Og Gørnland hevur eisini mist nógvan pening, síðan EU setti forboð í 2009 - at Grønland slapp at selja skinnini víðari í útlondum. Rokna verður við, at Inuit Sila hevur mist 350 milliónir í eksportpeningi - og tá skal so eisini havast í huga, at Grønland hevði í 2014 eitt undirskot uppá 275 milliónir krónir.
Syrgiligt má staðfestast, at ein grønlendsk traditión er í ferð við at detta burtur - grundað av óvitandi fólkum í EU - sum kanska heldur ikki seta sær stundir til at skilja tann grønlenska veiðumannin.
Tað skal eisini viðmerkjast at alt á einum kópi verður brúkt í Grønlandi og er sostatt ein týðandi partur av teirra mentan. Tað sum kann etast - verur etið og tað sum ikki kann etast - verður brúkt til klæðir.
JáH (y) 31.01.2015