Aftur í ár verður “Ársins Rósa” heiðrað í sambandi við, at Jólaskipið kemur til Klaksvíkar🌹
“Ársins Rósa” er ætlað sum eitt herðaklapp til ein persón, sum hevur víst serligt hjálpsemi, samfelagssinni ella, sum á annan hátt hevur verið fólki og samfelagi at serligum gagni.
Í nevndini, sum fyriskipar “Ársins Rósa”, sita borgarstjórin, umboð fyri Jólaskipið og umboð fyri blað norðoyinga Norðlýsið.
Navn á viðkomandi persóni saman við stuttari frágreiðing um, hví hesin persónur verður skotin upp, skal sendast til Norðlýsið, Klaksvíksvegur 28, 700 Klaksvík, ella um teldupost til info@nordlysid.fo.
Vónandi fáa vit nógv uppskot, tí tey eru ikki so fá í samfelagnum, ið hava eitt herðaklapp uppiborið ❤️
Føroya Sjómannadagur