NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Útholað dagaskipan hjá bátum undir 15 tons

18/7/2019

Comments

 
Billede
Verandi fiskidagaskipan fyri bátar undir 15 tons er farin púrasta av sporinum, og tað er beint nú ið trupulleikarnir gerast sjónligir, at vit mugu fáa argumentatiónina fram, um at hendan skipan má eftirhyggjast í síni heild.

Øll vita tað, men ongin vil siga tað!
Ein fiskidagur er ikki bara ein fiskidagur. Tá menn fara á flot, og fáa so mikið lítið at teir ikki tíma at avreiða tann dagin, so leggja teir tveir ella tríggjar dagar saman. Og hetta telur bara fyri ein fiskidag. Tí er verandi skipan við døgum fyri útróðrarbátarnar púra útholað og óbrúkilig. Helst er veruliga talið av brúktum fiskidøgum hjá útróðrarflotanum eini tvær ferðir so stórt sum tølini vísa. Grundin til at vit hava eina dagaskipan má verða, tí at vit ynskja at regulera veiðutrýstið á grunnarnar.

Vit mugu tó fyrst og fremst taka atlit til teir sum virka undir hesi skipan, bæði teir sum eru útróðrarmenn burturav, og teir sum hava útróður sum seinna beinið at standa á, menn sum eru komnir uppí árini, og brúka hetta til at halda seg og síni omanfyri vatnskorpuna.

Eisini eiga vit at gera greiðan skilnað millum snelluveiðu og línuveiðu.
Øll vilja vit, at tað skal bera til hjá útróðrarmonnum at liva at at verða útróðrarmenn. Hesir hava sera nógvar avmarkingar teir renna seg í, og serliga eru tað veður, vindur og streymur sum avmarkar teir í sínum arbeiði. Afturat hesum hava teir sveiggj í fiskiskapinum yvir ár at stríðast við, samstundis sum ávísar tíðir á árinum ikki eru góðar til fisk. Harafturat koma tær stongdu leiðirnar, serliga gýtingarleiðirnar á vári.

Hesir útróðrarmenn hava tí brúk fyri at sleppa at veiða frítt alt árið, so teir kunnu laga sær raksturin til, uttan at skula taka hædd fyri at onkur annar fiskar teirra dagar undan teimum. So mugu vit onnur góðtaka, at teir fáa nógv burturúr tá nógvur fiskiskapur er, eins og teir mugu góðtaka at inntøkan er lág tá lítið av fiski er til.

Hinir útróðrarmenninir sum brúka útróðurin til hjáinntøku afturat eini pensión ella annað, mugu eisini eftir mínum tykki hava eina skipan sum tryggjar, at tað ber til hjá teimum at avreiða. Heldur enn at leggja dagar á teir, eiga vit at lata teir sleppa at veiða frítt, um inntøka teirra frá øðrum skipanum er undir eitt ávíst, tí tað skal altíð løna seg at gera ein eyka innsats, og harvið kanska spara landinum útreiðslur aftur í hinum endanum. Skal man avmarka teirra veiðu, so er betri at avmarka nøgdirnar ella avreiðingarvirðið heldur enn við dagatali.

So eru tað teir sum rógva út millum túrar og menn við stórum inntøkum. Tað liggur mær langt frá at avmarka fólk í teirra roynd at vinna sær eitt oyra eyka. Men her kundi møguliga ein dagaavmarking verið gagnlig, sum tó eigur at verða oyramarkað til hvønn bátin sær, og ikki olympiskt fiskarí, sum vit hava í dag.
Treytirnar fyri at verða fullrikin útróðrarbátur, má eisini verða munandi linari fyri teir sum brúka snellu burturav, hetta tí at veiða við snellu vísir seg søguliga at geva minni brutto enn veiða við línu.

Samanumtikið skulu vit í komandi samgonguskeiði laga tað soleiðis, at skipanin við fiskidøgum hjá útróðrarbátunum verður endurskoða, soleiðis at hvør einstakur bátur sleppur at leggja sín rakstur til rættis, og at teir sleppa at fiska meðan fiskur er á grunnunum.

Fólkaflokkurin hevur altíð staðið við lið fiskimansins, og tað koma vit eisini at gera í komandi skeiði.

Brandur Sandoy, valevni Fólkafloksins

Billede
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.