NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Borðoyavík skal ruddast

18/7/2019

Comments

 
Billede
Í næstum byrjar arbeiðið at útstykkja ídnaðarøkið Undir Hamri, men áðrenn tað kann byrja, skal merkta økið vera ruddað.

Tí verður heitt á eigarar av bátum og øðrum lutum, sum standa á merkta økinum við bátahylin í Borðoyavík, um at flyta teir av økinum aðren 31. juli. Lutir, sum framvegis eru á økinum eftir 31. juli 2019, verða burturbeindir fyri eigarans rokning.

Tað er J & K Petersen sum fer at útstykkja teir 15.000 fermetrarnar fyri Klaksvíkar kommunu, umframt eisini at tilgerða umstøðurnar kring bátahylin og í mun til ljós-, parkerings- og ferðsluviðurskifti. Arbeiðið vantast at byrja 1. august.

Kelda: Klaksvík

SáH

Billede
Comments

Nýggjur stjóri á Landsverki

18/7/2019

Comments

 
Billede
​Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Heðin Mortensen, hevur í dag sett Sigurd Leifsson Lamhauge sum stjóra á Landsverki.

19 umsøkjarar vóru til starvið, og Sigurd Leifsson Lamhauge er ein av trimum umsøkjarum, hvør við sínum serligu styrkjum og førleikum, sum ein samd setanarnevnd mælti landsstýrismanninum til at seta.

Sigurd Leifsson Lamhauge er útbúgvin verkfrøðingur og Master of Science í management. Hann hevur áður arbeitt eitt skifti á Landsverki, og hevur annars drúgvar starvsroyndir sum verkætlanarleiðari av bæði verklags- og byggiverkætlanum í stórum føroyskum og útlendskum fyritøkum.

Stjórin á Landsverki vísir til Samferðslumálaráðið, og hann hevur evstu ábyrgd av Landsverki. Hann skal serliga tryggja, at Landsverk er tilvitað um góðsku, lógarkrøv og tilfeingi, og er sinnað støðugt at menna sínar arbeiðshættir í samsvari við nýggj krøv og avbjóðingar.

Á Landsverki starvast nógv dugnalig fakfólk við dyggari servitan um ymisku ábyrgdarøkini, og við førleika at virka við sjálvstøðugari, fakligari ábyrgd. Uppgávan hjá nýggja stjóranum verður tí fyrst og fremst at leiða og menna Landsverk sum stovn, at vera virkin í mun til politisku-fyrisitingarligu leiðsluna og at vera andlit stovnsins úteftir.

Nýggi stjórin hevur tann bundna setning, at hann fyrsta árið skal stjórna stovninum, samstundis sum hann ger neyðugar tillagingar, og broytir stovnin til nútíðar tørv, leiðslu- og fyrisitingarhugburð, og tryggjar og styrkir álitið á stovnin, bæði innanhýsis, millum manna og í mun til politisku skipanina.

Hetta fevnir eisini um at endurhugsa tilverugrundarlagið hjá stovninum.

Støða skal takast til hvørjar uppgávur stovnurin skal loysa, og hvussu tær skulu loysast. Eisini skal støða takast til hvørjar førleikar, ið krevjast á stovninum, og hvussu Landsverk fær sum mest burtur úr teimum.

Ein frágreiðing um hesi viðurskifti skal leggjast fyri landsstýrismannin í samferðslumálum, í seinasta lagi á vári 2020.

Inneftir skal stjórin ganga á odda í at skapa eina felags mentan við greiðum leiðslutilgongdum og heildarfatan í tænastum, og millum annað tryggja, at politiskar avgerðir verða framdar í verki, og at stovnurin gevur politiska myndugleikanum og samstarvandi aðalráðum røttu amboðini og vitanina at raðfesta við og at taka avgerðir.

Við 150 starvsfólkum, og fjøltáttaðum virksemi, sum í orðsins sanna týdningi røkkur út í hvønn krók í landinum, telist Landsverk millum størstu og týdningarmestu stovnar landsins. Tað var tí eitt krav, at nýggi stjórin skuldi hava yvirskipaðan hugburð til rakstur og tilvit um leiðslu, og hann skuldi megna, við stórari orku og áræði, at ganga natúrliga á odda fyri at taka avbjóðingina at endurhugsa og seta Landsverk inn í ein nútíðar samfelagbygnað.

Sigurd Leifsson Lamhauge er valdur, tí at hann umframt at lúka formligu førleikakrøvini, hugsar strategiskt á einum praktiskum støði. Hann hevur víst, at hann hevur dirvi at skera ígjøgnum og taka tær avgerðir og fremja atgerðir, ið eru neyðugar, uttan drál, og tí at hann í leiðsluhugburði leggur dent á opið samskifti og hugburðsbroyting, og soleiðis megnar at skapa sær fylgiskap og myndugleika at sláa ígjøgnum á ein skipaðan, úrslitasøknan og menniskjaligan hátt.

Eg haldi, at vit við Sigurdi Leifssyni Lamhauge fáa ein mann við nógvum førleikum, royndum og dygdum, sum eg vænti fara at koma honum og landinum væl við í nýggja starvinum”, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sum ynskir Sigurdi Leifssyni Lamhauge alt tað besta og hepna hond í nýggja starvinum.

Kelda: smr.fo

SáH

Comments

Aksel, Høgni og Poul stungið útróðarmennirnar í ryggin

17/7/2019

Comments

 
Billede
Útróðrarmennirnir undir 15 tons í bólki 5B eru í dýrastu neyð, men ístaðinfyri at loysa trupuleikan, so hava Aksel, Høgni pg Poul stungið útróðarmennirnar í ryggin. Her skrivar útróðarmaðurin Sigmund Andreasen sína hjartans meining á Facebook:

“Eg má aftur skriva um mína ónøgd, spurningur til KVF hava tykkara journalistar fingi mundkurv? Man bíðar spentur eftir hvørjari tíðindasending, meðan allir smábátar liggja vælbundnir við kaj og fáa ikki loyvið at dríva lønandi fiskarí, tosa um royndir frá Magnus Heinason, hví ikki tosa við allir teir sum bjóða seg fram nú val liggur fyri framman so fólkið veit hvar krossurin skal setast, alt er so tyst so tyst? Minnir meg um tey komunistisku londini, hvar teir í stjørna bestemma hvat fólkið skal hoyra? Og hetta skal alt fólkið gjalda við tvang fyri vanaligt👎”

Sigmund Andreasen, tann 17.07.2019

Símun á Høvdanum: Ja, KVF arbeiðir bert fyri samgonguna. Tosaði við ein høgan í Løgtingsskrivuni fyri góðum árið síðani og segði hann, at um hendan samgongan tapti valið, so segði hann upp umgangandi, tí Løgmaður og Løgtingsskrivstovan hava ongantíð fingið meira frið frá høvuðsstaðarpressuni sum í hesari tingsetuni, tað var eitt helviti at arbeiða á Løgtingsskrivstovuni, tá ið Fólkaflokkurin og Sambandi vóru í samgongu, tá rann KVF eftir teimum dag og nátt, reint út sagt segði hann, at tað var ein ordilig heksajakt, nú er alt friður og ongin gerð nakað, soleiðis er støðan Sigmund Andreasen, verri skil. Ja, hetta líkist politikkinum í Kina.

SáH

Billede
Mynd Sigmund Andreasen
Comments

Skipamyndir tiknar tann 15.07.2019

15/7/2019

Comments

 
Billede
Nakrar myndir tiknar av skipum í Klaksvík tann 15.07.2019, sjá niðanfyri.

SáH

Comments

Sonja J. Jógvansdóttir stillar ikki uppaftur

13/7/2019

Comments

 
Billede
Sonja J. Jógvansdóttir hevur avgjørt ikki at stilla uppaftur og hetta skrivar hon á sín Facebook vanga í gjár:

“TAKK FYRI HESAFERÐ!
Hvønn morgun, tá eg vakni og eri á veg niður av loftinum, er tað fyrsta, sum møtir mær hesar báðar myndirnar, eg havi fingið frá Annlis.

Myndirnar eru ein daglig áminning um at stríðast fyri tí góða og at hava kærleikan við í øllum tí eg geri. Tær eru eisini ein áminning um at brúka tað vald, ein fær sum politikkari til at gera gott fyri onnur, og at vera nakað fyri onnur.

Tað havi eg roynt hesi undanfarnu árini á politiska víðvøllinum. Sum við øllum, so hevur sumt eydnast væl, meðan annað hevur ikki fingið undirtøku í løgtinginum. Soleiðis eru spælireglarnar í politikki, og hevur tað verið bæði læruríkt og gevandi. Eg eri ómetaliga takksom fyri at hava fingið møguleika at verið í politikki.

Eg havi seinastu árini lagt nógv fyri, tí eg havi viljað verið trúføst móti míni hugsjón, og tí eg fór til val uppá, og tað hevur m.a. havt við sær, at eg segði flokkinum, sum hevur verið mítt politiska heim síðan eg var 14 ára gomul, farvæl. Hetta var ein røtt avgerð.

Vit politikkarar fáa 4. hvørt ár møguleika at endurskoða og umhugsa okkara støðu, og eg havi brúkt seinastu tíðina at hugsa meg væl um, og eri komin til ta niðurstøðu, at eg ikki stilli upp aftur til løgtingið, nú val verður aftur.

Avgerðin um ikki at stilla upp er persónlig og av privatum orsøkum. Eg vil fegin hava meira tíð og orku til míni nærmastu, og gleði meg at fara til verka í fakfelagsrørsluni, sum er mítt næsta heim.

Eg fari framvegis at stríðast fyri einum samfelag, har ongi børn liva í fátækradømi, har minnilutabólkar fáa javnbjóðis rættindi, har øll hava tak yvir høvdið, og at vit eru eitt samfelag fyri tey, sum allarmest hava brúk fyri tí. Tað verður bara ikki í løgtinginum. Vit kunnu øll gera mun, har vit eru, og vit kunnu øll verða við til at menna og broyta hetta samfelagið. Um vit bert eru nóg nógv, sum vilja tað sama, so er onki ómøguligt!

Takk til øll tykkum eg havi hitt á leiðini hesi 4 árini. Takk fyri dystirnar tit á høgra vonginum og takk til tykkum mongu, sum hava stuðlað á ymiskan hátt.”


Sonja J. Jógvansdóttir

Comments

​Klaksvíkar Kommuna var við á Gibraltar

13/7/2019

Comments

 
Billede
​Við blandaðum veðri millum vælkendan landsynning og veruligt suðurlendskt veðurlag vórðu Oyggjaleikirnir settir í gongd seinasta vikuskiftið.

Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini, umboðaði Klaksvíkar kommunu á Oyggjaleikunum á Gibraltar, har hon serliga hevur fylgt við luttakarunum úr okkara øki. Hon var ikki einsamøll, tí einir 60 norðoyingar vóru komnir at fylgja við leikunum, haðani lóttókur vit í judo, frælsum ítrótti, badminton, kurvabólti og svimjing.

Hæddarpunktið var í judo-høllini, har Maiken Bringsberg vann bronsu í kappingini fyri kvinnur, sum viga minni enn 52 kg. Dystirnir hjá henni vóru sera tættir, og kenslurnar vóru uttan á hjá teimum flestu, tá hon í tveimum førum avgjørdi dystir til sín fyrimun, tá tíðin í grundini var farin.

Sunnudagin varð ein partur av degnum brúktur á nýgjørda økinum til frælsan ítrótt, har millum onnur Julian Gregersen, Maria Biskopstø og Oddvør Josephsen runnu innleiðandi og vóru sera stutt frá finaluplássum. Fylgt var eisini við liðkappingini í badminton, har Lena Maria Joensen er partur av hópinum, sum í sunnudagin vann seg víðari til hálvfinaluna og í løtuni stríðist fyri einum bronsuheiðursmerki í dysti ímóti liðnum av Man.

Umstøðurnar á Gibraltar vóru sum heild góðar, hóast onkrir leikvallir vóru merktir av at hava nógv ár á baki og onkrir ikki eru heilt lidnir. Tað er lítið at ivast í, at fleiri kappingar á einum komandi Oyggjaleikum í Føroyum, kundu verið spældar í Klaksvík, bæði tá hugsað verður um verandi umstøður og útbyggingini av ítróttarøkinum sum heild við rennibreyt, nýggjum vølli og betran av verandi umstøðum.

Kelda: klaksvík.fo

SáH

Comments

​Myndir á kajkantinum í dag 12. juli 2019

12/7/2019

Comments

 
Billede
Var og heilsaði uppá manningina hjá Stakkavík ídag og vóru teir allir í góðum lag, nú teir fara at taka sær av løttum, tí báturin ferð á beding.

Stjórin á NFCS kom eisini at heilsa uppá og skiparin á Klakki var eisini á kajuni.

Her nakrar myndir:

​SáH

Comments

​Hvussu er við okkara umhvørvispolitikki í Norðoyggjum?

11/7/2019

Comments

 
Billede
​Nú mest sum allir fjørðirnir í Norðoyggjum vera brúktir til at ala laks á, so er stóru spurningurin, hvussu er við okkara umhvørvið? Hava vit nakran umhvørvispolitikk yvirhøvur? og kunnu feløg aðrastaðni frá dálka alt okkara umhvørvið? Hava politikkarnir her norðuri nakað meining um okkara umhvørvið? ella er alt farið í pengar og vit øll skíta reint út sagt á okkara umhvørvið her norðuri?

Her ein grein skrivað tann 9. apríl 2019 í Dagbladet í Norra og hon er sera áhugaverd og eg haldi vit øll skulu lesa hana, klikk her “Oppdrettsnæringen er en tikkende bombe”

SáH

Billede
Comments

Snellan oyðir ongan fisk

10/7/2019

Comments

 
Billede
Skilaleysa skerjingin seinastu árini, har man framm eftir fummum yvir ein kamb hevur máað meiri og meiri burtur av fiskidagatalinum, kemur nú aftur um brekku.

Snellufiskiskapur og útróður sum heild við bátum undir 15 tons avmarkar seg sjálvt, tí veður og streymur avmarkar royndina við hesum smáu førum sera nógv.

Líka so knappliga sum fiskurin kom aftur hesuferð, líka so knappliga kann hann fara aftur av grunnunum. Tí ræður um at fiska meðan fiskur er.

Tað er ikki við fiski sum at fara til handils, har altíð nokk er av ymsu vørunum at fáa. Fiskur hevur stert, og flytir seg hagar føðin er.

Fiskurin kemur og ferð, og tað er ein rættulig fragd fyri eygað í hesum døgum at síggja menn koma aftur at landi við nógvum fiski.

Ikki bara er summarfiskiskapurin hjá tilkomnum monnum eitt eyka íkast til húsarhaldið. Hetta heldur eisini lív í havnaløgum, skapar trivnað millum menn og kanska eisini eitt sindur av kapping.

Nú árið er hálvrunnið endar hetta við at øll før verða løgd, og helst eisini skjótt teir sum reka útróður burturav í bólki A.
Hetta má ein loysn finnast uppá.

Trupulleikin er tann, at meðan ongin fiskur hevur verið til, hevur man avmarkað dagarnar alt alt ov nógv.

Tí koma vit í Fólkaflokkinum beinavegin valið hevur verið, at leggja uppskot fyri Tingið um at fáa stillað dagatalið soleiðis at gjørligt verður at fiska, meðan fiskur er á grunninum. 
Hetta gera vit um landsstýrið, sum stríðist sítt stríð við at halda frí, ikki tekur sær um reiggj beinavegin.

Brandur Sandoy
Valevni Folkafloksins

Comments

Fiskidagarnir í bólki 5B eru uppi

10/7/2019

Comments

 
Billede
Vørn skal boða frá, at fiskidagarnir í bólki 5B eru uppi.

Tað vóru tillutaðir 3.552 dagar til bólk 5B í ár, sbrt. § 4 í kunngerð nr. 76 frá 22. mai 2019, um treytir fyri fiskiloyvi 5A og 5B og reglur um býtið av fiskidagatalinum í bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons.

Vørn skal tí boða frá, at fiskiskapurin í bólki 5B skal steðga beinanvegin.

Kunngerðin kann finnast her.

SáH

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.