Persónbilar rinda nú 110 krónur fyri túrin og 55 krónur, um man hevur ein kubba. Størri bilar rinda 320 krónur og 160 krónur við kubba. Ársgjaldi kostar 9.000,00 kr. og tá kann ein koyra akkurát sum ein hevur hug til.
Ferðslan í Norðoyatunlinum er økt munandi hesi seinastu árini og ímiðal koyra 2084 ígjøgnum tunnilin um dagin. Ferðslan er eisini økt hetta fyrsta hálva árinum og hevur ein vøkstur uppá 5.5 prosent, samanborið við í fjør. Hesar fyrsti seks mánaðir hava 377.000 akfør koyrt ígjøgnum tunnilin.
SáH