Tað verður koyrandi aftur móti morgni.
Við jólakvøðu - Vaktleiðarin
Føroya Politi
Jólaaftan kl. 0130: Landsvegurin millum Kvívík og Vestmanna er stongdur vegna ring koyrilíkindi. Tað verður koyrandi aftur móti morgni. Við jólakvøðu - Vaktleiðarin Føroya Politi 5.000 jólagestir komnir heim við Atlantic Airways Nú kunnu jólini bara koma, tí í dag kl. 16.26 lendi seinasta flogfarið hjá Atlantic Airways áðrenn jól við ferðandi, sum koma heim til jólar, so nú er jólafriðurin við at leggja seg yvir flogvøllin, tí ongin fráferð ella koma eru á skrá aftur fyrr enn annan jóladag✈️🇫🇴🎄 Hesa seinastu vikuna uppundir jól hevur Atlantic Airways havt ikki færri enn 35 komur frá sjey ymsum ferðamálum við tilsamans sløkum 5.000 ferðandi til Føroya – heilt ítøkiliga 4.826 ferðandi⛄️🛫🛬🤩 - Um jólini, eins og tá tørvur er á tí, seta vit altíð eyka flogfør inn, so tað er gjørligt hjá øllum, sum vilja, at sleppa til og úr Føroyum. Og so er tað eisini nakað heilt serligt at flúgva fólk heim at halda jól. Øll eru spent og vilja sleppa heim til síni kæru, so huglagið umborð er altíð eyka gott hesar túrarnar, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways💫 Atlantic Airways Í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2024 er ásett, at 7.000 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2024. Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, í íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum. Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum umsókn. Umsóknarfreistin er kl. 12.00 mánadagin 22. januar 2024. Umsóknarblað fæst her. Eins og áður verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum. Umsóknir skulu lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir. Upplýsast skal, hvat fiskifar skal fiska fiskin, nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, og hvussu hesin kemur til høldar. Greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður í landi eisini. Verður fiskað til matna og ídnað á sama túri/túrum, er fyrimunur, at fiskifar/fiskifør hava egna kvotu til ídnað eisini. Bert brøkpartur av kvotu, latin til matna, kann fara til ídnað. Leinkja til kunngerðina. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið Við nýggjari rennubreyt, nýggjum neystið, væntandi nýggjum hotelli, nýtímans ítróttarøki, so er Klaksvíkin væl fyri at taka móti ítróttarfólkunum og mongu gestunum sum koma til Oyggjaleikirnar 2027. Kunnu kanska ikki hýsa øllum ítróttargreinunum, men teimum flestu, eitt nú fræslum ítrótti, fótbólti, inndura ítrótti og uttandura ítrótti, renningini og er í umboða at gera eitt spildurnýggja skótibreyt og hví ikki byjrað upp á hana í 2024, so tann stóra kappingin kann vera hildin í Klaksvík á leikunum 2027. Tað er av týdningi at Oyggjaleikirnir 2027 vera hildnir um alt landi og tí er sjálvsagt at fleiri kappingar vera hildar í Klaksvík, vit eru til reiðar. Símun á Høvdanum Vit hava haft høvuðsjólamannin í horninum, og hann boðar frá at teir leggja at á vestara armi í Klaksvík fríggjadagin kl. 18🎅🏻 Á veg til Klaksvíkar verður lagt at í Leirvík kl. 17.00🎅🏻 Tá jólaskipið hevur lagt at í Klaksvík, fara jólamenninir niðan á pallin og har fer borgarstjórin at halda røðu. Ársins rósa verður handað🌹 Síðani fara jólamenninir at leika í, og øll børnini fáa jólapakka🎁 Føroya Sjómannadagur Hósdagin 21. desember lat nýggi Sandoyartunnilin upp. Fjórði undirsjóvartunnil í Føroyum er nú veruleiki, og vit ynskja sandoyingum og øllum føroyingum hjartaliga til lukku við nýggja tunlinum! Til hátíðarhaldið seinnapartin flutti løgmaður fram røðu. Røða løgmans Góðu gestir, góðu sandoyingar, góðu føroyingar. Tá ið eg sum smádrongur spældi fótbólt við KÍ, gekk leiðin ofta í Sandoynna at spæla dyst. Tá mátti planlegging til og tíð setast av. Ferðin einvegis var tá minst tríggjar tímar - umframt bíðitíð og gisting náttina áðrenn ella eftir dystin. Tá ferðaðust vit við trimum ferjum. Fyrst um Leirvíksfjørðin, síðani um Skálafjørðin og til síðst um Skopunarfjørð. Í dag eru hesar tríggjar ferjur skiftar út vit tríggjar undirsjóvartunlar. Við nýggja Sandoyartunlinum verður hendan sama farleið nú stytt niður í ein tíma. Allar tíðir á døgninum. Eingin bíðitíð. Eingin ferðaætlan. Hetta er ein nýggj byrjan. Ikki minst fyri tykkum sandoyingar. ***** Føroyar hava gjøgnum árini tikið týdningarmikil samferðslustig. Stig, ið stytta um teinarnar og økja um møguleikarnar. Stig, ið væl og trygt binda okkara land saman. Eitt stig varð tikið í 1963, tá ið fyrsti tunnilin, Hvalbiartunnilin, læt upp. Eitt annað stig var í ‘73, tá ið brúgvin um Streymin varð gjørd. Og enn eitt stig varð tikið í ‘75, tá ið nýggjur Smyril varð settur í sigling. Í dag taka vit enn eitt stig, nú fjórði undirsjóvartunnil í Føroyum er veruleiki. Og við sær hevur nýggi tunnilin tann veruleika, at Føroyar í størri mun fara frá at vera eitt oyggjasamfelag til at vera eitt stórt meginøki við oyggjum aftrat sær. ***** Tað verður spennandi at síggja, hvørjar møguleikar tunnilin fer at hava við sær. Fyri sandoyingar í øllum aldri, fyri vinnulív, fyri ítrótt, fyri framburð. Ja, fyri allar føroyingar sum heild. Ein nýggjur veruleiki við hesum samferðslustigi er møguleikin hjá enn fleiri at velja til og frá millum fjølbroytta stórbýin - øðrumegin og eina róligari tilveru - hinumegin. Hvør veit, kanska nýggj rák liggja fyri framman báðumegin tunnilsmunnarnar? ***** Sandoyartunnilin er uttan iva størsta frambrot fyri Sandoynna nakrantíð. Og fyri restina av Føroyum gevur tunnilin okkum ríkar møguleikar at uppliva og kenna eina av Føroya vakrastu oyggjum. Tí Sandoyggin er serstøk á sín heilt egna hátt. Hon hevur eitt annað landslag, enn aðrastaðni í landinum. Koyrir tú gjøgnum oynna, er hon mjúk og bleyt við ongum stórum fjøllum. Fáir hamrar og skursl, heldur bleytar herður og ryggir. Hon er ikki hægri enn hálvur hagin norðanfyri. Men beint við nýggja tunnilsmunnan Sandoyarmegin er ein andsøgn í mun til annars mjúka og avrundaða lendið. Einar hundrað metrar yvir sjóvarmálanum yvir heyggin er Traðahamar. Ein av longstu samanhangandi homrum í Føroyum. Púra samanhangandi hevur hamarin sama hvassa rókarlag allan vegin. Hann fer út í Sandslíð og endar í Líðarenda saman við Traðafossi, einum av størstu fossum í Føroyum. Hetta speglar á ein hátt fólkið á oynni. Tey eru rólig og fryntlig av lyndi, men tungan kann vera hvøss og beinrakin. Eg hoyrdi herfyri um orðadrátt millum tveir sandoyingar. Ein orðadráttur, ið stóð á yvir nógv ár. Hin eini var sandoyingurin, partamaðurin Jóan Petur Davidsen, sáli. Fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin. Mær fortalt lá Jóan Petur í evigum orðastríði við ein annan sandoying. Teir togaðust, og vóru altíð í orðadrátti. Ein dagin sigur ein triði “Men... tú kanst ikki siga annað enn, at Jóan Petur hevur forstand?”. Tá letur hvassliga í hinum “Tað kann vera... men so hevur hann eitt sera fortreðiligt forstand”. Hetta lýsir kanska, hvussu stinnir og skemtiligir sandoyingar eru í kjaki. Hóast tit nú verða partur av meginøkinum, so vóni eg ikki, at tit broytast ov nógv, men halda fast í tykkum sjálvum. ***** Sandoyartunnilin letur upp dagin áðrenn vetrarsólstøðu. Tá stendur sólin sunnast á himmalinum og hevur við sær ársins stytsta dag og longstu nátt. Hetta er løtan á árinum, tá ið ein tíð endar og ein onnur tekur við. Ofta verður sagt henda dag, at nú gongur móti ljósari tíðum. Hetta kundi ikki verið meira passandi í dag, tí nýggi tunnilin ber sanniliga boð um, at nú gongur móti ljósari tíðum fyri Sandoynna. ***** Her at enda fari eg at nýta høvið at takka øllum, sum hava tikið eitt tak í hesari stóru og týdningarmiklu verkætlan: Arbeiðsfólki, arbeiðstakarum, byggiharra, ráðgevum og øllum øðrum, sum eiga ein lut í verktælanini. Somuleiðis takki eg undanfarnum landsstýrisfólkum á økinum og løgtingum. Tað var eitt samt Løgting, sum samtykti tunnilin. Síðani hava allir flokkar á Løgtingi staðið saman um avgerðina. Og tað hevur verið neyðugt, tí í politikki kann eingin einsamallur føra nakað út í verki. Tó so er eingin ivi um, at tinglimir úr Sandoynni hava gingið á odda og stríðst fyri at gera Sandoyartunnilin til veruleika. Tí ein serlig tøkk til Páll á Reynatúgvu, Brand Sandoy og Gerhard Lognberg. ***** At enda ynski eg øllum sandoyingum og øllum føroyingum hjartaliga til lukku við nýggja Sandoyartunlinum. Nú tað stundar til jóla, og børnini gleða seg til jólagávurnar, vænti eg ikki, at sandoyingar kundu ynskt sær betri og týdningarmiklari jólagávu. Tunnilin er sanniliga uppiborin, og er tað mín inniliga vón, at hann kemur at vera til stóran frama og gagns fyri allar sandoyingar og føroyingar. Takk fyri og til lukku við tunlinum øll somul! Løgmansskrivstovan Frá 1. januar í 2024 er ikki loyvt at hava ein oljutanga, sum er frá 1960 ella eldri. Í hesum sambandi er Klaksvíkar kommuna í holt við at skráseta allar oljutangar í kommununi. Kommunan heitir eisini á tey, sum ongan oljutanga hava, um at skráseta seg í skipanini. Endamálið við arbeiðinum at skráseta oljutangar er at fyribyrgja dálking frá gomlum oljutangum. Hetta stendur í Kunngerð nr. 124 frá 11. september 2018: § 13. Har stedur at ”tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir ella hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skulu takast úr nýtslu soleiðis:” 1) Innan 1. januar 2024, um húsini eru bygd fram til og við 1960. 2) Innan 1. januar 2025, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1961-1980. 3) Innan 1. januar 2026, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1981-2000. 4) Innan 1. januar 2028, um húsini eru bygd eftir ár 2000 Allar kommunur hava tí ábyrgd at skráseta oljutangar í kommununi. Hesir upplýsingar um oljutangar, sum borgari skal lata kommununi, í tann mun tær eru tøkar: 1) Navn og bústað hjá framleiðara. 2) Tangasnið og tangarúmd. 3) Framleiðslunummar og framleiðsluár. 4) Sniðgóðkenningarnummar. 5) Um tangin hevur ovurfyllingarávaring. 6) Um rørskipanin er einstreingjað. 7) Staðseting av tanganum, t.d. í mun til bygning. 8) Byggialdur á húsinum. Skrásetingin kann gerast við at fara inn á leinkið her: https://hugin.fo/registeroiltankhome/26 Klaksvíkar Kommuna Í morgin er ein merkisdagur fyri sandoyingar, og allar føroyingar, tá koyrandi verður undir Skopunarfjørð. Tað var í 2014, at eitt samt løgting tók undir við uppskoti, ið hevði til endamáls at stovna partafelag, ið skuldi byggja og reka Eystur- og Sandoyartunlarnar. Tað var Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður, ið legði uppskotið fram. Vit kunnu í dag fegnast um, at verkætlanin er komin á mál, og at hetta fer at vera eitt stórt framstig fyri Sandoynna, bæði fólk og vinnu á staðnum. Í dag fekk okkara tingmanning so møguleika at vitja tunnilin, og lata tey sera væl at Fólkaflokkurin ynskir øllum sandoyingum hjartaliga til lukku við tunlinum Fólkaflokkurin Árni Skaale Jacob Vestergaard Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Bárður Á Lakjuni Jørgen Niclasen Í kvøld 20. Desembur klokkan 20.00 er seinasta freist at lata uppskot inn til “Ársins Rósu”20/12/2023 Í kvøld 20. Desembur klokkan 20.00 er seinasta freist at lata uppskot inn til “Ársins Rósu”🌹 Aftur í ár verður “Ársins Rósa” heiðrað í sambandi við, at Jólaskipið kemur til Klaksvíkar🌹 “Ársins Rósa” er ætlað sum eitt herðaklapp til ein persón, sum hevur víst serligt hjálpsemi, samfelagssinni ella, sum á annan hátt hevur verið fólki og samfelagi at serligum gagni. Í nevndini, sum fyriskipar “Ársins Rósa”, sita borgarstjórin, umboð fyri Jólaskipið og umboð fyri blað norðoyinga Norðlýsið. Navn á viðkomandi persóni saman við stuttari frágreiðing um, hví hesin persónur verður skotin upp, skal sendast til Norðlýsið, Klaksvíksvegur 28, 700 Klaksvík, ella um teldupost til info@nordlysid.fo. Vónandi fáa vit nógv uppskot, tí tey eru ikki so fá í samfelagnum, ið hava eitt herðaklapp uppiborið ❤️ Føroya Sjómannadagur |
Greinar
May 2024
|