Jóhan Lutzen var sera sannførandi og segði, at um Tjóðveldi kom til maktina, Ja, so skuldi Dialysuviðgerðin ígongd beinanvegin og innan árið 2015 var farið afturum, Ja, so var føðideildin eisini komin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið aftur.
Nú vit hava Siri Stenberg fyri Tjóðveldi og Eyðgunn Samuelsen fyri Javnaðarflokkin, sum eru Landsstýriskvinnur, við hesum økinum, farið eg at spyrja tær báðar, um nær Dialysuviðgerðin í Norðoyggjum verður sett í verk? tí nú eru 2½ mánaðir síðani tey komu til maktina og einki er hent á hesum økinum?
Mín spurningur er: NÆR VERÐUR DIALYSUVIÐGERÐIN Í NORÐOYGGJUM SETT ÍVERK? og so ein spurning til Jóhan Lutzen, nær verður føðideildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið tikin í nýtslu aftur?
Vónandi kann eg fáa svar frá tykkum báðum skjótast gjørligt.
Norðoya Portalurin fer at fylgja hesum málinum.
SáH