Teknirøðin er teknað av teknaranum Jógvan á Høvdanum (yngra) sum hevur teknað svakar teknirøðir líka síðan hann varð smádrongur. Teknirøðin er hesaferð í farvum og er 52 síður. Seinast Jógvan gav eina teknirøð út varð í ár 2000 og tá varð teknirøðin ikki í farvum.
Sjálvur heldur Jógvan, at hetta er hansara meistaraverk og at ein ikki kann lata vera við at keypa (kanska) Føroya besta kummulesnað. Við í blaðnum er eisini ein plakat, sum ein kann hanga upp í kamaranum hjá sær.
Onnur ting eru eisini í blaðnum - eitt nú kanst tú lesa ymiskar skemtingarsamar greinar, sum eru frá veruleikanum - men mest av øllum so eru tað tær svøku & skemtingarsomu teknirøðirnar hjá Jógvan á Høvdanum (yngra) sum vera at síggja í blaðnum.
Blaðið fæst til keyps í næstu viku á (nærum) øllum Magn støðum og Bókahandlum kring Føroya land og kemur at kosta einans 50 kr.
NP