NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Listið A vann, men tapti álíkavæl

28/11/2013

Comments

 
Picture
Tað sum hendir í politikki, hendir eisini innan kirkjugátt. Har fólk, sum eru vald á einum lista, hoppa yvir á listan hjá hinum, so fólk, sum hava valt hetta valevni, føla seg væl og viruliga tikin við buksinum niðri. Hetta hendi mikukvøldið, tá ið Kirkjuráðið bleiv skipa í Klaksvík.


Eitt valevni frá lista A, stemmaði saman við lista B og tískil bleiv Øssur Kjølbro valdur til formann og ikki Ísak Mikladal, sum fekk nógv flestar atkvøður, heili 94 stemmur og sum eisini var á vinnandi listanum lista A, sum fekk 5 nevndarsessin, ímeðan listið fekk 4 nevndarsessir og sjálvsagt átti listið A formannin.

Øssur Kjølbro fekk 67 stemmur og fekk næstflestar atkvøður á lista B, Jóhan Henriksen var toppskorðarin við 69 stemmur. Øssur fekk eisini minni stemmur enn nr. 2 á lista A, sum gjørdist Jacobina Heinesen, sum fekk 71 atkvøður, so her ruggar ikki alt rætt.

Ikki nokk við tað, at Ísak ikki bleiv formaður, hann fekk heldur ongan nevndarpost.

Ikki sørt, at ein gerst vónsvikin av tílíkum atburið, har vit øll á lista A stóðu saman (var sjálvir uppstillaður) og fingu nógv fólk at velja A listan, men so hendir tílíkt eftir valið, har ein hoppa frá og kann gera akkurát, tað henni listir.

Ísak Mikladal hevur gjørt eitt sera stórt arbeiðið innan Christianskirkjuni seinastu mongu árini og hevur eisini verið kirkjuverji, hatta hevði Ísak betur uppiborið.

Hesi blivu vald inn í nýggja Kirkjuráðið í Klaksvík mikukvøldið:
 

Øssur Kjølbro , formaður
Jacobina Heinesen, næstformaður og kirkjuverji
Jógvan Ravnsfjall, skrivari
Petur Jaacob Langaard, kassameistari
Ísak Mikladal
Jórun Høgnesen
Hans Michael í Mittúni
Maria Olsen
Jóhann Hendriksen


Eisini eru báðir sóknarprestarnir fastir limir í Kirkjuráðnum.

SáH






Comments

Gadus er farin at sigla heim

27/11/2013

Comments

 
PictureGadus
Gadus er akkurát farin at sigla heim.

Teir hava umleið 700 tons inni og væntandi vera teir í Klaksvík mánadagin tann 2. desember.

Hesin túrurin hevur verið longri enn hinir undanfarnu, men tað er gloymt júst nú, tí nú rokni eg við at manningin og tey heima, gleða seg nógv til at síggjast aftur og at halda jól saman heima.

Væntandi verður farið nýggjan túr einaferð ímillum jól og nýttár.

Vit ynskja Gadus eina góða heimferð.

SáH


Comments

Totalt Langt Úti í Norðurlandahúsinum

23/11/2013

Comments

 
Picture
Ígjár varð Jógvan á Høvdanum (yngri) signeraði teknirøðina hjá sær í Norðurlandahúsinum. Rættiliga nógv fólk vóru komin til tiltakið Bókadagar í NLH og eisini varð pláss fyri teknirøðini Totalt Langt Úti.

Tiltakið varð ókeypis og mong super góð tilboð vóru at fáa leygardagin - meiri fæst at vita um tiltakið við at fara inn á heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo

Sum vera man, so endar tiltakið sunnudagin (í dag)

NP

Comments

Sangløta í Christianskirkjuni íkvøld

20/11/2013

Comments

 
Picture
Í sambandi við útgávu av bókini “Føroysk Sálmaløg” við løgum eftir Knút Olsen
til sálmar og týðingar eftir Petur J. Sigvardsen verður sangløta í
Christianskirkjuni mikukvøldið 20.11.2013 kl. 19.30. 

Kórið í Christianskirkjuni fer at framføra 2 løg úr nýggja savninum. 

Kórið fer eisini at seta sín dám á sangløtuna annars – nakrir felagssangir
vera úr savninum, har kórið syngur saman við kirkjuliðnum. Kórið framførir
eisini eitt lag sum præludium saman við Kára Bæk, sum fer at spæla Obo til lagið
– og postludium saman við kirkjuliði og urguni - .


 Døtur Knúts, Jensina, Estrid og Anna Maria framføra eisini nøkur av nýggju løgunum. 

Andras Sólstein og Heri Jacobsen koma at luttaka við hornblástri. 

Knút Olsen og Petur J. Sigvardsen koma at greiða frá útgávuni, umframt at vit eisini fáa nøkur orð við á vegnum frá Hanus á Gørðum. 

Kaffi verður aftaná í kirkjukjallaranum – verið hjartaliga vælkomin.


Comments

Kavamyndir 19. november

18/11/2013

Comments

 
Picture
Vakurt veður ímorgun. Hesar myndirnar eru tiknar Millum Hjalla í Klaksvík, sjá niðanfyri.

SáH

Comments

Kavamyndir tann 18. november

18/11/2013

Comments

 
Picture
18. november byrjaði vakurt, har kavin datt spakuliga niður, men kl. 12.00 brast veðrið á og tað var ikki koyrandi runt Føroya land. Fleiri smávegis ferðsluóhapp vóru og ein sjúkrabilur frá Klaksvík, sum var á veg til Havnar, rendi á reyvina á einum lastbilið, men tíbetur hendi ongin fólkaskaðið.
Karl Johansen løgreglumaður  fór í Útvarp Føroya og heitti á bilførarnar, um ikki at koyra í hesum veðrinum, tí man sá ikki fra um nøsina.

Einir tveir tímar seinni, bleiv veðrið nógv betur, men tá frysti allir vegirnir til og teir bilarnir, sum ikki vóru væl skøddir, stóðu fastur og kundi ikki koma fram og tað stóðst trafikkproppar av hesum, so samanumtikið ein buldrasligur 18. november fyri okkum bilførarar. Her myndir frá degnum ígjár, sjá niðanfyri:

SáH

Comments

Jólasølan á Verkstaðnum á Brekku ídag!!!!

15/11/2013

Comments

 
Picture
Jólasølan hjá okkum á Verkstaðnum á Brekku verður ídag leygardagin tann 16. november frá kl. 10.00 - 16.00.

Møguleiki verður eisini at keypa sær ein drekkamunn við onkrum afturvið.

Øll skulla vera hjartaliga vælkomin.

Vinarliga heilsan

Verkstaðið á Brekku

Comments

Ísland - Kroatia á Rás1

15/11/2013

Comments

 
Picture
Kl. 18.25 er ein undansending til HM dystinum ímillum Ísland - Kroatia og dysturin byrjar kl. 19.00

Ísland hevur ongantíð verið so tætt við at koma við til eitt heimsmeistaraskap sum íkvøld. Vinna teir dystin, so hava teir eitt gott útgangstøðið til dystin týskvøldið í Kroatia.

Sjálvandi halda vit øll við Ísland íkvøld. Dysturin kann síggjast í Maverick, sum letur upp íkvøld kl. 18.00.

 SáH


Comments

Føroya svakasta teknirøð á prent!

15/11/2013

Comments

 
Picture
 Føroya svakasta teknirøð er farin til prentingar og gongur sum ætlað, so er liðugt at prenta 20. november. 

Teknirøðin er teknað av teknaranum Jógvan á Høvdanum (yngra) sum hevur teknað svakar teknirøðir líka síðan hann varð smádrongur. Teknirøðin er hesaferð í farvum og er 52 síður. Seinast Jógvan gav eina teknirøð út varð í ár 2000 og tá varð teknirøðin ikki í farvum.

Sjálvur heldur Jógvan, at hetta er hansara meistaraverk og at ein ikki kann lata vera við at keypa (kanska) Føroya besta kummulesnað. Við í blaðnum er eisini ein plakat, sum ein kann hanga upp í kamaranum hjá sær.

Onnur ting eru eisini í blaðnum - eitt nú kanst tú lesa ymiskar skemtingarsamar greinar, sum eru frá veruleikanum - men mest av øllum so eru tað tær svøku & skemtingarsomu  teknirøðirnar hjá Jógvan á Høvdanum (yngra) sum vera at síggja í blaðnum.

Blaðið fæst til keyps í næstu viku á (nærum) øllum Magn støðum og Bókahandlum kring Føroya land og kemur at kosta einans 50 kr.

NP

Comments

Bungurnar á Bøgøtu helst ólógligar?

14/11/2013

Comments

 
PictureBungur uttanfyri Rúsuna og Klaksvíkar Timburhandil
Bungurnar á Bøgøtu, sum eru uttanfyri Rúsuna og Klaksvíkar Timburhandil eru møguliga ólógligar?

Nógv bleiv tosað áðrenn valið, at nú skuldi fáast skil á allar bungurnar runt Klaksvíkingina, men enn er ongin blivin koyrdar burtur, men nú frættist, at Klaksvíkar Kommuna verður noytt til, at koyra bungurnar uttanfyri Rúsuna og Klaksvíkar Timburhandil burtur.

Hetta tí, at løgreglan, brandbilar og sjúkrabilarnir ikki skula hava nakrar forðingar á vegnum, tá ið teir koyra útrikking frá Klaksvík og úr býnum, tí tað skal altíð vera ein farleið tøk, har ongar forðingar eru, so teir sleppa á ólukkustaðið skjótast gjørligt.

Tískil verður Klaksvíkar Kommmuna noytt at koyra tær bungurnar burtur. Vónandi verður ikki stoppa har, tí har eru nógvar bungur, sum eisini átti at verið koyrdar burtur, eitt nú tann norðasta á Jørundsgøtu, sum einki endamál hevur. Hon er alt ov høg og bilarnir botna í heilum, man kundi spurt, hví tann bungar er júst har?. Livst so spyrst.

SáH



.



  

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.