Størsta navni var Sanne Salomonsen og hon kom á pallin kl. 22.00 um kvøldið tá var alt parkeringsplássið fult av fólkum. Norðoya Portalurin var til konsertina hjá Hallur og Co. og hjá Sanne Salomonsen og tey bæði komu sera gott frá teirra framførslu og gott lag var á øllum áhoyrarnum, bert spell, at ljóði fór, tá ið Sanna framførdi, men tað kom skjótt aftur og hon rockaði alla Hoyvíkina til. Her nakrar myndir frá tiltakinum, Tina Joensen og Símun á Høvdanum hava tikið myndirnar.
SáH