Landsstýriskvinnan í almannamálum legði í vár uppskot til broyting í leigulógini, sum Løgtingið nú einmælt hevur tikið undir við. Í viðmerking sigur Annika Olsen:
- Broytingin hevur til endamáls at styrkja rættindini hjá teimum, sum leiga. Tíverri hava verið fleiri støður, har leigari av órøttum ikki hevur fingið depositum aftur frá útleigara og hevur kent seg noyddan at kæra málið til Leigunevndina. Kærumál taka tíð at viðgera og ímeðan stendur leigari í stak óhepnari støðu, um hann skal brúka depositum fyri at útvega sær annan bústað.
Leigunevndin vísir í ársfrágreiðing sínari á, at flestu málini hjá nevndini eru um depositum, sum útleigari av órøttum hevur hildið aftur. Leigunevndin mælti tí eisini til at broyta leigulógina soleiðis, at depositum frameftir verður rindað á serligari kontu í peningastovni, sonevndari deponeringskontu, heldur enn á kontu hjá útleigara.
Leigumál, sum eru skipað sambært lógini um Húsalánsgrunn eru tó undantikin kravinum um deponeringskontu. Skipanin við deponeringskontu verður eftirmett áðrenn 1. januar 2018.