Tað var ein ovurfegin Anita, sum fekk húgvuna á høvdið í morgun. 23. apríl gjørdist hon mamma, og hóast lítla dóttirin ikki er meiri enn 7 vikur hevði Anita sett sær fyri at gjøgnumføra próvtøkurnar. – Eg havi haft ein góðan mann hesar dagarnar, sigur hon flennandi og greiðir víðari frá, at nú fer hon heim at njóta familjulívið, summarið og barsilstíðina.
Sigrid var somuleiðis glað og lættað. Hon fer nú at leggja alla sína orku í rógving, og á Ólavsøku fer hon at halda summarfrí. Síðani umhugsar hon at taka eitt sabbatár, har hon fyrst og fremst ætlar sær at arbeiða og møguliga fer hon eisini út at ferðast, greiðir hon frá.
Sigrid og Anita vóru uppi í lívfrøði, og tað var Jákup Eyðun Joensen, lærari, sum setti húgvurnar á høvdið og Jákup í Horni var sensor.
Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku.
Kelda: Miðnám á Kambsdali
SáH