Nógv bleiv tosað áðrenn valið, at nú skuldi fáast skil á allar bungurnar runt Klaksvíkingina, men enn er ongin blivin koyrdar burtur, men nú frættist, at Klaksvíkar Kommuna verður noytt til, at koyra bungurnar uttanfyri Rúsuna og Klaksvíkar Timburhandil burtur.
Hetta tí, at løgreglan, brandbilar og sjúkrabilarnir ikki skula hava nakrar forðingar á vegnum, tá ið teir koyra útrikking frá Klaksvík og úr býnum, tí tað skal altíð vera ein farleið tøk, har ongar forðingar eru, so teir sleppa á ólukkustaðið skjótast gjørligt.
Tískil verður Klaksvíkar Kommmuna noytt at koyra tær bungurnar burtur. Vónandi verður ikki stoppa har, tí har eru nógvar bungur, sum eisini átti at verið koyrdar burtur, eitt nú tann norðasta á Jørundsgøtu, sum einki endamál hevur. Hon er alt ov høg og bilarnir botna í heilum, man kundi spurt, hví tann bungar er júst har?. Livst so spyrst.
SáH
.