Eitt valevni frá lista A, stemmaði saman við lista B og tískil bleiv Øssur Kjølbro valdur til formann og ikki Ísak Mikladal, sum fekk nógv flestar atkvøður, heili 94 stemmur og sum eisini var á vinnandi listanum lista A, sum fekk 5 nevndarsessin, ímeðan listið fekk 4 nevndarsessir og sjálvsagt átti listið A formannin.
Øssur Kjølbro fekk 67 stemmur og fekk næstflestar atkvøður á lista B, Jóhan Henriksen var toppskorðarin við 69 stemmur. Øssur fekk eisini minni stemmur enn nr. 2 á lista A, sum gjørdist Jacobina Heinesen, sum fekk 71 atkvøður, so her ruggar ikki alt rætt.
Ikki nokk við tað, at Ísak ikki bleiv formaður, hann fekk heldur ongan nevndarpost.
Ikki sørt, at ein gerst vónsvikin av tílíkum atburið, har vit øll á lista A stóðu saman (var sjálvir uppstillaður) og fingu nógv fólk at velja A listan, men so hendir tílíkt eftir valið, har ein hoppa frá og kann gera akkurát, tað henni listir.
Ísak Mikladal hevur gjørt eitt sera stórt arbeiðið innan Christianskirkjuni seinastu mongu árini og hevur eisini verið kirkjuverji, hatta hevði Ísak betur uppiborið.
Hesi blivu vald inn í nýggja Kirkjuráðið í Klaksvík mikukvøldið:
Øssur Kjølbro , formaður
Jacobina Heinesen, næstformaður og kirkjuverji
Jógvan Ravnsfjall, skrivari
Petur Jaacob Langaard, kassameistari
Ísak Mikladal
Jórun Høgnesen
Hans Michael í Mittúni
Maria Olsen
Jóhann Hendriksen
Eisini eru báðir sóknarprestarnir fastir limir í Kirkjuráðnum.
SáH