NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Stórir eldur í einum sethúsum í Klaksvík ínátt

27/4/2015

Comments

 
Picture
Klokkan umleið fýra ínátt bleiv boðað frá stórum eldi í einum sethúsum á Bøgøtu.

Sløkkiliðið, politi og sjúkrabilar vóru skjót á staðnum og í løtuni sløkkja teir tað síðsta.

Alt mannskapi hjá Sløkkiliðnum var boðsent og góðan tíma aftaná fekst tamarhalda á eldinum, men tað er enn eldur í húsinum.  

Norðoya Portalurin var á staðnum, her nakrar myndir og fleiri vera lagdar út seinni.

SáH


Comments

Kvøldframsýningin væl vitja

27/4/2015

Comments

 
Picture
Norðoyar Portalurin var forbí Ósaskúlanum kl. 19.00 ígjárskvøldið og hugdi eftir framsýningini hjá kvøldskúlanum og tá vóru nøkur fólk og vitjaðu.

Tosaði vit onkrum, sum vísti fram og segði viðkomandi, at nógv fólk høvdu verið til framsýningarnar í ár.

Skráin var hendan:

15:00 Framsýningin letur upp
15:00 Heilsukafé'in er opin í niðastu hædd
16:00 Harmonikutónar
16:45 Próvhandan
17:00 Linedansur
20:00 Framsýningin letur aftur

Kvøldsskúlin ferð nú í summarfrí og so verður byrja aftur einaferð, tá ið skúlarnir byrja aftur í august/september.

Her nakrar myndir frá framsýningini ígjár.

SáH 

Comments

Landsverk boðar frá hálku

25/4/2015

Comments

 
Picture
Frá at hava eina viku, har næstan varð summar - so sær út til, at vit hava fingið ein nýggjan vetrardag og Landsverk boðar frá hálku kring alt landið:

Hálku fráboðan:

Gjáarskarð - 06:37: Boðað verður frá hálku.
Vatnsoyrar - 06:37: Boðað verður frá hálku.
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 06:37: Boðað verður frá hálku.
við Velbastaðháls - 06:37: Boðað verður frá hálku.
Sandoy, á Brekkuni Stóru - 06:37: Boðað verður frá hálku.
Ørðaskarð, Fámjinsvegurin, - 06:26: Boðað verður frá hálku.
Kambsdalur - 06:38: Roknast kann við hálku .
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 06:38: Roknast kann við hálku. 
Runavík - 06:38: Roknast kann við hálku. 
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - 06:37: Roknast kann við hálku .
Streymnes - 06:38: Roknast kann við hálku. 
Høgareyn - 06:37: Roknast kann við hálku. 
Sandavágshálsur - 06:37: Roknast kann við hálku. 
Kaldbaksbotnur - 06:37: Roknast kann við hálku. 
Sund - 06:38: Roknast kann við hálku. 

Fá meira at vita um veðrið við at trýsta her


Comments

Flaggsdagshald í Klaksvík

24/4/2015

Comments

 
Picture
Leygardagin tann 25.apríl kl.15.30 verður flaggdagshald í Vágstúni, har Petur Martin Hansen flytur fram røðu

Um ikki viðrar, verður haldið í KFUM & K.

Aftan á hátíðarhaldið bjóða KFUM- og KFUK-skótarnir "flaggdagskaffi" í KFUM & K. Har verður eisini skipað fyri mat- & køkutombola.

Vegna fyrireikarnar 
KFUM- & KFUK-skótarnir og Skótalið Nólsoyðar Pálls

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Comments

1.100 á miðnám í summar

24/4/2015

Comments

 
Picture© Mentamálaráðið
Hósdagin 23. apríl fingu 1.079 umsøkjarar at vita, at teir kunnu byrja á miðnámi. Hetta svarar til, at 92% av umsøkjarunum kunnu fara undir eina miðnámsútbúgving. Av hesum eru 54% gentur.

Á gymnasialu útbúgvingunum eru samanumtikið fleiri gentur enn dreingir, meðan dreingir eru í meirluta á yrkisútbúgvingunum.

Á yrkisútbúgvingarøkinum hevur útbúgvingin innan fyrisiting, handil og skrivstovu flestar umsøkjarar, 65% eru gentur. Næst hesari koma el og hárfríðkan, og eru hesar so at siga óblandaðar, tá tað snýr seg um kyn. 

Seinastu árini eru nýggj tilboð komin á yrkisútbúgvingarøkinum, sum serliga venda sær til gentur, og tí eru alsamt fleiri gentur, sum eisini søkja inn á hesar.


Les meira HER

Kelda: Mentamálaráðið

Comments

Landsstýrið letur neyðhjálp til flóttafólk

24/4/2015

Comments

 
Picture© Heilsumálaráðið
Landsstýrið hevur á fundi gjørt av at lata eina millión krónur at hjálpa støðuni við flóttafólkum við Miðjararhavið.

- Støðan við Miðjararhavið er álvarsom og ein stór avbjóðing. Við hesum fíggjarliga stuðli vísa vit, at Føroyar eru til reiðar at taka ábyrgd í altjóða samfelagnum, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í neyðhjálparmálum.

Les meira HER

Kelda: Heilsumálaráðið


Comments

Dramatikkur í Klaksvík ímorgun

24/4/2015

Comments

 
Picture
Beint eftir kl. 11.00 fór stóri alarmurin frá í Klaksvík. Har politi, sløkkiliðsbilar og sjúkrabilar fóru ýlandi ígjøgnum býin. Fyrst til Norðoyatunnilin, men so við fúkandi ferð norður til Árnafjarðatunnilin, har hildu var, at eldur var í einum bili.

Lukkutíð var tað bara roykur og ongin mansskaðið var. Bilurin stóð beint uttanfyri tunnilsmolan, tá ið Norðoya Portalurin var á staðnum og tá vóru menn og kannaði bilin.

SáH
 

Comments

Fleiri bundin av sterkari rúsevnum

22/4/2015

Comments

 
Picture
Talið av fólki, ið leita sær viðgerð vegna sterkari narkotisk rúsevni er vaksandi. Í fjør høvdu 15% av teimum, ið vóru í viðgerð á Blákrossheiminum, brúk fyri hjálp vegna misnýtslu av sterkari rúsevnum.  

Ársfrágreiðingin hjá Blákrossheiminum fyri 2014 er komin út. Hon vísir millum annað, at tað eru fleiri og fleiri, ið leita sær hjálp vegna misnýtslu av sterkari evnum. Í fjør var talið 15% í mun til 12% árið fyri. Og hyggja vit yvir eitt longri tíðarskeið, so er hetta talið nógv vaksið, sigur Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum. 

Tá ið talan eru um hvat slag av rúsandi evnum, fólk gerast bundin at, er ein munandi broyting farin fram tey seinastu árini. Tó so alkohol er framvegis nógv tann stórsti trupulleikin. Hagtølini á Blákrossheiminum vísa, at fólk, sum eru bundin at ymiskum rúsandi evnum, eisini eru bundin at alkohol. 69% av teimum, sum vóru í viðgerð í 2014, høvdu trupulleikar av alkohol, í mun til 63% í 2013. Hini 31% umboða tey, hvar alkohol var blandað saman við øðrum rúsevnum. Í 2013 var hetta talið 37%. 

Les meira HER

JáH (y) 23.04.2015
Kelda: Blái Krossur

Comments

Hjartaliga tillukku við 100 ára degnum Norðlýsið. Her 100 myndir.

16/4/2015

Comments

 
Picture
Ídag fyllir Norðlýsið 100 ár og har vóru nógv fólk og vitjaði ímorgun.

Stjórin John William Joensen fekk orðið fyrst og ynski øllum at vera vælkomin.

Aftaná fekk borgmeistarin Jógvan Skorheim orðið og segði hann, hvussu stóran týdning Norðlýsið hevði havt og hevur fyri Klaksvíkinga.

Har var pinnamatur at fáa og klokkan 14.00 ídag verður borðreitt við grillaðum "grísið". Norðoya Portalurin ynskir Norðlýsinum, Hjartaliga tillukku við 100 ára degnum og vóna vit at tit halda áfram 100 ár afturat. Her nakrar myndir frá hátíðarhaldinum, sjá niðanfyri.

SáH

Comments

Slóðbrótarin Klaksvíkar Sjúkrahús vísir okkum vegin. Landssjúkrahúsið hinvegin, vísir okkum klandur, klandur og kaos, har læknarnir eru í fokus......

15/4/2015

Comments

 
Picture
Slóðbrótarin Klaksvíkar Sjúkrahús, hevur stríðs ígjøgnum øll síni ár, við at fáa síni rættindi við at dríva eitt Sjúkrahús. Har denturin hevur verið, at gjørt tað so liviligt sum gjørligt, fyri okkara sjúklignar, sum eru innlagdir og hava fingið læknahjálp her norðuri.

Hin parturin Landssjúkrahúsið, hevur klandrast øll árini og bara forlanga, forlanga, forlanga og fingið eykajáttan eftir eykajáttan., men einki er gott nokk og teir klandast enn.

Einasta tey eru samd um har suðuri, er at niðurleggja okkara vælvirkandi Sjúkrahús her norðuri, tá eru øll samd, men ein kann spyrja hví vilja tey tað? man tað ikki vera øvundsjúkheit?, tann sjúkan er sera ring at basa. 


Tey skuldi staðinfyri komu norður og lært seg, hvussu man drívur eitt Sjúkrahús, har sjúklingur er í fokus og ikki sum har suðuri, har yvirlæknaðir eru í fokus.

Tann 24. oktober 1988 hevur Dagblaðið grein um søguna hjá Klaksvíkar Sjúkrahús til 1980, sjá niðanfyri:

SáH

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.