Teir hava umleið 700 tons inni og væntandi vera teir í Klaksvík mánadagin tann 2. desember.
Hesin túrurin hevur verið longri enn hinir undanfarnu, men tað er gloymt júst nú, tí nú rokni eg við at manningin og tey heima, gleða seg nógv til at síggjast aftur og at halda jól saman heima.
Væntandi verður farið nýggjan túr einaferð ímillum jól og nýttár.
Vit ynskja Gadus eina góða heimferð.
SáH