Viðkomandi hevur sæð tekningar og eina kostnaðarætlan av ætlanini, men ætlanin er ikki løgd fram enn fyri almenningin, so tað hevði kanska verið upp á sítt pláss, at okkara borgmeistari fortaldi okkum, um tað er hald í tíðindinum ella avsannað tey.
Annars bleiv Heimið við Vágna tikið í nýtslu í 2013 og kostaði 55,7 milliónir. Klaksvíkar Kommuna rindaði 40 milliónir og restina var stuðul frá landinum. 24 fólk búgva í Heiminum við Vágna.
Tí ljóðar tað sera dýrt, um hæddin sum skal byggjast oman á núverandi bygning kemur at kosta 80. milliónir, har fer onkur at skúma flødan og fólk kunnu gita hvør tað verður?
Her filmsklipp tikið upp í morgun tann 06.09.2020 klokkan 07:30, sjá herundir.
Símun á Høvdanum