Í hesum sambandi vil Føroya Politi gera vart við, at tað er revsivert at breiða út pornografiskar myndir og filmsbrot av persónum undir 18 ár, smb. § 236, stk. 1 í revsilógini. Hetta merkir, at tað er revsivert at deila barnapornografiskar myndir og filmsbrot.
Henda sakin minnir um sokallaðu ”Umbrella” sakina í Danmark, har fleiri enn 1000 persónar blivu skuldsettir fyri útbreiðslu av líknandi filmsbroti.
Føroya Politi vil tí staðiliga heita á fólk um at lata vera við at deila áðurnevnda ella líknandi filmsbrot. Um tú móttekur filmsbrotið, skalt tú beinanvegin strika tað av tínari eind og undir ongum umstøðum senda filmsbrotið víðari.
Fleiri kenna ikki avleiðingarnar av at deila eina nakinmynd ella filmsbrot. Tað, at ein hevur fingið eina mynd sendandi, merkir ikki, at ein harvið hevur rætt at deila hana. Revisramman fyri brot á § 236, stk.1 er fongsul í upp til 2 ár.
Tað krevst samtykki fyri at deila myndir ella filmsbrot á netinum.
Føroya Politi