NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Rullandi kontry konsertir í Klaksvík í dag

15/8/2020

Comments

 
Billede
​Í dag hava Southern Comfort og kontry kongurin Hallur Joensen verið runt Klaksvík og hava havt rullandi konsertir, íalt nýggju konsertir í alt. Tær vóru hesar:

​Klokkan 13.00: Biskupstorg
Klokkan 14.30: Sambýlið á Heygnum
Klokkan 15.15: Norðoya Ellis- og Røktarheim
Klokkan 16.00: Sambýlið í Bøgøtu
Klokkan 16.45: Heimið við Vágna
Klokkan 17.30: Klaksvíkar Sjúkrahús/Norðoya Røktarheim
Klokkan 18.15: Umlættingarheimið Dáin
Klokkan 19.00: Sambýlið Mylnutún 7
Klokkan 19.45: Búfelagsskapurin Heygavegur 56

Her eru teir við sambýlinum á Heygnum, har teir spældi fyri búfólkinum har og fyri fólkum sum búi tætt við.

Konsertirnar vóru eitt ljóspunkt, nú Korona herjar aftur í Føroyum og vóru fólkini sera glað, at fáa hesir tónleikarnar á vitjan, har teir sungu lívligar sangir fyri teimum og einamest teimum sum sita innistongd á eldrasambýlinum runt Klaksvík og eisini teimum sum eru í sóttarhaldi.

Veðrið var av tí besta og takk fyri góðar konsertir allir samlir.

Her syngja teir Fagra Blóma hjá Pól F. og eisini teir á Southern Comfort sungu við, sjá filmsklipp herundir.

SáH

Comments

Hví vera hagtølini um økini ikki dagførd hvønn dag, so vit vita hvar smittan er? liggur politikkur aftanfyri hesum?

15/8/2020

Comments

 
Billede
Forstandi ikki hví økini í landinum ikki vera dagført hvønn dag, so vit vita hvar smittan er í Føroyum.

Í gjár ringdi ein frá Skúgvi til News.fo og segði at hann var positivur við Koronu og hann visti 100% sikkurt at tvey onnur eisini vóru smittaði í Skúgvi, tí tað vóru hansara foreldur, tey høvdu pota seg og tey vóru eisini staðfest at hava Korona smittuna, men enn stendur  bara ein er smittaður í Sandoy og har hoyra hagtølini í Skúgvi til.

Upplýst bleiv eisini í Útvarp Føroya í gjár, har tosað bleiv við ein frá B71, at í hópinum hjá teimum vóru 3 smittaðir, so nú eru longu 6 smittaði í Sandoy-Skúgvi, tí er tað av týdningi at Føroya fólk fær at vita, hvat smittan er hægst, so vit kunnu verja okkum fyri Korona smittuna og ikki vitja tey støðini sum eru mest smittaði.

Í Norðoyggjum er ein smittaður og borgmeistarin í Klaksvík vil ikki lata dagstovnarnar upp aftur mánadagin, men børnini sleppa tó í dagstovnarnar, men har skulu foreldrini boða frá frammanundan á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu og hendan skipanin verður galdandi alla næstu viku.

Í Tórshavn og á Sandi-Skúgvi er alt opið, onkur eldrasambýlið í Tórshavn eru lukkaði, tí har hevur onkur Korona ella hevur verið í sambandi við onkran sum hevur Korona og tískil eru øll tey sett í sóttarhald, men alt annað er opið og alt gongur sína vanligu gongd.

Í fyrru bylgju bleiv næstan alt lukkað niður í Klaksvík, tá høvdu vit 45 smittaði. Hesaferð eru møguliga 80 ella fleiri smittaði í Tórshavn, men vit fáa ikki at vita, hvussu nógv eru smittaði í Tórshavn og hví fáa vit ikki tað? er tað tí, at so sleppa tey frá at lukkað niður ella hví fáa vit ikki tølini, tað hevur also týdning fyri øll, at vit vita hvar smittan er.

Klaksvík hevur eisini avlýst allar festivalar og stevnur, men øll onnur økir í landinum hava hildu sínar stevnur og tað endaði so galið í seinastu stevnuni Ólavsøku og har blivu allerflestu smittaði í einum brúdleypið á Argjum, tí haldi eg, at her ruggar ikki alt rætt við tilmælinum frá tí almenna og hví ikki øll økir vera viðgjørd líka og nú bert ein er smittaður í Norðoyggjum, so er tað enn einaferð Norðoyggjar sum lukkar niður og hinar oyggjarnar koyra víðari, tó hevur Eysturoynnin hesaferð gjørt nøkur tiltøk ímóti Korona.

Best er at øll gera líka, men vit kunnu eisini gera sum Danmark, at vit stongja økir niður og á tann hátt stegða smittuni í tí økinum.

KOM NÚ FYRI GUDS SKYLD VIÐ HAGTØLINI UM KORONA SMITTUNA Í ØKINUM Í LANDINUM.

Símun á Høvdanum

Billede
Billede
Comments

7. leygardagin, 4. sunnudagin og ein í gjár eru smittaði við Korona seinastu dagarnar

11/8/2020

Comments

 
Billede
Smittan er í minking, leygardagin vóru 7 staðfest smittaði við Korona, sunnudagin 4 og í gjár 1. Øll kanningarúrslitini eru ikki tøk enn, men arbeitt verður av øllum alvi at fáa úrslitini tøk sum skjótast.

Metnógv hava kannað seg teir seinastu dagarnar og nú hava omanfyri 60.000 fólk pota seg og av teimum bíða 1.482 eftir úrslitinum av teirra kanning .

Tað merkir nú at tað eru 94 smittaði við Korona. 0 eru innløgd og 0 eru deyð.

Í sóttarhaldi eru yvir 900 fólk, kanska omanfyri 1.000 og frísk eru 225 fólk.

SáH

Billede
Billede
Billede
Comments

​Støkk inn kanningar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

9/8/2020

Comments

 
Billede

Frá mánadegnum bjóðar Klaksvíkar Sjúkrahús støkk inn Covid-19 kanningar. Tað merkir, at nú er ikki neyðugt at hava ávísing frá kommunulækna, áðrenn tú letur teg kanna.

Nýggja kanningarstaðið letur upp á Víkavegnum mándagin 10. august frá kl. 10.00. Møguleiki er at lata seg kanna hvønn dag frá kl.10.00 til kl. 13.00. Talan er um tvey kanningar støð, har bíðirøðin til kanningarnar verður eftir Klaksvíksskákinum, omanfyri sjúkrahúsið. Hetta vil siga, at fólk kunnu møta upp í bili, har tey verða skrásett og kannaði á staðnum.

Klaksvíkar kommuna ger vart við, at Víkavegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu, meðan kanningar verða gjørdar. Tí verður heitt á bilførarar um at vísa stórsta varsemi og fylgja skeltingini á staðnum.

Klaksvíkar Kommuna
Klaksvíkar Sjúkrahús

Billede
Billede
Billede
Billede
Comments

​Smittubreiðslan minkað eitt vet seinastu dagarnar

9/8/2020

Comments

 
Billede
​Átta nýggir tilburðir eru staðfestir millum tær kanningar, sum vórðu gjørdar fríggjadagin. Tað upplýsir Landslæknin í morgun. Úrslitini byggja á í alt 4541 royndir. 612 kanningar frá fríggjadegnum eru ikki greinaðar enn.

Seinastu dagarnar er smittubreiðslan minkað nakað. Mikudagin vóru 38 koronatilburðir staðfestir, ið er met higartil. Tølini fyri hósdagin og fríggjadagin eru ávikavist 16 og fyribils 8. Seinastu kanningarnar frá fríggjadegnum og kanningarnar frá í gjár verða í løtuni greinaðar, og úrslitini verða almannakunngjørd, so skjótt tey eru tøk.

Í alt hava nú 303 persónar fingið staðfest smittuna. Í gjár vórðu 22 teirra staðfest frísk. Talan er um teir útlendsku sjómenninir, sum fingu staðfest smittuna fyri ólavsøku.

Tað merkir, at í løtuni eru í alt 88 borgarar smittaðir.

Heilsumálaráðið

Billede
Comments

Skommin á Biskopstorginum, so verður tað gjørt!

9/8/2020

Comments

 
Billede
​Flisarnir á Biskopstorginum halda ikki, fleiri eru knekkaðir og teir liggja als ikki planir, so tað er vandamikið hjá gomlum fólkum og fólkum við breki at ganga har, sjá filmsklipp herundir.
Sær út sum at túnið slett ikki er gjørt til bilar at koyra á, fleiri flisar eru knettaðir mitt í túninum og so eru fleiri flisar smokkaðir niður og aðrir stinga fleiri sentimetrar uppum hinar flisarnar, man kann gott siga at hatta er byggifusk ella hava verkfrøðingarnir hjá Klaksvíkar Kommunu sovi gevaldigt í tímanum.

Klaksvíkar Kommuna hevur ábyrgdina av túninum og niðastu hædd av Biskopstorginum og hví onki verður gjørt við flisarnar er ilt at meta um, onkur sigur at teir hava verið og umvælt teir tvær ferðir, men tað heldur ikki og alt sær sera vánaligt út.

Ein skrivar og møguliga Klaksvíkar Kommuna skuldi lurtað eftir honum, hann skrivar hetta á Facebook:

hatta er gjørt eftir øllum forskriftum, tað veit eg, tí eg havi veri við til at bygt hatta húsið. Fyri at spara pengar bleiv onki cement blanda uppí sandin undir flísunum, tí at túni var ikki ætla bilum at koyra á. Annars eri eg ikki óeinigur við tær í at hatta eigur at vera gjørt av nýggjum, alt sum tað er.

Onkur vildi vera við, at tað eru rørini undir flisunum, sum hava alla skyldina, men sami maður svarar honum aftur:

Sunnanfyri biskupstorg yvir móti læknamiðstøðini og føroya bjór eru ongi rør, har er eisini galið. Stóri trupuleikin er at onki cement er blanda uppí sandin undir flisinum, so hvørja ferð tað regnar, regnar sandurin undan flisinum, hatta bleiv gjørt vart við, men tað bleiv ikki lurta. Tí er støðan sum hon er. ?

Trúgvi væl, at hesin hevur rætt tað hann sigur um flisarnar og tískil verður Klaksvíkar Kommuna noydd til at taka allar flisarnar uppaftur og gera undirlendi rætt og so leggja flisarnar á aftur, á tann hátt verður trupuleikin loystir, ein onnur loynst er, at selja allar flisarnar og asfaltera alt økið.

SáH

Billede
Comments

Býarbussarnir koyra ikki komandi vikuna

9/8/2020

Comments

 
Billede
​Fyri at avmarka smittuvandan av Covid 19, verður eingin býarbusskoyring komandi vikuna.

Vanliga koyriætlanin er aftur galdandi mánadagin 17. august.

​Klaksvíkar Kommuna

Billede
Comments

Dagpeningaskipanin skal aftur fevna um sóttarhald

8/8/2020

Comments

 
Billede
​Allir flokkar í Løgtinginum eru samdir um – enn einaferð – at víðka dagpeningaskipanina, so at hon leggur upp fyri, at fólk, sum heilsumyndugleikarnir hava sett í sóttarhald í sambandi við COVID- 19, fáa rætt til dagpening. Løgmaður hevur í dag verið í samband við umboð fyri allar flokkar, og øll eru á einum máli um at seta somu lóg í gildi, sum var galdandi fyrr í ár, tá ið korona eisini breiddi seg í føroyska samfelagnum.

“Tað gleðir meg, at allir flokkar vilja ganga saman um hetta týðandi mál. Tað er ein styrki. Vónandi kunnu vit øll standa saman, nú koronafarsóttin aftur rakar okkara samfelag,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Broytingin í dagpeningalógini fer at fevna um øll tey, sum longu eru sett í sóttarhald, umframt tey, ið heilsumyndugleikarnir fara at seta í sóttarhald komandi tíðina.

Løgmansskrivsstovan

Billede
Comments

Áheitan frá Fugloyar kommunu

8/8/2020

Comments

 
Billede
Fugloyggin er ikki fólkarík, og her eru fleiri gomul og veik fólk, sum als ikki mugu útsetast fyri smittu. Tí verður heitt á øll vitjandi og ferðafólk til Fugloynna, bæði Hattarvík og Kirkju, um at halda frástøðu, hetta fyri at verja seg sjálvan og bygdafólki.

Ferðandi og onnur vitjandi, eiga ikki at venda sær til bygdafólki, fyri eitt nú at nýta hentileikar, sum ikki eru til staðar í almenna rúminum, hetta fyri at verja seg sjálvan og bygdafólki.

Bygdafólk – skulu í størst møguligan mun, halda seg hvør sær, hetta fyri at verja onnur og seg sjálvan.

Víst verður annars til almennu leiðreglurnar viðvíkjani Corona í Føroyum.

Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru
 *   Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu. 
 *   Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
 *   Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
 *   Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
 *   Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
 *   Minst til altíð at halda frástøðu.
 *   Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava. 
 *   Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.

 Hetta tilmæli er galdandi fram til 21. august 2020.

FUGLOYAR KOMMUNA
7. august 2020

Comments

17 fólk deyð í flogvanlukku í India

8/8/2020

Comments

 
Billede
Eitt flogfar hjá Air India Express Boeing-737 gleið útav flogbreytini gjár, tá ið tað skuldi lenda í Kerala, eftir at hava verið í Dubai.

Tað var vánaligt veður og hetta var næstu ferð teir royndu at lenda og hesaferð var tað frá einum øðrum vinkli, sum eisini førdi til, at tað gleið útav flogbreytini og flogfarið fór í tvey.

Við vóru 190 ferðafólk, har minst 10 vóru pinkubørn, 17 lótu lív og sera nógv fingu skaða, báðir flogskiparnir lótu lív.

Hetta er ringasta flogvanlukka í India síðani 2010, tá ið eitt annað flogfar hjá Air Indina Express datt niður í Mangalore og tá doyði 158 fólk.

SáH

Billede
Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.