Hon skrivaði rastiskar viðmerkingar um Valerie Jarrett - har hon ímillum annað skrivaði at Muslimski Brøðrarskapurin og Planetin av Apum hava fingið eitt barn og tað barnið er VJ (Valarie Jarrett, red.).
Showið hjá Roseanne Barr fekk sostatt bert ein sesong - og eru sera mong, sum eru kedd av tí. Øll hava tikið sína frástøðu frá Roseanne Barr, sum nú roynir av øllum alvi, at biðja um umbering fyri tað hon skrivaði tann 28.05.2018 um Valarie Jarrett. Men forseint - showið Roseanne, sum hevði áleið 14 milliónir hyggjarar - er tikið vekk av skránni hjá ABC.