NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Trupult at taka Kringvarpið seriøst

30/5/2018

Comments

 
Billede
​Í 5-6 mánaðir hava kommunustýrislimir í Suðuroynni saman brúkt nógva tíð og orku uppá at greina og lýsa støðuna í Suðuroynni, og harnæst arbeitt við menningarátøkum, sum skulu ávirkað gongdina í Suðuroynni, skulu skapa menning og framburð.

Fyri okkum í Suðuroynni er støðan á ongan hátt undirhald ella stuttlig.

Les meira HER

JáH (y) 30.05.2018

Comments

Norðoyastevna: Skrá og Ferðslubroytingar

29/5/2018

Comments

 
Billede
​Summarið verður skotið í gongd við norðoyastevnuni, sum er á skránni hetta vikuskiftið.

Sum vant er norðoyastevnuskráin aftur í ár forvitnislig og fjølbroytt, og hon fevnir víða um list og mentan av alskyns slag. 

NORÐOYASTEVNUSKRÁIN SÆST HER

Í samband við stevnuna er eisini vert at hava ferðslubroytingar í huga, um ferðast verður við bili. Ferðslubroytingarnar raka ein stóran part av miðbýnum, serliga Vágstún, Gerðagøtu, Uppsalagøtu og Bøgøtu. 

FERÐSLUBROYTINGARNAR SÍGGJAST HER

​
Ferðslubroytingarnar eru galdandi frá fríggjadegnum 1. juni kl. 15 til mánamorgunin 4. juni kl. 6.

Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

Hans Fróði á Toftanesi DØMDUR

28/5/2018

Comments

 
Billede
42 ára gamli Hans Fróði á Toftanesi bleiv dømdur ígjár - at sita í 3 ár og 9 mánaðir í fongsul fyri at fingið eina mammu at gera seg inn á sín 4 ára gamla son.

Les eisini: Fekk somu revsing um mamman

Hans Fróði segði rættinum ímillum annað hetta:

- I bagklogskabens skyld: Er jeg et fjols? Absolut. Har jeg gjort noget forkert? Ja. Var det min intention? Aldrig.

Hans Fróði á Toftanesi fekk sama dóm sum mamman - har hann hevði eggja 43 ára gomlu mammuni til at gera seg 43 ferðirnar inn á hennara egna fýra ára gamla son. Hans Fróði hevur kært dómin, men skal sita varahaldsfongslaður til tað tíð.

Les allar greinina hjá Ekstra Bladet HER

JáH (y) 29.05.2018
Kelda: Ekstra Bladet

Comments

Asvaltera Gerðagøtu týskvøldið

28/5/2018

Comments

 
Billede
Vegna asfaltarbeiði verður partur av Gerðagøtu stongdur týskvøldið 29. mai kl. 21, til mikumorgunin 30. mai kl. 6.00

Talan er um vegastrekkið frá rundkoyringini og niðan til Tummas Thomsen, sum verður asfalterað í hesum tíðarskeiðnum.

JáH (y) 29.05.2018
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

Nomi Jacobsen sett í tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Skála skúla

28/5/2018

Comments

 
Billede
Tíðindabræv

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett Nomi Jacobsen í tíðaravmarkað starv sum fyrstalærara í Skála skúla skúlaárið 2018/19 frá 1. august 2018 at rokna.

Nomi Jacobsen er 56 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 1989, umframt at hon m.a. hevur tikið Diplomútbúgving í sernámsfrøði, skeið í leiðslu og er ávegis við Diplomútbúgving í leiðslu.

Nomi Jacobsen hevur eftir lokna læraraútbúgving øll árini starvast í fólkaskúlanum, fyrstu árini sum einalærari, eitt skifti sum lærari og síðan fyri tað mesta sum fyrstilærari. Hon hevur síðstu tvey árini verið skúlastjóri í Vestmanna skúla.

Nomi avloysir verandi fyrstalærara, ið hevur fingið játtað farloyvi komandi skúlaár.

​Kelda: Løgtingið

Comments

Afhganiskir mynduleikar dripið 9 persónar av misgávum

28/5/2018

Comments

 
Billede
Mynduleikin í Afghanistan sigur nú, at tað varð av misgávum, at 9 persónar blivu dripnir mánakvøldið - har tey flestu vóru sivil.

Ímillum tey 9 deyðu - varð eisini ein lokal løgreglumaður, sum lat lív og átta onnur fingu skaða, upplýsur guvenørurin í Nangarhar, Haytullah Hayat fyri fjølmiðlunum, skrivar NTB.

JáH (y) 29.05.2018

Comments

Seta seinastu hond á Norðoyastevnuteitið 2018: Endurreising

28/5/2018

Comments

 
Billede
Nú eru ikki nógvar venjingar eftir hjá teimum, sum spæla við Norðoyastevnuteitinum 2018. Heili 12 leikarar eru við hesaferð - og hvør ein leiklutir krevur sín mann/kvinnu. Tey hava vant sera nógv í seinastuni og hava verið ófør, at møtt upp til venjingar.

Talan er ikki bara um lokalt skemt - men eisini um nakað, sum flest allir føroyingar fara at føla seg raktar. Hetta er nakað, sum hevur kravt harða venjing og nú byrjar tað ordiliga at líkast teim Teitinum, sum vit elskaðu so nógv frá fyrr av.

​Les eisini: Stuttlig endurreising á Norðoyastevnu

Pallurin verður sjálvandi í Atlantis - sum er sum skaptir til endamálið. Nú vænta einans tríggjar gjøgnumgongdir av Teitinum og so eru tey til reiðar, at trína á pallin við alheimsins skemti og sangi.

Umframt at tað eru 12 leikarar við - so er eisini eitt húsa orkestur við og tveir ljóð- og ljósmenn. Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur ordiliga spíla seg út hesaferð og vit gleða okkum at síggja teg á Norðoyastevnu.

Sýningarnir sum lýstar eru:

Fríggjadagin Kl. 19.00 og Kl. 21.15 (Tú klárar akkurát Gekkin)

Leygardagin Kl. 19.00 og Kl. 21.00

Sunnudagin Kl. 18.00 og Kl. 20.00


Til ber at keypa billettir HER ella 1 tíma undan sýning í Atlantis.

JáH (y) 29.05.2018

Comments

Samrøða við Emry um Norðoyastevnuteitið í Morgunsendingini

28/5/2018

Comments

 
BilledeEmry Jo og Nicolina Rubeksen
Morgunsendingin hjá KVF hevði eitt prát herfyri við forkvinnuna hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Emry Jo.

Sum vera man - so verður hetta eitt avbera stuttligt tiltak, at fara til á Norðoyastevnu og longu nú sæst á heimasíðuni hjá Atlantis, at áhugin innan Teitið er sera stórur.

Keyp billettir til Teitið HER

Hoyr samrøðuna við Emry niðanfyri:

​JáH (y) 29.05.2018

Comments

Børnini kláraðu seg sera væl í Atlantis

27/5/2018

Comments

 
Billede
Tey úr Dramaskúlanum hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag - megnaðu sera væl at framføra ígjár - har tey høvdu tvær sýningar.

Les eisini: Børn og ung framføra skemtileik í Atlantis

Sjónleikurin Oyggin varð áleið 40 minuttir og skjótt gekk tað fyri seg í dialogi, sum børnini sera væl dugdi at framføra. 

Her varð talan um skemt í stórum klassa og sigast skal eisini, at tað vóru børnini sjálvi, sum høvdu skrivað leikin og haldi eg, at hesum vóru tey sloppin sera væl burturúr. Leikstjórin Ebba Malena Debess Thomsen hevur gjørt eitt gott arbeiðið fyri hesu børn og er hetta samstundis nakað, sum hon kann vera sera stolt av - nú hon í næstum fer niður at læra meira innan sjónleikara økið. Vit á Klaksvíkar Sjónleikarafelag ynskja henni alt tað besta.

JáH (y) 28.05.2018

Comments

George Bush (senior) aftur á sjúkrahús

27/5/2018

Comments

 
Billede
Talsmaðurin Jim McGrath hjá fyrrverandi forsetanum, George Bush (senior) skrivar á Twitter - at forsetin aftur nú er endaður á sjúkrahúsinum.

- Hann hevur ov lágt blóðtrýst og er útlúgvaður, skrivar McGrath.

Men eftir øllum at døma, so hevur hann tað gott eftir umstøðunum, er vakin og kann tosað.

Hetta er næstu ferð, at forsetin er endaður á sjúkrahúsinum - síðan konan hjá honum doyði tann 17. apríl í ár. George Bush (senior) er annars 93 ára gamal.

JáH (y) 28.05.2018

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2026
    May 2026
    April 2026
    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.