NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Tíðaravmarkað undantaksloyvi givið til taðing

31/1/2022

Comments

 
Picture
Klaksvíkar kommuna gav 27. jan. 2022 Útistovuhaga v. Oddmar Gullaksen tíðaravmarkað undantaksloyvi at taða á matr.nr. 1649a fram til 7 feb. 2022.

Undantaksloyvið er givið við heimild í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing. Víst verður til §6, stk. 3, har stendur, at kommunan kann í serligum førum geva einum ábyrgdara tíðaravmarkað undantaksloyvi til at taða.

Undantaksloyvið er givið við teirri treyt, at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.

Klaksvíkar býráð 27. januar 2022

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​526 tilburðir í gjár og nú eru 4760 smittað, 4 innløgd og 18 deyð við korona

31/1/2022

Comments

 
Picture
Í gjár vóru 526 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

2092 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4760 smittað við korona, fýra eru innløgd við korona, eingin innlagdur vegna korona, og 18 eru deyð við korona í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri

Comments

​Fiskivinnan: Meting fyri viku 5, 2022

31/1/2022

Comments

 
Picture
Línuskip. Trý ísfiskalínuskip er undir Føroyum, tey landa møguliga síðst í vikuni, ella fyrst í aðru viku. Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum og tvey við Ísland.

Útróður: Streymurin verður harður, og veðri verður umskiftandi alla vikuni. so tað verður vantandi ikki nógv av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Ein er til fiskarí eystanfyri.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí, tey eru øll nýliga byrja túr. so tey landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Fiskiskapurin er ikki góður

Trolbátar: Allir liggja við bryggju.

Garnaskip: Eitt garnaskip er norðanfyri og fiskar svartkalva, og eitt er sunnanfyri og fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Tey landa mánadagin.

Fiskamarknaður Føroyar

Comments

​486 tilburðir í gjár og 4759 smittað, 4 innløgd og 18 deyð við korona

30/1/2022

Comments

 
Picture
Í gjár vóru 486 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

2187 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4759 smittað við korona, fýra eru innløgd við korona, eingin innlagdur vegna korona, og 18 eru deyð við korona í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri

Comments

​575 tilburðir í gjár og nú eru 4791 smittað, 1 innlagdur og 18 deyð við korona

29/1/2022

Comments

 
Picture
Í gjár vóru 575 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

2496 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4791 smittað við korona, ein er innlagdur við korona, eingin innlagdur vegna korona, og 18 eru deyð við korona í Føroyum.

Heilsamálaráðið og Føroya Landsstýri

Comments

Stormurin Malik hevur rakt Føroyar og rakar Danmark um nakrar tímar

29/1/2022

Comments

 
PictureVeðurkort Windy klokkan 09:15 í morgun tann 29.01.2022
Tað verður gjørt nógv burtur úr storminum Malik í Danmark og tey fyrireika seg nú av øllum alvi til at møta Malik.

Tíðindasendingar biðja fólk vera varin og taka alt leyst upp og væntandi rakar hon Danmark um miðdagsleitið í dag og Malik hasar ikki av aftur fyrrenn sunnumorgunin.

Hetta verður ein av teimum haraðastu storminum í Danmark í 4-5 ár verður boðað frá. Væntandi vera nógvir skaðar á hús og annað og nógv trøð fara um koll í nógva vindinum og tað kann eisini leiða til at vegir og annað verður stongt.

Lat okkum vóna at tað ikki verður so ringt og ansi nú væl eftir tykkum í Danmark.

​SáH

Comments

Norðoya Bátafelag latið hølini upp í Klaksvík

29/1/2022

Comments

 
PictureNevndin í Norðoya Bátafelag: Janus á Tjaldrafløtti, Jóhanna Hansen, Karl Olgar Joensen, Marni Isaksen og Sigmar Høgnesen
Klokkan 15:00 í dag lat Norðoya Bátafelag hølini upp á Roykivirkinum.

Nógv fólk vóru samankomin og helt Jóhanna Hansen, forkvinna í Norðoya Bátafelag røðu og takkaði Rasmussen familjuni fyri vælvild at tey eru sloppin inn í hølini á Roykivirkinum, eisini takkaði hon Klaksvíkar Kommunu fyri góðan stuðul og góðan samspælari og takkaði hon serliga Atla Justinussen formann í Havnanevndini og Jóhannu Christiansen forkvinna í Mentanevndini fyri gott samstarv, hoyr taluni herundir.

Atli S. Justinussen segði eisini nøkur orð og takkaði hann eisini Norðoya Bátafelag fyri gott samstarv og segði hann, at 1 millión eru avsettar til at fara í gongd við eitt nýtt bátahús í Klaksvík og gav hann Norðoya Bátafelag 10.000,00 kr. í gávu frá Klaksvíkar Kommunu og tað var forkvinnan sera glað fyri.

Eisini bátafólk frá Tórshavn vóru komin norður at heilsa uppá og aftaná var høvi hjá fólkunum at tekna seg sum lim í Norðoya Bátafelag og tað vóru fleiri sum gjørdu tað.

Ein sera hugnalig løta í snotuligu nýggju hølinum hjá Norðoya Bátafelag. Tillukku við hølinum.

​Í nevndini í Norðoya Bátafelag sita:
Jóhanna Hansen, forkvinna
Karl Olgar Joensen, næstformaður
Sigmar Høgnesen, skrivari
Janus á Tjaldrafløtti, kassameistari
Marni Isaksen, nevndarlimur
​
SáH

Comments

Útróðrarbátarnir høvdu 37.000 pund í dag

28/1/2022

Comments

 
Picture
​Nakrar av okkara útróðrarbátum vóru til útróðrar í dag. Teir royndu við línu eystanfyri og norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 37.058 tilsamans, tað mesta var hýsa og toskur.

Bestir í dag gjørdist Norðsøki, teir høvdu 10.432 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 7.550 pund hýsa, 2.596 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá sølurnar herundir.

Landa bleiv í Klaksvík og Hvannasundi.

SáH

BRANDUR – ( KG 557 )
HVANNASUNDS HAVN-28-01-2022   2.758
STAKKAVÍK – ( KG 748 )NFCS-28-01-2022   1.793
KALLANES – ( FD 590 )SJÓGÆTI-28-01-2022   3.790
SLÆTNATINDUR – ( FD1053 )NFCS-28-01-2022   1.430
NORÐSØKI – ( KG 538 )NFCS-28-01-2022   5.216
LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS-28-01-2022   3.542

Comments

​Landsstýrið hevur latið 500.000 kr. í neyðhjálp til Armenia og Nagorno-Karabakh økið

28/1/2022

Comments

 
Picture
Landsstýrið hevur latið 500.000 kr. í neyðhjálp til neyðstødd í Armenia og Nagorno-Karabakh økinum gjøgnum felagsskapin Mission10forty.

Endamálið við neyðhjálpini frá landsstýrinum er at veita vetrarhjálp (klæðir, hitaovnar o.l, bjálving, hurðar, vindeygu, bøta taklekar o.l.) til familjur, ið hava størstan tørv á hjálp. Harumframt fer partur av neyðhjálpini til at byggja eitt hús at hýsa familjum, ið eru vorðnar heimleysar orsaka av stríðnum.

Ófriður hevur leingi valdað á markinum millum Armenia og Aserbadjan, og í umstrídda Nagorno-Karabakh. Nagorno-Karabakh er eisini eitt av fátækastu økjum har um leiðir og vandi er fyri, at fleiri ikki klára at hóra undan, nú veturin herjar. Orsaka av stríðnum í Nagorno-Karabakh eru nógv vorðin heimleys og børn foreldraleys. Tørvurin á hjálp er tí stórur og serliga hjá børnum og ungum. Vegna stríðið eru flestu hjálparfelagsskapir farnir úr økinum, og í løtuni virka bara tveir hjálparfelagsskapir har, har Mission10forty er sjálvur annar.

Mission10forty er danskur hjálparfelagsskapur, ið hevur røtur í hjálparfelagsskapinum MissionØst, ið m.a. hevur virkað í Armenia í 30 ár. Felagsskapurin hevur tí drúgvar royndir í økinum og samstarvar við lokalar felagsskapir og myndugleikar.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

Comments

Semja við Fysioterapeutfelag Føroya og Ergoterapeutfelagið

28/1/2022

Comments

 
Picture
Semja er í dag gjørd millum Fysioterapeutfelag Føroya og Ergoterapeutfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin um nýggjan sáttmála fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober í 2020 til tann 1. januar 2023.

Semjan hevur við sær, at lønirnar hækka 2,05% 1. januar og 1,25% 1. oktober í 2021. Tann 1. januar 2022 lækkar eftirlønargjaldið úr 15,8% niður í 15%, og samstundis verður skalagongdin og harvið endalønin broytt.

Aðrar tillagingar av sáttmálanum eru eisini avtalaðar.

Fíggjarmálaráðið

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.