

Eftir øllum at døma fer løgmaður at skriva út val i dag. Ongin veit hvør fer at manna okkara komandi løgting, men spennandi verður hvussu myndin verður i komandi skrúðgongum.

Min vón er, at vit fáa eitt gott, siðiligt og konstruktivt valstríð, og at tað verður ein góð manning, ið verður vald við góðum áralagi. Sjálv havi eg tikið avgerð at endurvinna min egna tingsess fyri Fólkaflokkin.

Góða Ólavsøku og gott val

Annika Olsen
Valevnið hjá Fólkaflokkinum til Løgtingsvalið 2019

Her filmsklipp frá KVF, tá ið Ólavsøkan 2019 bleiv sett, klikk her “Ólvasøkan 2019 verður sett”

Comments

Hamranes og Breiðanes landa 200.000 pund til Kósina

25/7/2019

Comments

 
Billede
​

Hamranes og Breiðanes komu til Klaksvík beint eftir klokkan seks í morgun. Deiligt at síggja skip aðrastaðni landa í Klaksvík og tey skulu vera hjartaliga vælkomin.

Teir byrjaði túr tann 18. juli og hava partrola á Munkagrunninum.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og hava teir 200.000 pund mest upsi.

SáH

Comments

Uppboðssøla av veiðirættindum verður í september 2019

23/7/2019

Comments

 
Billede


Upplýsingar um sølurnar síggjast í talvuni niðanfyri:

Dagur             Dagfesting                  Klokka      Fiskaslag          Nøgd

Týsdagur       3. september 2019     12.00       Svartkjaftur       2.450 tons

Mikudagur   4. september 2019     12.00        Norðhavssild     3.313 tons

Dagfesting og klokka merkir seinasta freist at lata boð inn.

Uppboðssølan er afturlatin uppboðssøla.

Vørn er uppboðssøluhaldari. Nærri upplýsing og vegleiðing í sambandi við einstøku sølurnar fáast frá Vørn www.vorn.fo.

Hesar sølur fevna um 1 ára rættindi fyri 2019.

Kunngerðir, um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019, síggjast á www.logir.fo.

Kelda: fisk.fo

SáH

Comments

Partur av Faktorsvegi stongdur frá týsdegnum 23.07.2019

22/7/2019

Comments

 
Billede
​Vegna arbeiði fram við vegnum verður Faktorsvegur, frá Blikksmiðjuni til INN, stongdur frá 23.07.2019 og vikuna út.

Klaksvíkar Kommuna

​SáH

Comments

Latið tey sum hava vandamesta yrki og ringastu sjúkratrygging varðveita sjómannafrádráttin

22/7/2019

Comments

 
Billede


Marita Rasmussen er úti við rívuni umvegis Kringvarpið og lýpur frontalt á skipanina við skattafrádrátti fyri sjófólk, sum hon kallar “kappingaravlagandi” og eftir øllum at døma vil hava avtikna.

Marita Rasmussen og hennara arbeiðsgevari hava sjálvandi rætt til at tala sína søk alment; men hennara úttalilsi gevur høvi til eina stutta viðmerking.

Tann føroyski arbeiðsmarknaðurin man vera “kappingaravlagaður” av heilt øðrum enn tí sindri av skattalætta sum okkara sjófólk fáa. Men fyrst skal staðfestast at hesin frádráttur kom fyri nøkrum árum síðani fyri at demma upp ímóti at ov mong av okkara dugnaligastu sjófólkum leitaðu sær betri hýrur aðrastaðni enn í Føroyum. Hendan tillaging í skattalógini var fullkomiliga neyðug fyri at geva føroyskum fiskiskipum ein kjans at standa seg so dánt í ójavnari kapping móti skipum í Noregi og aðrastaðni. Tað eydnaðist at basa trupulleikanum tá, men hann er ongantíð horvin heilt og hevur lyndi til at stinga seg upp aftur so hvørt umstøðurnar versna umborð á føroyskum skipum.

Skulu vit tosa um hvat sum er “kappingaravlagandi” fyri arbeiðsmarknaðin, má tann viðgerðin víðkast so at atlit verða tikin til øll týðandi viðurskifti í hesum høpi.

Skattafrádrátturin fyri sjófólk pr 1. januvár 2001 var upprunaliga 15 prosent av 500.000 í inntøku, men er seinni minkaður niður í 14 prosent av 470.000. Her skulu vit tó eisini umhugsa at sjófólk hava sjúkra- og arbeiðsloysistryggingar sum yvirhøvur eru at meta sum verri enn tær hjá flestu øðrum lønarbólkum í samfelagnum. Um ein sjómaður má í land vegna sjúku, so fær hann bert 80 prosent av vanligari arbeiðsmannaløn so leingi hann er uppi á landi. Bara fyri at taka eitt dømi, royn og samanber hetta við umstøðurnar hjá eitt nú fulltrúum og ráðgevum í tí almennu fyrisitingini, fyri ikki at tala um teirra stjórar.

Uppboðssølu gjøld eru ein faktuellur skattur sum bert skiparar v/ manning, reiðarí og rættindahavarar gjalda. Nøkur ógvuslig dømi vit hava, vísa at upp til 90,4% av søluvirðinum í sambandi við avreiðing eg farið beint í landskassan.

Harafturat kemur at í Føroyum eru sjófólk einasti samfelagsbólkur sum er farin niður í løn tey seinnu árini, tó at tað er greitt at sjólívið verður roknað sum eitt av heimsins vandamestu yrkjum, har deyðsvandi er til staðar ein stóran part av tíðini. Eisini vísti ein donsk kanning herfyri at sjófólk hava verri heilsu og liva í miðal fimm ár styttri enn kontórfólk og arbeiðsfólk á landið annars.

So latið okkum bara unna okkara sjófólki sámulig kor og tann skattafrádrátt tey framvegis fáa. Her skal eisini havast í mentu at gongdin í tí føroyska fiskiflotanum er einki at rópa hurra fyri í løtuni. Vit síggja hvussu okkara grannalond endurnýggja sínar flotar meðan vit í so máta mestsum hava staðið í stað tey seinastu skjótt 10 árini.

Eg hugsi at vit annars eru samd í tí nógva av tí sum Marita Rasmussen og Arbeiðsgevarafelagið fyrr hava víst á, minnist meg rætt: at tað er ikki skynsamur búskaparpolitikkur at økja um almennar kostnaðir og íløgur í góðum tíðum, tá ið vinnan sjálv veksur og økir um sítt virksemi. Tá er skjótt at búskapurin verður ovurhitaður, sum jú fær avleiðingar, ikki minst fyri arbeiðsmarknaðin. Hinvegin er tað ofta skilagott og neyðugt at lata tað almenna traðka meira til í verri tíðum tá ið vinnan ikki er so væl fyri, soleiðis at búskapurin ikki stagnerar.

Tað er so nógv annað sum kundi verði nevnt her, men eg meti at hendan viðmerkingin eigur at koma frá einum fakfelag sum verjir tey vunnu rættindini hjá tí føroyska sjó/fiskimanninum.

Vegna
Føroya Skipara- & Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð
Formaður

Comments

Kommunala eftirlitið góðkent Spaniastovu-verkætlanina

19/7/2019

Comments

 
Billede
Kommunala Eftirlitið hevur gjørt niðurstøðu í málinum um avrikssáttmálan millum Klaksvíkar kommunu og Spaniastovu, har eftirlitið staðfestir, at kommunali avrikssáttmálin við Spaniastovu hevur heimild í kommunufulltrúini og er í tráð við lóggávuna, og eftirlitið metir ikki, at samanhangur er ímillum stuðulin til Spaniastovu og umleggingina av ungdómshúsinum.

Kommunala Eftirlitið, sum bygnaðarliga er partur av Heilsu- og Innlendismálaráðnum, hevur í skrivi til Klaksvíkar kommunu, dagfest 10. juli 2019, boðað frá sínum niðurstøðum í mun til avrikssáttmálan, sum Klaksvíkar kommuna og Spaniastova hava gjørt til tess at veita borgarunum í kommununi og landinum øllum mentanarupplivingar og framførslur av ymiskum slag.

Í skrivi sínum greiðir Kommunala Eftirlitið millum annað soleiðis frá málinum:

Í greinum á www.nordlysid.fo frá 4.-15. januar 2019 varð róð framundir, at Klaksvíkar kommuna hevur samtykt at stuðla privatari fyritøku, og at avtala varð gjørd við ein kommunalan stovnsleiðara um at fara úr kommunala leiðarastarvinum, samstundis sum býráðið tryggjaði privata felagið hjá fráfarandi stovnsleiðaranum fíggjarliga. Tann 20. februar 2019 sendi Heilsu- og innlendismálaráðið teldupost til Klaksvíkar kommunu og bað kommununa um at lýsa málið og at senda ráðnum øll skjøl í málinum.

Í telduposti tann 3. apríl 2019 sendi kommunan eina lýsing av málinum, har eitt nú greitt verður frá, at talan er um tvey viðurskifti, har annað snýr seg um eina avrikssáttmála við Spaniastovu, meðan hitt var umlegging av ungdómshúsinum, Húsið, sum hevði tørv á nýggjari byrjan.

Í teldupostinum verður upplýst, at kommunan hevur gjørt ein avrikssáttmála við Spaniastovu galdandi fyri 5 ár. Upphæddin í sáttmálanum er ikki føst, men verður ásett árliga við støði í eini eftirmeting av virkseminum.

Klaksvíkar kommuna metir, at stuðulin til Spaniastovu er ein partur av nátúrliga kommunala virkseminum, og at hetta er ein partur av kommunufulltrúnni. Kommunan metir, at Spaniastova hevur týdning fyri mentanarumhvørvið í Klaksvík, og við avrikssáttmálanum rindar kommunan felagnum eina mánaðarliga upphædd fyri at veita eitt ávíst tal av mentanarupplivingum.

Kommunan sendi tann 7. mai 2019 Heilsu- og innlendismálaráðnum øll skjøl í málinum.

Víðari greiðir Kommunala eftirlitið í skrivi sínum frá lógargrundarlagnum og egnum viðmerkingum til málið og tekur síðan at enda soleiðis saman um málið:

Niðurstøða:
Soleiðis sum málið er lýst, metir Heilsu- og innlendismálaráðið, at stuðulin til Spaniastovu hevur heimild í kommunufulltrúnni, og at grundarlag ikki er fyri at halda, at kommunan hevur stuðlað Spaniastovu í stríð við lóggávuna. Soleiðis um málið er lýst er ei heldur grundarlag fyri at halda, at samanhangur er ímillum stuðulin til Spaniastovu og umleggingina av ungdómshúsinum.

Kelda: klaksvík.fo

SáH

Comments

​Nú eru Fólkafloksfólk góð hjá Aksel, nú tað nærkast val

19/7/2019

Comments

 
Billede
Í vikuni hava hópin av Fólkafloksfólkum í Norðoyggjum fingið venneanmodning frá løgmanni Aksel V. Johannesen, har hann biður tey, um at vera vinur við hann á Facebook.

Sindur løgið, tá ið hann alment hevur boða frá, at hann einki vil hava við at gera.

News.fo og Norðoya Portalurin hava fingið fleiri fráboðarnir frá Fólkafloksfólkum í Norðoyggjum, sum halda hatta vera sera ódámligt framferðarháttur av løgmanni, at nú val er fyri framman, at nú eru tey góð nokk, tí játtað tey at gerast vinur við løgmann, so fær man hópin av valgreinum frá honum, men tað hava Fólkafloksfólk als ikki áhuga í, tí hvør tímir at vera vinur við ein á Facebook, sum als einki vil hava nakað við tey at gera.

Man kundi spurt løgmann, hvat hann ætlar við hesum? og hví Norðoyingar bert eru góðir at fáa sum vinir, tá ið val er fyri framman ella fjórða hvørt ár?

SáH

Billede
Sjúrðaberg, eitt snotuligt skip, sum ikki er í flotanum meira....
Comments

Útholað dagaskipan hjá bátum undir 15 tons

18/7/2019

Comments

 
Billede
Verandi fiskidagaskipan fyri bátar undir 15 tons er farin púrasta av sporinum, og tað er beint nú ið trupulleikarnir gerast sjónligir, at vit mugu fáa argumentatiónina fram, um at hendan skipan má eftirhyggjast í síni heild.

Øll vita tað, men ongin vil siga tað!
Ein fiskidagur er ikki bara ein fiskidagur. Tá menn fara á flot, og fáa so mikið lítið at teir ikki tíma at avreiða tann dagin, so leggja teir tveir ella tríggjar dagar saman. Og hetta telur bara fyri ein fiskidag. Tí er verandi skipan við døgum fyri útróðrarbátarnar púra útholað og óbrúkilig. Helst er veruliga talið av brúktum fiskidøgum hjá útróðrarflotanum eini tvær ferðir so stórt sum tølini vísa. Grundin til at vit hava eina dagaskipan má verða, tí at vit ynskja at regulera veiðutrýstið á grunnarnar.

Vit mugu tó fyrst og fremst taka atlit til teir sum virka undir hesi skipan, bæði teir sum eru útróðrarmenn burturav, og teir sum hava útróður sum seinna beinið at standa á, menn sum eru komnir uppí árini, og brúka hetta til at halda seg og síni omanfyri vatnskorpuna.

Eisini eiga vit at gera greiðan skilnað millum snelluveiðu og línuveiðu.
Øll vilja vit, at tað skal bera til hjá útróðrarmonnum at liva at at verða útróðrarmenn. Hesir hava sera nógvar avmarkingar teir renna seg í, og serliga eru tað veður, vindur og streymur sum avmarkar teir í sínum arbeiði. Afturat hesum hava teir sveiggj í fiskiskapinum yvir ár at stríðast við, samstundis sum ávísar tíðir á árinum ikki eru góðar til fisk. Harafturat koma tær stongdu leiðirnar, serliga gýtingarleiðirnar á vári.

Hesir útróðrarmenn hava tí brúk fyri at sleppa at veiða frítt alt árið, so teir kunnu laga sær raksturin til, uttan at skula taka hædd fyri at onkur annar fiskar teirra dagar undan teimum. So mugu vit onnur góðtaka, at teir fáa nógv burturúr tá nógvur fiskiskapur er, eins og teir mugu góðtaka at inntøkan er lág tá lítið av fiski er til.

Hinir útróðrarmenninir sum brúka útróðurin til hjáinntøku afturat eini pensión ella annað, mugu eisini eftir mínum tykki hava eina skipan sum tryggjar, at tað ber til hjá teimum at avreiða. Heldur enn at leggja dagar á teir, eiga vit at lata teir sleppa at veiða frítt, um inntøka teirra frá øðrum skipanum er undir eitt ávíst, tí tað skal altíð løna seg at gera ein eyka innsats, og harvið kanska spara landinum útreiðslur aftur í hinum endanum. Skal man avmarka teirra veiðu, so er betri at avmarka nøgdirnar ella avreiðingarvirðið heldur enn við dagatali.

So eru tað teir sum rógva út millum túrar og menn við stórum inntøkum. Tað liggur mær langt frá at avmarka fólk í teirra roynd at vinna sær eitt oyra eyka. Men her kundi møguliga ein dagaavmarking verið gagnlig, sum tó eigur at verða oyramarkað til hvønn bátin sær, og ikki olympiskt fiskarí, sum vit hava í dag.
Treytirnar fyri at verða fullrikin útróðrarbátur, má eisini verða munandi linari fyri teir sum brúka snellu burturav, hetta tí at veiða við snellu vísir seg søguliga at geva minni brutto enn veiða við línu.

Samanumtikið skulu vit í komandi samgonguskeiði laga tað soleiðis, at skipanin við fiskidøgum hjá útróðrarbátunum verður endurskoða, soleiðis at hvør einstakur bátur sleppur at leggja sín rakstur til rættis, og at teir sleppa at fiska meðan fiskur er á grunnunum.

Fólkaflokkurin hevur altíð staðið við lið fiskimansins, og tað koma vit eisini at gera í komandi skeiði.

Brandur Sandoy, valevni Fólkafloksins

Billede
Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.