Løgtingið hevur áður heitt á landsstýrið um at bera so í bandi, at foreldur, sum koma í hesa ringast hugsandi støðuna, skulu fáa møguleikan at syrgja, uttan at skula hugsa um at blíva sjúkrameldað, søkja um dagpening ella, at arbeiðsgevarin verður álagdur at rinda løn í langa tíð.
“Vit mugu sum samfelag geva foreldrum tíð og umstøður at syrgja”, sigur Sólvit E. Nolsø, sum væntar, at broytingin fer at vera ein hjálp hjá foreldrum í eini lívskreppu.
Sambært uppskotinum fara foreldrini at fáa rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku upp til umleið 25.500 kr. um mánaðin, og endurgjaldið kann veitast í 6 mánaðir í part. Gongst sum ætlað, kemur broytingin í gildi 1. januar 2023.
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur og javning) sæst HER
Almannamálaráðið