
-Fólkadrápið undir seinna heimsbardaga verður ongantíð gloymt. Holocaust er ein tann mest ræðandi og ótespiliga brotsgerðin framd í søguni. Hetta var ein sorgarleikur, ið vit ongantíð mugu gloyma, so komandi ættarlið kunnu læra av søguni. Tíverri síggja vit framvegis, at ótespilig fólkadráp verða framd. Vit mugugjøgnum upplýsing ávara móti hugburði og atburði, sum kunnu føra til fólkadráp,sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
1. november 2005 samtykti ST einmælt, við støði í Mannarættindasáttmálanum og Fólkadrápssáttmálanum frá 1948, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holocaust og øll onnur fólkadráp, frammanundan og síðan. Í Føroyum verður vanliga skipað fyri minningarhaldi hendan dagin.
Kelda: Løgmansskrivstovan 27.01.2015