Tað frættist, at tað eru minst 35 útlendingar, sum eisini eru deyður í álopunum, tað upplýsti AFP fyri løtu síðani, fólkini eru frá USA, Bretlandi, Týsklandi, Portugal og Ekstra Blaðið upplýsir at danskara eisini eru dripnir.
Lagt var eftir kirkjum, bæði í Batticaloa, Negombo, Comlombo og á eitt gistingarhús í Dehiwala.
Tað var klokkan 5 okkara tíð, at lopi var á fyrstu kirkjuna og var tað í St. Anthonys kirkjuni í Colombo, eftir hetta hildu yvirgangsálopini á runt Sri Lanka og beint áðrenn klokkan 10 okkara tíð ljóðaði enn ein bumbubrestur í Sri Lanka og var tað á gistingarhúsinum Dehawala og har bleiv upplýst at tvey fólk doyðu.
Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharrin í Danmark, skrivar á Twitter fyri góðum tíma síðan hetta:
I condemn the heinous attacks on churches and hotels in Sri Lanka. Our thoughts are with the families and friends of the victims and with the people of Sri Lanka.
Forfærdelige nyheder fra Sri Lanka, hvor en række feje angreb har brudt påskefreden. Vi må og skal stå sammen, når terrorismen viser sit grimme ansigt. Mine tanker er med ofrene og deres familier og de danskere, der befinder sig i Sri Lanka. @UMBorgerservice følger situationen.
Um onkrir Føroyingar eru í Sri Lanka og trongja til hjálp, so kunnu tit ringa til Uttanríkismálaráðið á telefon 0045 33921112, boðar Underigsministeriets Borgerservice frá í morgun, klikk link her: Udenrigsministeriets Borgerservice
SáH
Her meira um yvirgangsálopini í Sri Lanka beint nú: