
Áðrenn skipið legði at bryggju, vórðu føroysku myndugleikarnir kunnaðir um, at tveir av manningini høvdu sjúkutekin. Allir persónar umborð vórðu tí kannaðir.
Millum tær 77 kanningarnar, sum vórðu gjørdar, vórðu 29 tilburðir staðfestir.
Manningin hevur tí fingið forboð fyri at fara í land.
Teir tveir persónarnir, sum høvdu sjúkutekin, eru nú innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya.
Kreppuráðið kemur saman í dag at viðgera málið.
Dagføring kl. 10:37: Talið av staðfestum tilburðum umborð á russiska trolarinum er rættað til 29.
Heilsamálaráðið