NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nýggjur føroyskur minniluta filmfestivalur

8/2/2017

Comments

 
Billede
Faroe Islands’ International Minority Film Festival (FIMFF) er ein nýggjur pallur, ið hevur til endamál at skapa kjak og samfelagsbroytingar umvegis film og list. Árligi filmfestivalurin fer at leggja dent á minnilutar og aðrar marginaliseraðar samfelagsbólkar við støði í fjølbroytni og evnum, ið viðkoma hesum bólkum. Festivalurin verður fyrstu ferð hildin í Perluni í Tórshavn 7. - 10. september 2017.

Á skránni í heyst verður ein røð av norðurlendskum og altjóða filmum, stuttfilmum, dokumentarfilmum, pallborðsfundum, verkstovum og listaverkum. Faroe Islands’ International Minority Film Festival fer at seta integratión rasu- og tilflytingartrupulleikar á dagsskránna, umframt at heiðra og viðgerða kynsligt, rasu, átrúnaligt og mentanarligt margfeldi.

Samstarv við Tórshavn Film Festival
Filmfestivalurin fer at byggja bryr millum norðurlendsku londini og aðrar minnilutar kring heimin. Tí
hevur festivalurin eisini fingið í lag samstarv við aðrar líknandi altjóða filmfestivalar fyri minnilutabólkar og við Norðurlandahúsið.

Áðrenn filmfestivalin í september, hevur FIMFF fingið innivist í skránni hjá Tórshavn Film Festival (TÓFF) hjá Norðurlandhúsinum, sum verður á skránni alla næstu viku. FIMFF hevur fingið heiðurin at enda ársins TÓFF við at vísa tveir forkunnugar filmar sunnukvøldið 19. februar 2017, kl. 19.30. Stuttfilmurin "Balcony" og dokumentarfilmurin "I am Gay and Muslim" verða sýndir, meðan prátverður við leikstjóran av dokumentarfilminum eftir framsýningina. Henda sýningin er eitt prei til,hvat ein kann vænta sær at uppliva á FIMFF í heyst.

Ein ensk og ein afghansk genta gerast góðar í “Balcony”
Stuttfilmurin “Balcony” fer fram í einum enskum grannalagi, sum er fylt við rasuspenningi. Har fellur Tina, ein trupul tannáringur, fyri Danu, ein nýggjur tilflytari frá Afghanistan, ið er offur fyri fordómum og skomm. Filmurin er 17 min. langur.

Dokumentarfilmurin “I am Gay and Muslim“
Chris Belloni, ið hevur gjørt niðurlendska dokumentarfilmin "I am Gay and Muslim", nýtti tað mesta av 2011 í Marokko, har tað at vera samkyndur enn er eitt strengt lógarbrot. Hetta árið fylgdi hann ymiskum ungum samkyndum monnum, sum deila teirra persónligu upplivingar, sum samkyndir í Marokko. Filmurin er longu vístur í meira enn 60 ymiskum filmfestivalum kring heimin. Chris Belloni er eisini festivalstjóri fyri International Queer Migrant Film Festival í Amsterdam. Dokumentarfilmurin er 54 min. langur.

Samstarv við Filmsfelagið
FIMFF samstarvar eisini við Filmsfelagið og fer er at vísa sámiska filmin ”Sameblod” í felag 29. mars, kl. 14.00, í Havnar Bio. “Sameblood” er nýggjur sámiskur filmur, ið snýr seg um 14 ára gomlu sámisku Elle Marja, sum veksur upp í Svøríki í 1930'unum. Har má hon berjast við sín sámiska samleika og at vera ein sámiskur minniluti í einum svenskum meiriluta. Hetta er fyrsti langfilmurin hjá svensku Amandu Kernell, sum longu hevur vunnið fleiri týðandi virðirslønir fyri filmin.

Filmfestivalurin skal víðka okkara sjónarhorn
Nadia Barbara Abrahamsen, ið er stovnari av og stjóri í FIMFF, sigur soleiðis um nýggja árliga filmfestivalin: “Vit vilja skapa eitt betri samfelag og heiðra ymiskleikanum umvegis film og list. Málið er at skapa ein pall fyri øll, ið vilja víðka sína vitan og sítt sjónarhorn umvegis film og list, og at skapa kjak og gevandi samskifti um minnilutar og aðrar marginaliseraðar samfelagsbólka í Føroyum og kring heimin.” Hon leggur afturat: “Eins og onnur evni, ið vanliga ikki vera kastað ljós á í almenna rúminum og í almenna kjakinum. Tað kann vera evni so sum xenofobi, homofobi, islamofobi, transfobi, rasismu, átrúnaðarligt fjølbroytni, brek og queer, trans, people of color (QTPOC) persónar.
Vit hava góðar vónir um, at hesin filmfestivalurin fer at gera ein mun í Føroyum.”

Umframt Norðurlandahúsið, stuðlar Filmsfelagið, International Queer Migrant Film festival, LGBT Føroyar, Oslo/Fusion Film Festival og ymiskir mentanargrunnar Faroe Islands’ International Minority Film Festival 2017.

​Nærri upplýsingar: Nadia Barbara Abrahamsen, [email protected] ella tel +45 29926906 ella
www.fimff.fo

Comments

Forsetin úr Turkalandi tosað við Trump

7/2/2017

Comments

 
Billede
Forsetin úr Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan hevur júst tosað við Forsetin úr Amerika, Donald J. Trump.

Teir báðir hava tosað um hvussu teir vilja basa terrorismu í øllum líkum og eftir øllum at døma, so eru teir komnir til eina felags-niðurstøðu.

JáH (y) 08.02.2017

Comments

Havi mált um økið til neystagrundir í Haraldsundi

7/2/2017

Comments

 
Billede
Undirritaði og Bárur Klode hava í dag mált út økið í Haraldsundi, har møguliga neystagrundir vera bygdar í framtíðini.

Les eisini: Fara at kanna møguleikar við neystum í Haraldsundi

Sum tú sær á myndini til vinstru, so bleiv fyrst mált 25 mtr frá neystinum við tí svarta takinum og síðan blivu máldar 12 mtr oman í bakkan, sum er góðar 2 mtr ov langt til at eitt neyst kann standa hasumegna neysti.

Tosað bleiv eisini um - hvat slag av neystum skula byggjast á hesum økið. Tí best hevði sjálvandi verið, at neystini ikki vóru ov høg, ei heldur og long og høvdu eina breidd uppá góðar 5 metrar. Og so hevði tað ynskiligt, at neystini sum vera bygd fullu inn í stásiliga bygdina Haraldsund.

Men tað hevði verið eitt hugskot, at neystini vóru 5 mtr breið og max. 10 mtr til longdar og tað tey ikki tóku ov nógv av bakkanum - ella kanska slett ikki nakað av bakkanum. Sum nú er so kunna vit ikki loyva enn meira enn, at 3 neystagrundir vera bygdar júst her og áðrenn hetta kann koma í rættlag, so má eisini tosast við Friðingarnevndina, sum má taka eina avgerð um, um ein yvirhøvur sleppur at byggja neyst her. Men júst tað burdi ikki verið ein trupuleiki í hesum førið.

Vit fara so at arbeiða víðari við sakina og spyrja okkum til ráðs, hvat ein hóskandi stødd av einum neysti kann standa á hesum økið, umframt at Friðingarnevndin fær eitt skriv frá undirritaði um sakina. Vit vóna sjálvandi, at hetta málið verður greitt sum skjótast - men roknast kann við eitt sindur av bíðitíð afturat hjá Jón Magnusson, sum so fegin vil byggja sær eitt neyst í Haraldsundi.

Jógvan á Høvdanum (yngri)
- Kommunustýrislimur hjá Kunoyar Kommunu

Comments

Dóttir til Michael Jackson bleiv neyðtikin

4/2/2017

Comments

 
Billede
Dótturin hjá Michael Jackson (sála), Paris Jackson fortelur í einari samrøðu við Rolling Stones, at hon bleiv neyðtikin, tá ið hon varð tannáringur.

Bløðini skrivaðu púra vilt um 18 ára Paris, sum um tá mundi varð 13 ára gomul. Men lítið vistu bløðini um, at um sama mundi - hevði ein fremmandur maður gjørt seg inn á hana.

Tá varð Paris í heilum oddaskriftum í bløðum har um leiðir, har óndsinnaðu bløð skrivaðu um hana, tá ið hon royndi at taka lívið av sær sjálvari, orsaka av rúsevnistrupuleikum.

- Eg varð svøk og leið av tannáringa-ótta, ímeðan eg bardist við niðurníving og ótta. Men nú eri eg ein heilt annar persónur, sigur Paris við tíðarriti Rolling Stones.

Men í dag er Paris Jackson ein heilt onnur kvinna. Hon hevur lagt øll rúsevnir á hyllina og livur saman við 26 ára gamla Michael Snoddy, ið er ein trummusláari. Hon hevur kanska fingið dirvi at fortelja sína søgu - eftir at sangstjørnan Lady Gaga fyri kortum fortaldi fyri sama tíðarrit, at eisini hon varð blivin neyðtikin sum heilt ung. Lady Gaga hevur síðan dedikera fleiri sangir til offur og víst  á tann stígandi trupuleikan við sexuellum ágangi.

JáH (y) 05.02.2017

Comments

Trump sum terroristur á forsíðuni hjá Der Spiegel

3/2/2017

Comments

 
Billede
Forboðini, sum nú eru tikin úr gildið aftur fyribils, hevur skapt mikla øsing kring allan heim og nú hevur ein teknari gjørt eina tekning av Forsetanum, har Forsetin hevur skorið heysin av Fríheitsgudinnuni, ið er enda á forsíðuni hjá Der Spiegel, sum er týskt blað.

Les eisini: Tað Hvíta Húsið er í øðini í løtuni

Teknarin Edel Rodriguez kom sjálvur til Amerika úr Kuba, sum ein flótti í 1980. Hann sigur við fjølmiðlarnir, at hann minnist væl hvussu vánalig tann tíðin varð og forboðini, sum Forsetin setti í verka, ger minni mun á Forsetan og IS, sum tekningin hjá Rodriguez eisini vísur á.

JáH (y) 04.02.2017

Comments
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.