NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Norðoya Bjargingarfelag 60 ár ídag

15/12/2017

Comments

 
Billede
Í dag er júst 60 ár síðani bleiv Norðoya Bjaringarfelag bleiv stovnað og er Norðoyar Bjargingarfelag eitt av elstu bjaringarfeløgunum í landinum, um ikki tað elsta.

Hetta skrivar Norðoya Bjargingarfelag á heimasíðuni hjá teimum um teirra søgu:

Søga felagsins
Norðoya Bjargingarfelag varð stovnað 15. desember 1957. Endamál felagsins hevur frá byrjan av verið at vekja ans fyri bjarging, veita hjálp, tá tørvur er á tí og at fáa til vega bjargingarbát til Norðoyggjar. Hetta seinasta málið varð rokkið í 2005, tá bjargingarbáturin Ziska kom til Klaksvíkar. Ziska er keyptur úr Onglandi gjøgnum RNLI (ensku bjargingartænastuna) og æt tá Newsbuoy. Navnið Ziska kemur frá klaksvíkinginum og hetjuni Ziska Joensen, ið bjargaði manningini á Ernestinu.
 
Alt arbeiðið, ið verður gjørt í Norðoya Bjargingarfelag, er 100 % sjálvboðið. Síðani felagið varð stovnað í 1957, er ikki ein króna útgoldin í løn. Nærum allur peningur, sum kemur inn til felagið, fer til víðari arbeiði, antin fyri at viðlíkahalda Ziska ella til at skaffa nýggjari og betri útgerð. Tað sum ikki fer til viðlíkahald og útgerð, fer til rakstur og venjingar.
 
Nógv fólk eru knýtt at felagnum. Bæði sum manning til Ziska og eisini sum hjálparfólk og nevnarlimir. Vit hava útbúnar fjallabjargarar, samarittar og onnur røsk fólk knýtt at okkum. Øll eru ikki aktiv hvønn dag fyri felagið, men tá á stendur, eru øll klár.
 
Nakrar ferðir árliga er Norðoya Bjargingarfelagið við í venjingum. Hetta ger, at útgerðin verður roynd, fólkini læra at brúka útgerðina og at arbeiða saman, umframt at ymisku tilbúgvingarnar í Føroyum, fáa høvi at arbeiða heilt tætt.

Í nevndini sita í løtuni hesi:
Jákup J. Jacobsen, formaður
Poul Ivan Askham, næstformaður
Birna Joensen, kassameistari
Leif Johannesen, skrivari
Kristian Johannesen, umsjónarmaður
 
Tiltakslimir eru:
 Birgir Johannesen
Karola Lydersen

Vit ynskja Norðoyar Bjargingarfelag hjartaliga tillukku við degnum.

SáH

Comments

VERKFALL OG VERKBANN Á DAGSTOVNAØKINUM

13/12/2017

Comments

 
Billede
Í morgun byrjaði verkfallið hjá leiðarum og varaleiðarum á dagstovnaøkinum, og hósmorgunin kl. 7 byrjar verkbannið, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur lýst fyri øllum starvsfólkum á dagstovnaøkinum.

Verkfallið, sum pedagogfelagið hevur lýst fyri limum í leiðara- og varaleiðarastørvum byrjaði í morgun, men allir stovnar í Klaksvíkar kommunu hava tó opið sum vant í dag, týsdag 12. desember og í morgin, mikudagin 13. desember.

Tó kunnu ávísir stovnar gerast noyddir at skerja upplatingartíðina ella stongja ávísar stovur hesar báðar dagarnar. Koma slíkar broytingar fyri, verða foreldur kunnaði um hetta.

Frá hósmorgni 14. desember kl. 7 hevur Kommunala arbeiðsgevarafelagið lýst verkbann fyri starvsfólk á dagstovnaøkinum, sum eru limir í pedagogfelagnum.

Hetta hevur við sær, at allir kommunalir barnagarðar og vøggustovur, umframt frítíðarskúlin Snjallabjalla verða afturlatin, til nýggj støða verður millum pedagogfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Verkbannið rakar ikki dagrøktararnar í dagrøktaskipanini hjá Klaksvíkar kommunu, men tilboðið um gestarøkt fellur burtur, meðan verkbannið er galdandi.

Kunning um, í hvønn mun verkbannið ávirkar Húsið, verður tøk á heimasíðuni www.klaksvik.fo, og her verður somuleiðis kunnað, tá broytingar verða í støðuni millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Comments

​Fiskivinnunýskipanin samtykt við 18-15

12/12/2017

Comments

 
Billede
Klokkan 21.15 bleiv Fiskivinnunýskipanin samtykt og endaliga úrslitið bleiv 18 fyri og 15 ímóti. Bill Justinussen úr Miðflokkinum stemmaði eisini fyri uppskotinum.

Ein svartur dagur fyri Norðoyggjar, tí bæði Hanus Hansen og Kristian Martin Rasmussen hava sagt í fjølmiðlunum, at nú vera teir noyddir at umhugsa støðuna og møguliga sleppa sær av vit nøkur skip. 

Góð jólagáva Óluva Klettskarð og Jónleif Johannesen góvu manningini á Sjúrðabergi, nú væntandi hetta skipi verður selt, tí ikki er brúk fyri teimum longur, men Heðin Mortensen úr Tórshavn er glaður, tí nú fær Tórhavnar Kommuna menningarhjálp frá Klaksvík. Einastu økir sum ikki fáa menningarhjálp eru Norðoyggjar og Eysturoyggin.

Eisini verður tað ein katastofa fyri Klaksvíkar Kommunu, tí sambært Jógvan Skorheim, so ferð hetta uppskotið, at fáa álvarsligar fylgjur fyri Kommununa, "nú vera vit noyddir at tillaga fríggjarætlanina av nýggjum", sigur hann við Norðlýsið. Klaksvíkar Kommuna stendur til at missa 70-80 milliónir um árið við hesum uppskotinum

Nógv hava víst sína ónøgd á Facebook við uppskotinum, har tey flagga við merkinum á hálvari stong og tað haldi eg, at vit á Norðoya Portalinum eisini fara at gera.

SáH

Billede
Comments

Trump: Strangari at koma til Amerika

11/12/2017

Comments

 
Billede
Eftir at 27 ára gamli Akayed Ullah royndi at spreingja seg sjálvan í luftini við rørbumbum tætt við eitt buss stað í Times Square í Manhattan, New York - hevur amerikanski forsetin sagt sína meining um flóttafólk.

- Alt ov nógv menniskjur sleppa til okkara land, uttan at tey vera kannaði nóg væl, siga tey úr tí Hvíta Húsinum.

Hví 27 ára gamli Akayed Ullad royndi at spreingja seg sjálvan í luftina, vita tey ikki rættiliga enn - men serkøn fólk meina, at hann hevur fingið inspirasjón frá IS.

JáH (y) 12.12.2017

Comments

Ongin tingfundur byrjaður enn

8/12/2017

Comments

 
Billede
Fundurin skuldi byrjað kl. 09.30, men enn er ongin fundur byrjaður enn. Hvat hendur í Tórshavn?

​SáH

Comments

Ongin skúlagongd á Skúlatrøð

6/12/2017

Comments

 
Billede
Fyri 5. min. avlýstið Skúlatrøð skúlagondina ídag.

Hygg heimasíðan Skúlatrøð, klikk her "Skúlatrøð".
​
SáH

Comments

Kolandi stormur: Gjáarskarð 51 m/s í hvirlunum

6/12/2017

Comments

 
Billede
Veðrið í Klaksvík er ikki so gali júst nú, men aðrastaðni er vindurin sera nógvur. Eitt nú við Gjáarskarð, har er kolandi stormur og í hvirlunum upp til 51 m/s.

Hetta skrivar Landsverk á heimasíðuni hjá teimum klokkan 06:28, sjá niðanfyri.

​SáH



Billede
Comments

Smyril siglir ikki í løtuni

6/12/2017

Comments

 
Billede
​Vegna veður siglir Smyril ikki túrin kl.06:00 av krambatanga og túrin kl.08:30 av Tórshavn. Nærri kunning um sigling verður á heimasíðuni og sms skipanini galdandi 07.12.2016

Comments

Nógvar avlýsingar hjá Strandferðsluni

6/12/2017

Comments

 
Billede
Í løtuni koyra ikki nógvir bussar á fastlandinum. Sjá yvirlit niðanfyri, har allar avslýsingarnar hjá Strandferðsluni eru vístar.

Fyri okkum her norðuri, vera hesar rutur ikki koyrdar í løtuni, tær eru: leið 400, 401, 410, 500 og 504. Soleiðis skrivar Strandferðslan á heimasíðuni hjá teimum:

Vegna verður koyrir leið 400 ikki fyrstu túrarnar í morgun 07. desember 05:55 og 06:50 úr Klaksvík og úr Tórshavn kl. 06:10....

​SáH


Billede
Comments

Norrøna broytt ferðaætlan, siglir nú kl. 17.00

6/12/2017

Comments

 
Billede
​Broytt fráferð 
Fráferðin úr Tórshavn hóskvøldið 7. desember er framskundað til mikudagin 6. desember kl. 17.00.
Check in letur upp kl. 14.00 mikudagin 6. desember.

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.