Fyri børn og barnsligar sálur er tað ein spennandi dagur, tá ið jólatræið verður tendrað. Hetta er ein heilt serligur dagur. Tí tá vit tendra jólatræið, sigur tað okkum, at nú kemur tann góða tíðin – fyri nógv er tað tann besta tíðin á árinum.
Men jólatræið: hvat er tað í grundini fyri nakað? Hugsa vit um tað, so er tað ein løgin siður, hetta at taka eitt træ inn í stovuna og pynta tað – fyri so at blaka tað útaftur nakrar vikur ella dagar seinni.
Tað eru ymsar hugsanir um, hvar jólatræið kemur frá.
Men fyrstu ferð vit á skrift hoyra um jólatræið er úr Týsklandi í 1500-talinum. Tá varð træið pyntað við átuligum pynti – og jólatrø vórðu sett upp ymsastaðni, so tey fátøku kundu taka sær matin, sum trøini vóru pyntað við. Tá vóru jólagávurnar hongdar á træið – ikki lagdar undir tað, sum
í dag.
Og tað er ein vakur siður – hetta, at vit á jólum haca tey í huga, sum hava verri kor, enn vit. Tað er jú lætt at geva av yvirflóð, og tað er kærkomið at fáa, tá tú ikki sjálv hevur ráð.
Í dag taka vit træið inn, og hetta vakra grøna træið, sum eisini verður pyntað við ljósum, er eitt gleðiligt tekin um, at grøna várið kemur aftur. At lívið fer at mennast, hóast vakrir summardagar í dag eru eitt fjart minni og ein kám vón. Men vit tendra ljós í myrkrinum, tí ljósið skjótt fer at vinna á myrkrinum aftur. Nú er bara ein knappur mánaður, so gongur aftur móti ljósari tíðum.
Jólatræið er tó eisini eitt tekin um ta veitsluhátíð, sum er fyri framman. Tað fær ofta besta plássið í stovuni og vit pynta tað eftir bestu førleikum við ljósi og litum.
Á trænum renna fortíð og nútíð saman, tá nýtt jólapynt verður blandað við gomlum. Har er keypt pynt, sum verður blandað við tí pyntinum, sum mammuhjørtini eru glaðast fyri: nevniliga tað, sum smáar barnahendur eftir besta førimuni og við góðum hugi hava evnað. Ovast er stjørnan, sum minnir okkum á framtíðina. Hon minnir okkum á tann frelsaran, sum kom á jørðina fyri 2000 árum síðani – men sum eisini hevur lovað, at hann fer at koma aftur.
Træið kann býtast upp í tríggjar partar: Rót, bulur og greinar. Eisini kristindómurin kann býtast upp í tríggjar partar: Gud, Jesus og menniskjan.
Bulurin kann ikki liva uttan rótina, tí hon gevur vætu og megi. Bulurin ber trænum uppi og toyggir seg móti himli, meðan hann førir megina víðari út til greinarnar. Greinarnar eru veikasti parturin, men tær hava tó ein týðandi leiklut, tí hvat hevði eitt træ við ongum greinum verið?
Men vit vita øll, at eitt træ, sum er høgt av síni rót, eins og hetta, ikki er lív lagað. Tá ið høgtíðin er farin, sæst týðiliga á greinunum, at teimum manglar føði. Tær fáa ein brúnligan lit, nálirnar detta av og træið doyr.
Vit siga, at myndin er tann sama millum Gud, Jesus og menniskja. Menniskja er so nógv tann veikasti parturin í skapanarverkinum, og vit kunnu ikki liva uttan ta andaligu føðina. Fáa vit ikki andaliga føði, følna vit eisini. Okkum tørvar megina og máttin, sum bara rótin kann geva okkum. Og jólini eru ein góð tíð hjá okkum at súgva til okkum av andaligari føði.
Men jólatræið tosar eisini um okkara ábyrgd fyri at liva í samljóði við nátturuna. Og tí eiga vit ikki at gera okkum inn á hana.
Hesi trøini verða plantað við tí fyri eygað at verða seld sum jólatrø, og tí er hetta ikki eitt stórt inntriv í náttúruna. Men vit eiga at síggja fram ímóti jólatrænum við rót, har vit aftaná kunnu planta træið til gagns fyri umhvørvið.
Sjálvt um vit ikki hava nakran grannskóg at erpa okkum av – og tí mugu innflyta granntrøini - so er jólatræið nú ein so fastur partur av okkara jólahaldi, at jólatíðin ikki byrjar, fyrr enn jólatrøini kring landið verða tendrað.
Og jólini eru ein so deilig tíð – ein tíð meiri enn aðrar, har vit gera, sum vit plaga. Har gamlir siðir verða pussaðir og endurtiknir. Og tað er bæði deiligt og trygt.
Men hóast jólini 2015 eru lík undanfarnu jólunum, so er heimurin broyttur. Vit frætta sum ongantíð fyrr um kríggj og hatur ímillum menniskju. Vit síggja eina óskiljandi hatursherferð ímillum fólkasløg og átrúnaðir.
Vit eru helst mong, sum eru ivandi, ið hugsa, hvar vit eru á veg, og hvat heimurin fer at bjóða okkara børnum? Her mitt í trygga jólahugnanum, kennist tað ótrygt.
Tú og eg kunnu ikki bjarga øllum heiminum, vit røkka ikki so víða. Men vit megna hóast alt at gera mun. Vit megna at taka avgerðir um frið, virðing og kærleika til næstan.
Vit megna at læra okkara børn virðing fyri hvør øðrum og frið við seg sjálv. Og nær er ein betri tíð at møtast við friði og kærleika, enn júst nú undan jólum?
Lat okkum tilkomnu gerast børn eina løtu. Lat okkum møtast í einføldu barnaverðini. Lat okkum fevna lívið rundan um okkum og gleðast í kærleikanum, har tað er rúm fyri øllum – og eisini tørvur á øllum.
Lat okkum hugsa um jólatræið sum nakað lívgandi, og minnast til ljósketuna, sum einans lýsir, um allar perurnar eru til staðar. Brúk er fyri okkum øllum. Lat okkum ikki hata og døma. Lat okkum fevna, rúma og elska – eins og tað lítla barnið í Betlehem vildi læra okkum.
Lat jólatræðið 2015 verða tendrað í friðarandanum, har vit hugsa um okkara medmenniskju, okkara vøkru náttúru og okkara Gud - og har vit velja frið, kærleika og lív.
Við hesum orðum verður jólatræðið í Klaksvík 2015 tendrað.
Signhild V. Johannesen