Veðrið var av tí allerbesta og vágin var spegilsblonk. Tað var stórsligið, har hópin av neyðarrakettum og neyðbluss blivu futtaði av og so tá ið jólaskipið nærkaðist bryggjuna, tað bleiv stórt fýrverk sent upp og tað var sera vakurt.
Hópin av fólki vóru og tóku ímóti jólamonnum og frættist, at hetta var rekord, ongantíð hava so nógv tikið ímóti jólaskipinum sum í ár, øll keiðin var full av fólkum og vóru børnini sera spent at heilsa uppá allar jólamennirnar.
Jólamennirnir vóru garvvillur við sangi saman við Danny the Veetos og tá ið alt var liðugt á pallinum, fóru jólamennirnir runt og góvu øllum børnunum jólapakka.
Ársins rósa fekk Klaksvíkar Hornorkestur og tað hevði Klaksvíkar Hornorkestur sanniliga uppiborið. Teir gera eitt fantastisk arbeiði fyri býin.
Eitt super tiltaka og takk til fyrireikarnar og so vóna vit at vit næsta ár sleppa at varðveita Ågot í flotanum her norðuri, so vit ikki missa okkara stasliga jólaskip.
Her nógvar myndir av jólaskpinum, klikk her: "jólaskipið og Ársins rósa".
Gleðilig jól øll somul.
SáH