Har liggur allur lortur í sjónum (plastik o.a.), framvið byrgingina og eisini er lortur skolaður á vegin, sum tú kanst síggja á myndarøðini niðanfyri.
At fólk tveita ymiskt í havið er onki nýtt, men pent er tað ikki at lýða á - um tú hugsar teg um hvussu vakurt Føroya land í veruleikanum er - Nei, vit eiga at hugsa um okkara móðurjørð og hvat vit eiga at varðveita í okkara framtíð. Ikki skal eg spæla alt ov skinhelligur - men tá ið eg síggji slíka sjón, so veit eg - at eisini eg eigi at hugsa um tí vøkru náturuna vit eiga í Føroyum.
JáH (y) 30.12.2015