Hettar eru eginleikar, sum kunoyingar kunna verða stoltir av. Persónliga meti eg, at fyrrverandi Borgmeistararar, Heini O. Heinesen og Meiken S. Michaelsen hevur gjørt eitt gott arbeiðið og tí arbeiðið, sum tey hava gjørt fyri okkara Kommunu eiga vit at halda á fram við. Tey bæði hava verið ímillum okkum og tora, at sagt sína meining um ymisk viðurskiftir, har ikki altíð er so lætt at siga sína hugsan. Júst soleiðis ætli eg mær eisini at arbeiða, um nú eg skuldi komið í Bygdaráðið hjá Kunoyar Kommunu.
Eg ætli at arbeiða fyri gjøgnumgingið, at allir borgarar fáa at vita hvat gongur fyri seg, og eisini vil eg hoyra og spyrja meg til ráðs hjá tí meiniga borgaranum, tey komandi 4 árini. Hóast nógv gott, ertað eisini nøkur ting, sum vit muga broyta - skula vit vera verandi ein sjálvstøðug Kommuna. Vit eiga at leggja alla orku í, at fáa fleiri at flyta til Kunoyar og her havi eg vónir um, at gera nakrar stuttfilmar um Kunoy og Haraldssund, har vit leggja serliga dent á - hvussu deiligt tað í veruleikanum er, at liva so tætt náttúruni og sleppa undan øllum stressinum og tungu ferðsluni, sum eyðkennir stóru býirnar.
Vit eiga at verja okkara náturu, har kloakkir, vegir, vatn, lyktarpelar og mangt annað SKAL bara rigga í Kunoy og Haraldssundi, og tískil vil eg eisini hava, at vit gera eina heildarætlan, har vit vita - hvat skal gerast beinanvegin og hvat kann bíða. Her eru mangir mátar, at gera tingini uppá og møguleikarnar eiga vit at endurskoða við opinleika. Sjálvur arbeiði eg innan kloakkdeildina hjá Klaksvíkar Kommunu og eftir hálvt ár, so veit eg eina rúgvu um kloakk viðurskiftir, og harímillum um spillivatn skipanir og hvat krevst til, at fáa slík arbeiðið gjørt, og hvussu tað kann gerast best og á bíligasta hátt. Um eg verið valdur inn í Bygdaráðið, so fari eg fram um ALT, at vera erligur, opin og nýskapandi, í øllum eg fari í holt við.
Eisini skal heimasíðan hjá Kunoyar Kommunu vera ein aktivur samskiftispartur í okkara gerandisdegi. Heimasíðan skal broytast soleiðis, at tað fer at vera áhugavert ikki einans hjá borgarum í kommununi, men eisini hjá restina av Føroyum (og ferðafólkum) at klikkja seg á hana. Uppá henda mátan, meti eg at vit fara at megna at fáa enn fleiri ferðafólk á vitjan, og her (sum eg áður havi sagt) eiga vit at duga betur, at fáa meiri pening burturúr hesum virksemi. Kunoy og Haraldssund eru dreymabygdir at liva í, og eg eri yvirbevístur um, at onga aðrastaðnis í Føroyum er so deiligt at búgva, sum júst her. Vit hava tað besta av báðum verðum. Friðin, felagsskapin og náttúruna, samstundis, sum tað bert tekur okkum 12 minuttir at koyra til Klaksvíkar, har vit kunna fáa alt okkum tørvar. Vit hava fingið fyrimunin av byrgingini, við at vit ikki eru avmarkaði sum sum ein útoyggj longur, uttan at hava mist nakað av okkara paradísi.
Henda boðskapin fari eg at bera út til fólkini í hesum landi, so at fleiri vilja flyta hertil. Vit vita, at Klaksvíkin hevur trupulleikar við grundstykkjum, og at tað er bert er eitt hanagleiv frá Haraldssund ella Kunoy til Klaksvíkar. Tað ræður bert um, at vit duga betri at selja okkum sjálvum sum "Heimsins deiligasta stað" og júst tann partin eri eg serkønur í, tá ið eg havi verið ein sølumaður (nærum) alt mítt lív.
Flagtak á Bakkafrost, Byrging breiðkast og tunnil !!!
Og tá tað so er sagt, so vil eg eisini smíða ímeðan jarnið er heitt og kannað møguleikarnar viðvíkjandi Kunoyar Tunlinum. Spurningurin er: Kann Kunoyar Tunnil breiðkast og hvussu nógv kostar hetta? Hetta er viðkomandi nú ið Bakkafrost allíkavæl skal leggja ein stóran vatnleidning ígjøgnum tunnilin. Her hugsi eg, at vit kanska kundu fingið tvær flugur við eitt smekk og breiðka tunnilin samstundis!
Eg trúgvi ikki, at talan er um so ræðuliga nógvar milliónir afturat,- tí latum okkum halda okkum til fakta - Føroyar brúkar milliardir uppá tunlar, so hvat hava nakrar milliónir at siga afturat? Hetta er bert ein hugsan, men hugsan kann skjótt enda sum ein veruleiki ... hygg bert eftir, hvat Heini O. Heinesen megnaði at gera fyri alla Kunoynna, tá ið hann sat sum Borgmeistari.
Okkara mentan skal stimbrast og her hugsi eg, at vit hava fleiri listafólk í bæði Kunoy og Haraldssundi, sum skula sleppa at fáa møguleikan, at fáa sína list sýnda framm. Saman við listafólkunum fari eg, at streymba eftir, at fleiri ferðafólk (og føroyingar) koma leiðina til Kunoyar og Haraldssund at forvitnast. Eg gleðist um hvussu mong listafólk við hava í okkara Kommunu og saman fara vit, at stíla fyri eina rúgvu av tiltøkum, sum fer at vera okkara Kommunu til góðar.
Ja, eg fari at arbeiða hart fyri at Kunoyar Kommunu fer at vaksa seg størri enn nakrantíð - at fleiri fólk fara at flyta til okkara spennandi & mennandi kommunu. So tann 8. november, um tú vilt hava eina broyting til tað betra, so er at seta krossin við Jógvan á Høvdanum.
Gott val, tit!
Jógvan á Høvdanum
- Valevni hjá Lista A (Kunoy)