NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Uppskot um sorgarfarloyvi sent til ummælis

28/1/2022

Comments

 
Picture
Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, hevur sent eitt lógaruppskot til ummælis, sum hevur til endamáls at veita foreldrum rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, um barn yngri enn 18 ár doyr, ella um barnið er deyðføtt.

Løgtingið hevur áður heitt á landsstýrið um at bera so í bandi, at foreldur, sum koma í hesa ringast hugsandi støðuna, skulu fáa møguleikan at syrgja, uttan at skula hugsa um at blíva sjúkrameldað, søkja um dagpening ella, at arbeiðsgevarin verður álagdur at rinda løn í langa tíð.

“Vit mugu sum samfelag geva foreldrum tíð og umstøður at syrgja”, sigur Sólvit E. Nolsø, sum væntar, at broytingin fer at vera ein hjálp hjá foreldrum í eini lívskreppu.
Sambært uppskotinum fara foreldrini at fáa rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku upp til umleið 25.500 kr. um mánaðin, og endurgjaldið kann veitast í 6 mánaðir í part. Gongst sum ætlað, kemur broytingin í gildi 1. januar 2023.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur og javning) sæst  HER

Almannamálaráðið

Comments

​Skipan við dagpengum vegna sjúku orsakað av COVID-19 er longd til 15. februar

28/1/2022

Comments

 
Picture
Løgtingið hevur einmælt samtykt, at løgtingslógin um dagpening vegna sjúku í sambandi við COVID-19 skal halda fram til og við 15. februar. Lógin, sum hevur virkað í útvið tvey ár, var annars sett at fara úr gildi 1. februar 2022, men Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, legði fyrr í vikuni eitt uppskot fyri Løgtingið, um at leingja gildistíðina til 15. februar 2022.

Lóggávan er nú í samsvar við ætlanirnar hjá landsstýrinum, at Føroya fólk kann koma aftur til ein vanligan gerandisdag. Tann 15. februar verða tilmælini um sóttarhald broytt soleiðis, at bert tey, sum eru smittað, skulu í sóttarhald. Samstundis fara serligu COVID-19 ásetingarnar í dagpengalógini úr gildi. Tey, sum aftaná 15. februar verða smittað við COVID-19, verða tá fevnd av vanligum reglum um dagpening ella løn undir sjúku.

Almannamálaráðið

Comments

Næstan javnstøða í Klaksvíkar Býráð

28/1/2022

Comments

 
PictureBorgmeistarin sær væl nøgdur út at hava 5 kvinnur sitandi frammanfyri sær á Býráðsfundinum í gjárskvøldið.
Kringvarp Føroya og aðrir Portalar í Føroyar gjørdi fyri nøkrum vikum síðani sera nógv burtur úr at ongin javnstøða er í Føroyum, tá ið tosað verður um politikk og reint út sagt rakkaði tey Fólkaflokkin niður, men í Klaksvíkar Býráð var næstan javnstøða á býráðsfundinum í gjárskvøldið.

Hevði Símun á Høvdanum ikki møtt upp, so hevði tað verið fleiri kvinnur enn menn á býráðsfundinum í gjárskvøldið, tí so hevði Herfrí Sørensen komi inn og hevði tað verið 6 kvinnur og 5 menn og tað hevði verið fyrsti ferð at tað hevði hent.  Í gjárskvøldið vóru tað 5 kvinnur og 6 menn. Tær vóru Gunvá við Keldu, Signhild V. Johannesen, Jóhanna Christiansen, Beinta Klakkstein og Annika S. Biskopstø.

Comments

​636 tilburðir í gjár og nú eru 4832 smittað, 2 innløgd og 18 deyð við korona

28/1/2022

Comments

 
Picture
​636 tilburðir í gjár og nú eru 4832 smittað, 2 innløgd og 18 deyð við korona

Í gjár vóru 636 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

2981 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4832 smittað við korona, tvey eru innløgd vegna korona, og 18 eru deyð við korona í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri

Comments

Varpa bleiv orð á Varpið á Býráðsfundinum í kvøld

27/1/2022

Comments

 
PictureJa, her stendur tað svart upp á hvítt, Varpið er upptikið og maðurin til høgru eigur navni. Mynd tikin í Klaksvíkar Kommunu í kvøld, Jóhanna Christiansen tók myndina og gita hvørjari nevnd hon er forkvinna í?
Sjálvandi bleiv varpa ljós á orðið Varpið á Býráðsfundinum í kvøld, nú Símun á Høvdanum var kallaður inn til Býráðsfundin, vegna tað at Oddmar á Lakjuni hevði forfall.

Tummas Lervig prikaði eitt sindur við orðinum um grønu loysnina til nýggja mentanunarhúsinum í Klaksvík, sum hann kallaði Varpið og hann fekk sjálvandi eina viðmerking frá Símun, um navni er Varpið á nýggja mentunarhúsinum? og um Klaksvíkar Kommuna hevði fingið loyvið at brúka navni Varpið.

Annars hevur ikki verið hoyrt so nógv um tað málið í seinastu, um navnið á nýggja mentanurnarhúsinum verður Varpið ella ikki? og um Klaksvíkar Kommuna broytir navni til eitt annað hóskandi navn og sum eisini er meira staðkent, tí Varpið er also ikki við posthúshjørninum, men tað er á økinum har Býráðshúsini eru.

Annars eru fólk í Klaksvíkar Kommunu ikki serliga at sær komin, tí sjálv tey hava kallað eitt fundarhølið í KK fyri Varpið og sum ein Býráðspolittikkari segði við meg, hetta er rættað staðsetingin av navninum Varpið og rætt hevði hann.

Fundurin var sera friðaligur, tað vóru mest umsitingarlig mál á skránni, so ongin dramatikkur á fundinum í kvøld.

Comments

Annika S. Biskopstø ferð í farloyvið og Rógvi Jacobsen tekur hennara sess

27/1/2022

Comments

 
Picture
Frá 1. februar ferð Annika S. Biskopstø í farloyvið, hon er sett til at eiga um góðar 2. vikur og væntandi tekur hon sessin aftur í Klaksvíkar Býráð í juni í ár.

Hetta var næsta punkt á skránni í kvøld og tað bleiv einmælt samtykt at Rógv Jacobsen skuldi røkja býráðsarbeiðið hjá henni til hon kemur aftur.

Býráðslimi berst frá at røkja býráðsarbeiðið í meira enn samfullar 14 dagar (Annika S. Biskopstø)

Annika S. Biskopstø, býráðslimur vald fyri Tjóðveldið, hevur boðað frá, at henni berst frá at røkja býráðsarbeiðið í nakrar mánaðir fram frá 1. februar at rokna. Næstvaldur á vallistanum er Rógvi Jacobsen.

Hetta skrivar Kommunustýrislógin:
• Kommunustýrislógin, § 18, stk. 2 og stk. 3:
Stk. 2. Berst kommunustýrislimi væntandi frá at røkja starv sítt í meira enn 14 samfullar dagar vegna annað alment starv, heilsustøðu ella aðra lógliga orsøk, skal viðkomandi boða borgarstjóranum frá, og borgarstjórin skal síðani geva tiltakslimi fundarboð.
Stk. 3. Kommunustýrið ger av, um treytirnar fyri innkallan av tiltakslimi eru loknar.
• § 6 í Reglugerð fyri innkalling av varalimum í býráðið og føstu nevndir býráðsins, samtykt av býráðnum 22.03.2011, § 6:
Um býráðslimur fær forfall … í eitt tíðarskeið, sum er longri enn 2 mánaðar, tekur næsti persónur á viðkomandi vallista sæti bæði í býráðnum og sum limur/varalimur í teimum [býráðs]nevndum, har býráðslimurin, sum fer í farloyvi, er limur/varalimur.

Spennandi verður at fylgja Rógva Jacobsen, hvørja ávirkan hann kann gera í Klaksvíkar Býráð, hann er nevnliga sonur ein borgmeistara, Steimbjørn A. Jacobsen.

SáH

Comments

Líðhamar hevði 8.000 pund í dag

27/1/2022

Comments

 
Picture​Norðsøki landar til NFCS, har Sjúrður Josphsen lossar og Líðhamar á veg inn. Mynd tikin klokkan 10:40 í morgun tann 27.01.2022
Líðhamar kom aftur frá útróðrið klokkan 10:40 í dag. Teir hava roynt við línu eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 8.030 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 5.400 pund hýsa, 2.600 toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa verður til NFCS.

SáH

​LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS-27-01-2022   4.015

Comments

Norðsøki hevði 7.000 pund í dag

27/1/2022

Comments

 
Picture​Norðsøki, mynd tikin í morgun klokkan 9:54 tann 27-01-2022
Norðsøki kom aftur frá útróðrið nú klokkan 09:54 í dag. Teir hava roynt við línu eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 7.010 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 6.000 pund hýsa, 900 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa verður júst nú til NFCS.

SáH

NORÐSØKI – ( KG 538 )NFCS-27-01-2022   3.505

Comments

Ársins fyrsti býráðsfundur í dag kl. 17:30

27/1/2022

Comments

 
Picture
Fyrsti býráðsfundurin í ár verður í kvøld 27. januar kl. 17.30.

Regluligu býráðsfundirnir eru almennir, og til ber eisini at stroyma fundin beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu. 

Skráin fyri fundin sæst her: Býráðsskráin 27. januar 2022.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

766 tilburðir í gjár og nú eru 4730 smittað, 0 innløgd og 18 deyð við korona

27/1/2022

Comments

 
Picture
Í gjár vóru 766 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

3889 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4730 smittað við korona, eingin er innlagdur vegna ella við korona, og 18 eru deyð við korona í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri

Picture
Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.