NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Byrgingin um Haraldsund: Ein sonn DEYÐSFELLA (Video)

20/12/2016

Comments

 
Billede
Byrgingin um Haraldsund er ein sonn deyðsfella og sjálvt um tað nú er játtað ein millión at betra um hana, so tykist hetta arbeiðið slett yvirhøvur ikki fara í gongd ...

Eitt av mínum vallyftum varð, at eg skuldi fara at gera mítt til, at okkurt bleiv gjørt við byrgingina, sum jú eisini forðar fólkið at flyta til Kunoyar.

Les eisini: Verið hjartaliga VÆLKOMIN til Kunoyar Kommunu! 

Tað líkist nevniliga ongum, at ein skal seta lívið hjá sær sjálvum í vanda - bert til at koma til arbeiðis. Og skal henda byrging betrast um ... ongantíð for skjótt. Eitt menniskjalív kann ikki gerast upp í pengum og hvat er forrestin ein millión at snakka um, tá ið talan er um menniskjalív ..?

Í video'ini niðanfyri (sum undirritaði tók upp ígjár) sæst hvussu ræðuligt tað kann vera, at koyra tvørturum byrgingina ein harðan vetrarmorgun, sum ígjár. Tað brestur uppum byrgingina og ein krevur ordiliga at neyðhalda sær, tá ið ein fer tvørturum. Annað órudd skolast eisini um vegin og tað noyðist tú bert at koyra yvir og vóna uppá tað besta og spurningurin er kanska, nær ein menniskjaskaði fer at henda ..?

Her skal ikki sparast, tá ið talan er um menniskjalív og haldi eg eisini, at Landsverk eigur at taka hetta í álvara og ikki einans hyggja at, og vóna tað besta. Tað dragar seg um trygd og her sæst so, at trygdin absalutt ikki er sett í hásæti.

Tann 6. januar 2017 endi eg so í Bygdaráðnum hjá Kunoyar Kommunu og har fari eg eisini at seta mítt í verka, so at Landsverk sum skjótast byrjar at betra um trygdina hjá teimum, sum dagliga ferðast tvørturum byrgingina. Og eitt av mínum uppskotum varð nevniliga at byrgingin skuldi breiðkast og tann møguleikin er jú gyltur, nú Bakkafrost er um at ganga undir við grót - hinumegna byrgingina. So hví bíða, Landsverk ..? Fari í holt við tað beinavegin og gloymi ikki tað, at vit eiga ØLL at vera sædd líka í Føroyum og ongin tikin frammum.

Til endans fari eg at heita á fólk úr Kunoy og Haraldsundi, at deila henda tíðindastubba - so at so mong sum gjørligt fáa hesa video at síggja og eisini heita á tykkum í Kunoyar Kommuna, at ansa tykkum væl Jólaaftan, tí tá lovar hann aftur storm, um tit nú skuldu ætla tykkum ein túr tvørturum "deyðsfelluna" Jólaaftan.

Jógvan á Høvdanum (yngri) Tann 21. Desember 2016.

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.