Les eisini: Serstakiliga vánaligar umstøður fyri sjónleikin í Klaksvík
Klaksvíkar Sjónleikarafelag er farin í holt við ein nýggjan, spennandi og øðrvísi sjónleik. Sjónleikurin eitur: Guitaristarnir og er skrivaður Line Knutzon - har Bergur Rasmussen hevur umsett.
Talan er um ein komi/tragiskan sjónleik, sum torir at nema við aðrar leiðir - enn tað vit eru von við í Føroyum. Sjónleikurin varar áleið 1 tíma 15 minuttir og ongin annar enn Ria Tórgarð er leikstjóri. Og væntandi so verður sjónleikurin sýndur hálvan januar.
Sjónleikarar í leikinum eru: Høgni Olsen, Sára Skarðenni, Jógvan á Høvdanum (yngri) og Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar - og fyriskipari av sjónleikinum er Rudolf Joensen og Klaksvíkar Sjónleikarafelag sýnir leikin (enn er óvist hvar leikurin verur sýndur).
Stutt stendur soleiðis skrivað um leikin: Leikurin tekur støði í, at vísusangarin og tólvtónakunstnarin John Hansen er deyður.Umhvørvið rundan um hann er í sjokk, og fýra trúðfastir fjepparar gera av at halda eina minniskonsert frammanfyri víðagitnu húsini hjá John Hansen, sála.
Sjá myndarøð niðanfyri:
JáH (y) 10.12.2015