NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

El Nino veðrið: Líka ringt sum í 1998 !!!

30/12/2015

Comments

 
Billede
Fólk úr NASA hava sæð frá satelittum, at veður fenomeni líkist El Nino, sum vit kenna frá 1997/1998 og hetta sæst av øllum teim nátur-katastrofunum vit longu hava havt í ár. Í Afrika hevur El Nino eisini gjørt stóran skaða og roknast kann við, at 31 milliónir menniskjur har um leiðir fara at hava brúk fyri neyðhjálp - orsaka vánaligum vøkstri av fruktum & grønmeti. 

Myndirnar eru ræðandi fyri 2016 og serfrøðingar meta nú, at vit kunna síggja fram til eitt sera øðrvísis & máttmikið veðurlag 12 mánaðir framm.

Veðurlagi hevur verið óvanliga heitt og fleiri yvirflóðir hava verið í tí norðara støðunum. Fólk úr NASA síggja heitar streymar frá Norður og Suður Amerika og vilja teir vera við, at á rúmdarmyndunum so líkist hetta ræðandi nógv El Nino frá desember 1997.

JáH (y) 30.12.2015

Comments

Nei, ikki sær hetta pent út !!!

30/12/2015

Comments

 
Billede
Nú veðrið hevur verið av tí aller ringasta - so rekst allur møguligur lortur eisini framvið sjónum. Og serliga ringt at tað at koyra framvið byrgingina, tá ið ein skal sær leiðina til Kunoyar - hygg bert eftir myndini til vinstru, so sær tú eisini hvat undirritaði meinar við.

Har liggur allur lortur í sjónum (plastik o.a.), framvið byrgingina og eisini er lortur skolaður á vegin, sum tú kanst síggja á myndarøðini niðanfyri.

At fólk tveita ymiskt í havið er onki nýtt, men pent er tað ikki at lýða á - um tú hugsar teg um hvussu vakurt Føroya land í veruleikanum er - Nei, vit eiga at hugsa um okkara móðurjørð og hvat vit eiga at varðveita í okkara framtíð. Ikki skal eg spæla alt ov skinhelligur - men tá ið eg síggji slíka sjón, so veit eg - at eisini eg eigi at hugsa um tí vøkru náturuna vit eiga í Føroyum.

JáH (y) 30.12.2015

Comments

Skjeyt dóttir sína við óvart í anliti - beint fyri Jól !!!

29/12/2015

Comments

 
Billede
Ein pápi úr Amerika kom til at skjóta dóttir sína í anliti av óvart - beint fyri jól.

Pápin helt ikki, at byrsan varð lødd, tá byrsan brádliga gekk av - og har skotið fór ígjøgnum ein vegg og rakti dóttrina í anliti.

Vanlukkan hendi tann 21. desember og tá ið portørarnir komu á staðið - royndu tey av øllum alvi at bjarga 17 ára gomlu Kaitlyn Pullam við at geva henni fyrstu hjálp - tí har varð ongin pulsur á gentuni, tá ið teir komu til staðið.

Og sjálvt um hon varð kom til sjúkrahúsið á lívið, so varð skaðin ov stórur - at gentan vaknaði ongantíð aftur úr hennara koma og tann 24. desember bleiv respiratorurin sløkktur av familjuni. Hvat dóm pápi hennara fær fyri hetta - er heldur ikki avgjørt enn ..!

JáH (y) 29.12.2015 



Comments

Vakurt ljósspæl av Klaksvíkingini ímorgun

29/12/2015

Comments

 
Billede
Norðoya Portalurin fór at siga Gadus farvæl ímorgun, nú teir fóru avstað aftur í Barentshavi.

Hesar myndir blivu tiknar ímeðan bíða var inntil teir loystu, har Klaksvíking spældi teimum eitt ljósspæl.

Sjá myndir herundir:

​SáH

Comments

Forsætisráðharrin úr Irak lovar at IS fer at tapa

29/12/2015

Comments

 
Billede
Forsætisráðharrin, Haider al-Abadi, lovar at hann fer at syrgja fyri, at IS fer at tapa - nú mynduleikarnir hava fingið hendur á Ramadi aftur.

Í einari sjónvarps-samrøðu segði hann eisini, at hann fór at yvirtaka næststørsta býin í Irak og tað fór at vera eitt endaligt og fatalt niðurlag fyri IS.

Haider segði eisini: "Árið 2016 verður tann størsti sigurin fyri irakar, tí tá hava vit útsletta IS úr Irak ..!"

JáH (y) 29.12.2015 

Comments

Teir pumpa enn í Danmark !!!

28/12/2015

Comments

 
Billede
Tað ringasta er við at vera av í Danmark - sjálvt um tað hevur regna óvanliga nógv har leygardagin og sunnudagin. Men brandmennirnir teir pumpa enn og serliga í Jyllands partinum eru tey rakt ringast.

Í Aabenraa fall 41 millimetrar av regni niður sunnudagin og mynduleikarnir í Danmark vita at siga frá, at allar pumpurnar eru í sving - eisini í dag. Vit tosað also um 28 stórar pumpir, sum taka 6200 litrar av vatni um minuttin og 45 aðrar, sum taka 2400 litar um minuttin.

​JáH (y) 28.12.2015

Comments

Regn & Vindur á Nýggjárinum !!!

28/12/2015

Comments

 
Billede
Skula vit trúgva 5 dagar veðursøgnini hjá DMI, so sær ikki mætari út enn at vit fáa vind & regn á Nýggjárinum ...

Ímorgin (um kvøldið) lovar hann vindstyrki upp til orkan, har miðal vindurin kemur at liggja um 25 til 28 m/s.

Mikudagin er heldur frægari við 5 til 13 m/s.

Hósdagin sigur DMI soleiðis um veðrið: Jævn til hård vind fra sydvest og syd, 8 til 13 m/s. Mest skyet vejr med byger, senere regn. Temp. mellem 3 og 7 grader. Nytårsaften tiltager vinden til frisk vind til kuling fra sydøst, 10 til 15 m/s, skyet med regn af og til. Om natten frisk vind til kuling fra sydvest, 10 til 15 m/s og klarende vejr med byger. Temp. ned mellem 2 og 5 grader.

10 til 15 m/s er nú kanska ikki tað heilt villa at skriva um, tí vit eru eftir hondini von við nógv meira í Føroyum, isje sannheit ..? Vit vóna tó á Norðoya Portali, at veðrið fer at blíva enn betri enn so - og at vit koma heilt turr inn í tað nýggja árið.

JáH (y) 28.12.2015
Kelda: DMI


Comments

Landsverk boðar frá nógvum vindi !!!

28/12/2015

Comments

 
Billede
Landsverk boðar frá nógvum vindi í dag - og soleiðis sigur landsverk um veðrið á teirra heimasíðu:

Gjáarskarð - 15:08 Hvassur stormur, Í hvirlunum upp til 32.5 m/s. 
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 15:08 Skrið, Í hvirlunum upp til 28.7 m/s. 
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - 15:08 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 29.2 m/s. 
Høgareyn - 15:08 Stormur, Í hvirlunum upp til 26.6 m/s. 
Ørðaskarð, Fámjinsvegurin, - 15:09 Andøvsgul, Í hvirlunum upp til 25.8 m/s. 
Porkerishálsur - 15:08 Stormur, Í hvirlunum upp til 28.6 m/s. 

Fá meira at vita um veðrið við at trýsta her

JáH (y) 28.12.2015
Kelda: Landsverk



Comments

Tórshavnarøkið er stóra magnetin í pendlingini millum bústað og arbeiðspláss ella skúla

28/12/2015

Comments

 
Billede
Næstan helvtin – 46% - av øllum føroyingum yvir 14 ár pendla, t.v.s. ferðast millum bústaðin í heimbygdini ella heimbýnum og arbeiðsplássið ella skúlan í aðrari bygd ella øðrum býi. Men tað er ymiskt millum høvuðsøkini í landinum, hvussu javnvágin er millum fólk, ið pendla til, og fólk ið pendla frá.


Tórshavnarøkið skilir seg heilt burturúr. Tað er einasta økið í landinum, har nógv fleiri pendla til enn frá. Har eru 2.668, ið dagliga pendla til Tórshavnarøkið, og bert 466, ið pendla úr Tórshavnarøkinum til onnur øki í landinum. Tað er ein munur ella nettotilpendling á 2.202 fólk.


Í Norðoyggjum eru 174 fleiri, ið pendla frá enn til. Í Eysturoy eru 733 fleiri, ið pendla frá enn til. Í Streymoy annars (t.v.s. Streymoy uttan fyri høvuðsstaðarøkið) pendla 789 fleiri frá enn til. Í Vágum 294 fleiri frá enn til. Í Sandoyarøkinum 122 fleiri frá enn til og í Suðuroy 90 fleiri, ið pendla frá enn til.

Les meira HER

Kelda: Hagstovan 28.12.2015


Comments

Sýria: Fleiri leiðarar eru deyður av einum loftálopið!

27/12/2015

Comments

 
Billede
Tað gongur ógvusliga fyri seg í Sýria í løtuni og raketturnar og bumburnar flúgvar úr eystri & vest.

Les eisini: Amnesty kært Russland fyri at fleiri ósek menniskjur eru dripin í Sýria!

Mynduleikarnir úr Sýria boða nú frá, at 44 ára gamli Zahroun Alloush (á myndini) er deyður av einum loftálopið í Sýria.

Alloush og fleiri aðrir týðandi menn innan terror - høvdu ein fund fyri bólkin Jaysh al-Islam. Ímeðan fundurin blivu fleiri rakettur sendar inn í bygningin  av russiskum bumbuflogførum, sum drupu øll menniskjuni í bygningum. Mynduleikarnir eru tó í iva um, tað varð herurin úr Russlandi ella Sýria, sum sendu russiskar raketturnar inn í bygningin.

JáH (y) 26.12.2015

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.