Av teimum 22.087 tryggingartakarunum, sum høvdu valrætt, valdu 7.431 at atkvøða, svarandi til eina valluttøku á 34 %.
18 blivu vald inn og flest atkvøður fekk Tóra við Keldu frá Klaksvík. Her tey sum blivu vald inn og teirra stemmur.
SáH
Uppteljingin av umboðsráðsvalinum hjá Ognarfelagnum Tryggingatakaranna 2020 er nú liðug. Av teimum 22.087 tryggingartakarunum, sum høvdu valrætt, valdu 7.431 at atkvøða, svarandi til eina valluttøku á 34 %. 18 blivu vald inn og flest atkvøður fekk Tóra við Keldu frá Klaksvík. Her tey sum blivu vald inn og teirra stemmur. SáH Árliga fiskikappingin hjá skúlaskipinum hevur verið í dag. Bátarnir komu aftur klokkan 17:00 og klokkan 18:15 var úrslitið klárt.
Tað var báturin Malla, sum gjørdist nummar eitt, við vóru Hans Edmund Jospehsen og Ólavur Gaard. Nummar tvey gjørdist báturin Norðan við Petur J. Svøðstein og abbasonurin og nummar trý gjørdist báturin Húshamar við John Erik Sirdal og Jørgin Olsen. Størsta fiskin fekk Malla eisini og tað var ein upsi sum var 104 cm langur. Her myndir frá Fiskikappingini tann 26.09.2020:
Árliga fiskikappingin hjá skúlaskipinum hevur verið í dag. Bátarnir komu aftur klokkan 17:00 og klokkan 18:15 var úrslitið klárt.
Tað var báturin Malla, sum gjørdist nummar eitt, við vóru Hans Edmund Jospehsen og Ólavur. Nummar tvey gjørdist báturin Norðan við Petur J. Svøðstein og abbasonurin og nummar trý gjørdist báturin Húshamar við John Erik Sirdal og Jørgin Olsen. Størsta fiskin fekk Malla eisini og tað var ein upsi sum var 104 cm langur. Her úrslitið: Malla 390,3 kilo Norðan 292,6 kilo Húshamar 289,3 kilo Aftur í ár vóru sera flottir vinningarnir lætnir: Nr. 1: Tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Føroya Sjómannadagur) Nr. 2: Tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum) Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: Dragin KG 212) Størsti fiskur: Gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: Føroya Sjómannadagur) Harumframt var lutakast millum allar luttakarar, har vinnarin fekk ein gávukekk á 2.000 kr. (Stuðul: Garpar) Tilsaman bleiv fiska fyri umleið 6.000 pund og landa verður til Fiskamarknaðin Føroyar og ferð pengingurin áskerdur til skúlaskipið Dragin. Her filmsklipp og myndir frá ídag, sjá herundir. SáH
Fyrrapartin í dag var hátíðarhald Úti í grøv. Hátíðarhaldið var í samband við, at tað í ár eru 40 ár síðan fyrstu trøðini vóru gróðursett í viðarlundini. Veðrið var av tí fagrasta og nógv fólk høvdu leitað sær til hugaligu løtuna í grøvini. Á skránni vóru røður frá Jógvan Skorheim, borgarstjóra, Asbjørn Lómaklett, fyrrverandi býráðslimi, og Jóhan Mortensen, formanni í skógfriðingarnevndin.
Her endurgeva vit røðuna hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra. Góðan dagin øll somul ”Livet forstås baglæns, men må leves forlæns” er eitt orðafelli, sum flest tykkara mugu hava hoyrt. Hetta rann fyri meg, tá eg fór at hugsa um, hvørjar tankar fólk mugu hava gjørt sær, tá ið fyrstu trøini í 1980 vóru gróðursett her úti í Grøv. Sum menniskju, so hava vit ofta trupult við at síggja fyri okkum, hvussu ein verkætlan í framtíðini fer at síggja út. Vit halda kanska, at hugskotið er gott, men orkan sum skal leggjast í at fremja verkætlanina, og fokus, sum áhaldandi má vera til staðar, kann verða avbjóðandi. Tí kann tað eisini verða trupult, at gleðast um nakað, sum vit ikki vita hvat er, ella, sum vit eru ótolin eftir at uppliva. Men tíbetur eru altíð onkrar eldsálir, sum leggja nógv fyri at fáa verkætlanir at bera á mál. Hans Jacob Joensen, sum var abbi okkara núverandi býargartnara Hans Hjalta Skaale, brendi veruliga fyri dreyminum um eina viðarlund. Hann var miðvísur og raskur sum fáur, og tí eri eg sannførdur um, at hann hevði verið ógvuliga errin á hesum hátíðardegi, nú 40 ár eru liðin síðani fyrsta træið varð plantað. Hann hevði heilt sikkurt ikki bert fegnast um egið avrik, men eisini fyri alt arbeiðið, sum Hans Hjalti hevur ment víðari, sum býargartnari. Tí hetta økið er í dag ikki bert ein viðarlund. Hetta er eitt økið við nógvum ógvuliga ymiskum søgum. Sjálvur havi eg nógvar ymiskar upplivingar her úti í Grøv. Eg minnist, tá eg gekk í 6. flokki, og vit saman við skúlaflokkinum skuldu gróðurseta okkara egna træ úti í Grøv. Tað var sjálvandi ikki ogn hjá okkum, men eg minnist, at ein hvítur tráður við einum merki, har tað stóð Skorheim á, varð krøkt rundan um træið. Eg fekk veruliga eina ognarkenslu, tí eg minnist, at eg fleiri ferð gekk út í viðarlundina omanfyri vegin fyri at fylgja við, hvussu træið vaks. Eg eri sannførdur um, at hetta átakið hevur verið við til at fáa okkum børn at virða viðarlundina á ein heilt serligan hátt. Tað er ongin loyna, at viðarlundin úti í Grøv er ein sonn náttúruperla. Tað uppliva vit serliga um summarið, tá ið ferðafólk og borgarar í býnum í hópatali vitja úti í Grøv. Friður, áartutl og vøkru litirnir hava eisini gjøgnum árini gjørt hetta staðið til eitt tað mest avmyndaði plássið, tá ið tað kemur til brúðarmyndir. Ikki bara hjá norðoyingum. Eg minnist, tá ið eg nýliga var blivin borgarstjóri, at eitt fyrikomandi útlendskt par kom inn í kommununa, har tey spurdu, um borgarstjórin kundi gifta tey úti í Grøv. Tað varð ein heilt serlig løta. Og man ikki ein vøkur brúðarmynd av økinum her hanga á vegginum hjá teimum heima í Norra. Eg kann ímynda mær tað ???? *** ”Livet forstås baglæns, men må leves forlæns”! Tað ger seg kanska serliga galdandi, tá ið unga ættarliðið undrandi kann spyrja, um tað er satt, at ein svimjihylur er úti í Grøv. Tá ið nýggi bygningurin í Fjallafípuni í fjør varð tikin í nýtslu, so fortaldi eg børnunum, at tað júst er í svimjihylinum úti í Grøv, at ommurnar og abbarnir hava lært at svimja. Eg fortaldi teimum, at vatnið í svimjihøllini er á leið 25 hitastig, men, at tá onkur tá í tíðini fann útav, at vatnið úti í Grøv varð 12 hitastig, so skundaðu tey sær at siga øllum hinum frá, og so tuskaðu øll út í Grøv at svimja. Tað hildu tey vera rættiliga imponerandi. Á hendan hátt kunnu vit fáa okkara unga ættarlið at skilja, hvussu lívið úti í Grøv eisini hevur verið, men tað er avgjørt eisini okkara uppgáva, at halda teimum til, soleiðis at tey framhaldandi kunnu skapa sínar egnu søgur og upplivingar, sum eg vóni altíð fara at taka støðið í tí sum var. Á hendan hátt fáa vit víst virðing fyri tí sum var, men geva samstundis pláss til nýggj ævintýr og nýggjar upplivingar úti í Grøv. *** Tað kann vera trupult at síggja heildarmyndina fyri sær, tá økið er stórt og tómt og endaliga úrslitið ikki fyriliggur, men eg haldi, at vit skulu brúka dagin í dag til at minna okkum á, hvussu eitt úrslit kann koma at síggja út, um viljin, hugurin og áhaldni er í fokus. Hjartaliga til lukku til øll tykkum, sum á ein ella annan hátt hava verið við til at myndað viðarlundina úti í Grøv. Ein serlig tøkk skal sjálvandi verða til tín, Hans Hjalti, sum vegna kommununa, og saman við tínum starvsfólkum, hevur syrgt fyri, at viðarlundin er tann náttúruperlan, sum vit kenna hana í dag. Hjartaliga til lukku! Takk fyri! Kelda: Klaksvík.fo SáH Í ár eru 40 ár síðani fyrstu trøðini vóru gróðursett í viðarlundini Úti í Grøv. Í hesum sambandi verður skipað fyri eini hugnaligari hátíðarløtu í viðarlundini leygardagin 26. september. Tiltakið verður frá kl. 10.00 til 12.00. Øll sum koma, kunnu fáa sær eitt træ heim við. Klokkan 11.00 verða røður og felagssangur. Kaffi og okkurt søtt verður bæði til børn og vaksin. (Vit minnast til Koronatilmalini.) Í skrivi frá Klaksvíkar Kommunu dagfest 14. september 1979 til Skógfriðingarnevndina varð sagt frá, at býráðið hevði samtykt at skógfriða Grøvina og lendið omanfyri. Fyrsta stigið var, at hegna økið av, hetta arbeiðið stóð Lions Club fyri, teir gjørdu eisini nýggja brúgv um Gravará. Í 1980 vóru so fyrstu trøini gróðursett, undir leiðslu av landsskógarvørðinum. Hans Jacob Joensen, sum seinni bleiv býargartnari, var við frá fyrsta degi. Viðarlundin Úti í Grøv verður væl vitjað av fólki í øllum aldri og tað er gleðiligt, heldur Hans Hjalti Skaale býargartnari. Um summarið er serliga nógv fólk at síggja Úti í Grøv, millum annað tá barnagarðar vitja og teir góðu summardagarnar. Hugtakandi er at síggja tá næmingar frá Tekniska Skúla, flestir í føroyskum klæðum, fáa prógv handaði í viðarlundini. Planta eitt træ Í mong ár hevur átakið “Planta eitt træ” verið føst siðvenja í samband við umhvørvisvikuna. Hetta tiltakið varð tíverri útsett vegna covid-19, men nú verður møguleiki at ogna sær eitt træ við heim, tá hátíðarløtan verður Úti í Grøv. Klaksvíkar Kommuna
News.fo og Norðoya Portalurin hevur fingið upplýst frá einum álíkandi persóni í býnum, at Heimið við Vágna møguliga skal útbyggjast fyri 80 milliónir og har ein hædd skal byggjast oman á núverandi bygning, har dementir sjúkligar skulu húsast.
Viðkomandi hevur sæð tekningar og eina kostnaðarætlan av ætlanini, men ætlanin er ikki løgd fram enn fyri almenningin, so tað hevði kanska verið upp á sítt pláss, at okkara borgmeistari fortaldi okkum, um tað er hald í tíðindinum ella avsannað tey. Annars bleiv Heimið við Vágna tikið í nýtslu í 2013 og kostaði 55,7 milliónir. Klaksvíkar Kommuna rindaði 40 milliónir og restina var stuðul frá landinum. 24 fólk búgva í Heiminum við Vágna. Tí ljóðar tað sera dýrt, um hæddin sum skal byggjast oman á núverandi bygning kemur at kosta 80. milliónir, har fer onkur at skúma flødan og fólk kunnu gita hvør tað verður? Her filmsklipp tikið upp í morgun tann 06.09.2020 klokkan 07:30, sjá herundir. Símun á Høvdanum Klaksvíkar býráð samtykti fyrr í ár at leingja sáttmálan við Sp/f Askham bussar um býarkoyringina. Borgarar í Klaksvíkar kommunu hava síðani 2014 havt møguleika at nýta býarbussin, sum í dag eisini koyrir til Norðoyrar, Ánirnar og Árnafjarðar. Byrjað varð við einum bussi, men í dag eru tríggir býarbussar. Tann nýggjasti býarbussurin fór fyri fyrstu ferð í koyring mánadagin 31. august. Hann er ógvuliga væl útgjørdur og er munandi meira umhvørvisvinarligur, tí hann hevur 20% minni útlát í mun til hinar býarbussarnar. Hans Jon Askham, sum eigur og rekur býarbussarnar sigur, at hetta er eitt fet á leiðini, og at vónandi kunnu fleiri býarbussar verða skiftir út við tíðini. Óli Lassen, formaður í teknisku nevnd, sigur, at borgarar eru sera væl nøgdir við býarbussin, og tí er tað at fegnast um, at býarkoyringin er løgd í eina trygga legu. - Klaksvíkar kommuna hevur prýtt bussarnar til endamálið, og eisini framleitt kunnandi tilfar, sum upplýsir ferðaætlanina hjá býarbussinum. Í fjør gjørdu vit eisini samstarv um Sona, soleiðis at øll kunnu fylgja býarbussinum á talgildu tænastuni, sum ger tað enn lættari hjá ferðandi at kunna seg um ferðaætlanina í býnum, sigur Óli Lassen. Nýggi býarbussurin byrjaði at koyra mánadagin 31. august. Kelda: Klaksvíkar Kommuna SáH Fleiri konfirmatiónir eru fyri framman, og mong eru tey, sum gjarna vilja hátíðarhalda henda minnisdag saman við familju og vinum. Sum tað sær út í løtuni, er smittutrýstið í Føroyum lágt. Tí ber eisini til, sambært Pál Weihe, serlækna, at fólk aftur savnast til smærri tiltøk undir skipaðum umstøðum. Fyri at smittuvandin skal vera so lítil sum møguligur, so er tað týdningarmikið, at almennu tilmælini verða fylgd – eisini tá vit skipa fyri tiltøkum. Tað vil siga, at: * Í mesta lagi 100 fólk kunnu samlast á einum stað samstundis. * Frástøðan skal til ein og hvørja tíð vera ein metur teirra millum – um tað verður sungið, skulu tveir metrar vera millum fólkini. * Øll hava gott reinføri og vaska/spritta sær ofta um hendurnar. * Kropsligt samband eigur at verða avmarkað so sum lógvatak, klemm, koss o.a. Veitslur við frástøðu Eitt tað týdningarmiklasta amboðið móti smittu er frástøðan. Tað er umráðandi, at hugsað verður um frástøðuna, tá skipað verður fyri veitslu. Frástøðan millum gestirnar eigur altíð at vera í minsta lagi ein metur, men verður tað sungið, skulu tað verða tveir metrar millum fólk. Frástøðan gerst kanska serstakliga trupul, tá talan er um konfirmatiónir og veitslur annars, sum eru í vanligum sethúsum. Tað er sjáldsamt at 100 fólk kunnu savnast við frástøðu í einum vanligum sethúsum, tá er talan helst um í mesta lagi 30 fólk. Ein møguleiki er eisini at biðja gestirnar koma ymisk tíðspunkt, soleiðis at tað ongantíð eru so nógv fólk savnað, at øll ikki klára at halda neyðugu frástøðuna. Er talan um eitt størri veitsluhøli, so ber til at skipa soleiðis fyri, at frástøðukrøvini verða hildin – men tá rúmast vanliga ikki meira enn ein lítil helvt av tí, sum vanliga eru stólar til í slíkum veitsluhølum. Ein annar møguleiki er, um umstøðurnar loyva tí, at halda veitsluna í fleiri ymsum rúmum. So ber til at halda atskildar veitslur í hvør sínum høli, men tá er fortreytin, at veitslufólkið ikki kemur saman – hvørki á vesinum ella í túninum. Tá er tað at rokna sum tvær ella fleiri ymsar veitslur frá byrjan til enda. Gott reinføri Eins og við frástøðuni, so er tað sera týdningarmikið, at vit hava gott reinføri, og at vit vaska/spritta okkum ofta um hendurnar – serliga, tá vit eru saman við øðrum fólkum. Skalt tú halda eina veitslu, er tað týdningarmikið, at skipað verður soleiðis fyri, at gestirnir hava møguleika fyri hesum. Harumframt eigur tað at verða hugsað um borðreiðingina. Ofta eru sjálvtøkuborð partur av veitslum, men tað eru ymsir smittuvandir tengdir at sjálvtøkuborðinum. Millum annað tí at allir gestir nema við somu skeiðir, gaflar og annan borðisk. Hetta eru sokallað kontaktpunkt, og hesi økja um smittuvandan. Tí ræður um, sum best ber til, at sleppa sær undan hesum kontaktpunktunum. Í hesum førinum er ein smittufyribyrgjandi møguleiki at brúka lættar og leysar einnýtishandskar, sum gestirnir kunnu brúka, meðan tey fáa sær mat og síðani fara úr og koyra burtur, tá tey hava fingið sær. Harumframt er tað neyðugt at skipa soleiðis fyri, at tað er langt millum tey, sum standa í bíðirøðini. Eitt annað gott ráð er, at ikki hava matin í ov stórum føtum, soleiðis at tey skulu skiftast út ofta. Skeiðir/gaflar o.a. sum liggja í føtunum, skulu skiftast út og vaskast ofta, soleiðis at mongdin av skitti (virus, bakteriur o.a.) er so lítil sum møgulig. Tað týdningarmiklasta í samband við sjálvtøkuborðið og tey mongu kontaktpunktini er undir øllum umstøðum góða reinføri. Ein annar møguleiki er, at hvørt fólk fær egnan borðisk, sum stendur klárur við mati á borðinum, ella sum onkursvegna verður borðreiddur fyri gestunum. Støðan kann broytast Tað ber tíverri ikki til at siga, hvussu støðan fer at síggja út komandi mánaðirnar. Smittutrýstið í Føroyum hevur alt at siga, tá tosað verður um at skipa fyri tiltøkum og at halda veitslur. - Fáa vit eina ringa smittu, eins og vit høvdu beint eftir ólavsøku, so eru slík veitsluhald ikki ráðilig. Tá eiga vit eftir mínum tykki ikki at hava sosial tiltøk í heila tikið, sigur Pál Weihe. Harumframt eru ymsar leiðreglur galdandi í teimum ymsu kirkjunum í Føroyum. Stóru kirkjurnar kunnu húsa 100 fólkum, miðalstóru kirkjurnar húsa 75 gestum, meðan tær smærru kirkjurnar kunnu rúma 30 fólkum – og tað er við konfirmantum. Prestur veit at siga, hvussu tit skulu bera tykkum at, og hvørji smittufyribyrgjandi tiltøk eru sett í verk í tykkara kirkju. Heilsumálaráðið |
Greinar
December 2024
|