Sig so ikki tað, at tað hjálpir at siga sína meining. Nú havi eg fingið tríggjar bungur burtur í Klaksvík, tvær á Bøgøtu og ídag verður ein koyrd burtur á Jørundsgøtu.
Mátti hjálpa eitt sindur til.
Tað verður ein himmals lætti, at vitja mammu og pápa, nú hendan bungan verður burtur.
Klaksvíkar Kommuna skuldi, nú teir eru íholt við bungur, minka bunguna, har spæliplássið er á Jørundsgøtu, hon er verðins hægsta bunga og kundi gott lækkast í helvt.
Tað endar við, at man fær sær ein Porche aftur, tí nú nærkast, at man kann koyra við honum í Klaksvík :)
Takk fyri Klaksvikar Kommuna, gott tit lurtað eftir mær onkuntíð.
SáH