NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ein skaddir uttanfyri Maverick Barr

10/4/2015

Comments

 
Picture
Tíbetur fyri tey flestu, var tað dagligi leiðarin í Maverick, Símun á Høvdanum, sum fekk sítt vinstra knæ úr lið, fyrst í hesari vikuni, tá ið hann traðkaði skeivt, í ruðuleikanum uttanfyri Maverick, sjá myndir.

Hesin sjónleikurin frá Klaksvíkar Kommunu má nú halda uppat, tað kann ikki vera rætt, at onnur í býnum fáa flísar lagdar og tað verður arbeitt dag og nátt til at fríðka uttanfyri hjá teimum og Maverick Barr, sum liggur mitt í hjartanum í Klaksvík, skal síggja út sum eitt runidýggið og eitt arbeiðspláss, nú í næstan eitt hálvt ár. 

Hvat billa tit tykkum inn og hvør hevur ábyrgdina av, um fólk bróta seg sundir á økinum. Eg fekk mítt knæ úr lið í hesari vikuni og tað kann taka fleiri mánaðar til at eg fái tað fríðsk aftur. 

Rokni við, at um tað var ein av tykkara "sokallaðu" góðu borgarnum í býnum, sum hevði brotið seg sundir, so høvdu til handla umgangandi og fingið gjørt arbeiðið liðugt umgangandi. 

Sigi bara, langt úti og tað ringasta, vit missa pengar uppá hetta óskilið hvønn dag.

SáH 

Comments

Klaksvíkingur flotaður og venjingin er byrjað

10/4/2015

Comments

 
Picture
Siður var, at bátarnir hjá Klaksvíkar Róðrafelag vóru flotaðir flaggdagin tann 25. apríl, men í ár blivu bátarnir flotaðir 10 apríl. 

Norðoya Portalurin var og tók nakrar myndir av, tá ið manningin á Klaksvíkingi fór fyrsta túrin í ár.

Beint áðrenn teir fóru úr neystinum, tá kom Fipan Fagra á støð og sjálvandi fekk Norðoya Portalurin myndir av teimum eisini. Spurdi genturnar, um hvat málið hjá teimum var í ár  og søgdu tær allar við ein munn, at tær skuldi gera alt fyri at vinna.

Klaksvíkar Róðrafelag hevur bíðlagt ein nýggjan Klaksvíking og er tað aftur hesaferð Sámal Hansen sum smíðar og væntandi verður nýggju Klaksvíkingurin handaður felagnum í apríl, men verður tó ikki flotaður fyrrenn 1. mai og tá ætlar Klaksvíkar Róðrafelag, at gera nógv burturúr.

Manningin á Klaksvíkingi tóktist sera uppsett, spennandi verður at síggja, hvussu tað ferð at gangast teimum í ár. Norðoyar Portalurin ynskir KRF góðan byr og gott kappingarár.

SáH

Comments

Náttarboksin í Bank Nordik digitalisera

10/4/2015

Comments

 
Picture
So hevur gamla náttarboksin hjá Føroya Banka sæð sínar síðstu dagar.

Nú ber bert til at koyra pengar av dagsins umsetningini í digitaliseraða náttarboksina og sum nú eisini hevur broytt navn til døgnbox.

SáH

Comments

Ungdómur og átrúnaður

7/4/2015

Comments

 
Picture
Ungdómur og kristindómur:

“Og sveinurin Sámuel vaks og mentist og vann yndi bæði hjá Guði og monnum.” 1 Sámuelsbók 2,21.

“Heldur tú at ungdómurin hevur nóg stóra virðing fyri kristindóminum?” spurdu nakrir fólkaskúlanæmingar meg í Vesturkirkjuni herfyri.

Ungdómurin er tað besta, vit eiga!

Ein hin rámasti sálmurin í Sálmabókini Fedranna kirkja í Føroya tjóð sigur tað væl í 7. ørindi:
Føgur var fjøldin, ið forðum fann
frelsu í fedranna kirkju,
nú kemur framtíðin okkum ann,
kristnaður ungdómur einans kann
vera vár vón og várt virki.


Les meira HER

JáH (y) 08.04.2015
Kelda: kristin.fo

Comments

Kynsligur ágangur

7/4/2015

Comments

 
Picture
Skeið um kynsligan ágang byrjar í Betesda týskvøldið 14.04.15 klokkan 19:30. 

Undirvíst verður í tveir tímar við kaffisteðgi. 

Áhugaði kunnu venda sær til Jørund Hansen. [email protected] ella á tlf 211588


JáH (y) 08.04.2015
Kelda: Betesda

Comments

Blái Krossur setur tvey nýggj starvsfólk

7/4/2015

Comments

 
PictureTil vinstru: Majbritt Olsen, Havn, er sett sum fyribyrgingarráðgevi og bólkaleiðari. Til høgru: Alisa Hammer, Strendur, er sett sum bólkaleiðari.
Blái Krossur søkti herfyri eftir nýggjum fólkum til fyribyrgingarráðgeva og bólkaleiðarum í verkætlanini ”Øll hava rætt til góð barnaár”. Nú eru hesi bæði størvini sett.

Majbritt Olsen, Havn, er sett sum fyribyrgingarráðgevi og bólkaleiðari. Majbritt er 33 ár og útbúgvin sálarfrøðingur. Majbritt hevur starvast á Sálarfrøðistovuni í tvey ár, men hevur eisini nomið sær fleiri ymiskar royndir at arbeiða millum børn og ung við trupulleikum í Føroyum og í Manchester í Onglandi. Bæði professionelt og í sjálvbodnum arbeiði, millum annað í kristnum høpi 

Sum fyribyrgingarráðgevi og bólkaleiðari fer Majbritt m.a. út á skúlar, til ungdómshús, til ungómsbólkar, at vitja konfirmantar, til ungdómsmøti, og aðrastaðni har ung eru, og har møguleiki er at sleppa inn, og kunna og upplýsa um vandan við rúsdrekka og rúsevnum.
Majbritt byrjar 1. apríl í starvinum.

Alisa Hammer, Strendur, er sett sum bólkaleiðari í 20% tíð. Alisa er 36 ár, útbúgvin námsfrøðingur og hevur harafturat eina familjuterapeutiska útbúgving. Alisa hevur millum annað arbeiðsroyndir frá Margarinfabrikkini og barnaheimi í Uummannaq í Grønlandi umframt at hon hevur starvast sum bólkaleiðari hjá Beranum, ið eru bólkar hjá teimum, ið hava mist onkran av sínum kæru, síðani 2009. 
Alisa byrjar 1. mai í starvinum.


Majbritt og Alisa fara saman at leiða bólkarnar ”Øll hava rætt til góð barnaár”. Hetta eru bólkar fyri børn og ung, ið liva í einum heimi, har rúsevamisnýtsla er. Bólkarnir savnast umleið 14 hvønn dag. Tað hevur víst seg, at stórur tørvur er á hesum bólkunum. 


Er onkur, ið hevur hug at koma í bólkarnar, so er at seta seg í samband við Bláa Kross á tel 770700.


Í Bláa Krossi fegnast vit um, at vit aftur kunnu seta meira orku inn at arbeiða fyribyrgjandi, at fólk enda í misnýtslu av rúsdrekka ella rúsevnum. Eisini fegnast vit um, at bólkarnir ”Øll hava rætt til góð barnaár” kunnu halda fram, og at hava fingið dugnalig starvsfólk, at taka sær av hesum uppgávunum.

JáH (y) 08.04.215
Kelda: Blái Krossur



Comments

Tíðirnar endaligt broyttar !!!

4/4/2015

Comments

 
Picture
So er tað endaligt broytt hjá Landsverk viðvíkjandi tíðunum har koyrandi er ímillum Kunoyartunnil.

Tann nýggja tíðin er kl. 22.00 til kl. 06.00, sum jú er tann sama, sum teir brúktu seinasta ár. Og koyrandi er ímillum á midnátt, kl. 02.00 og kl. 04.00.

Arbeiðið hjá Landsverk byrjar tann 7. apríl og endar tann 28. juli, um alt gongur sum atlað.

Í greinini Tíðarnir broyttar (les grein HER) har spurdu vit tykkum, hvat fyri tíð tit høvdu dáma best, har arbeitt bleiv uppá Kunoyartunnil og har hava tey flestu eisini svara frá kl. 22.00 til kl. 06.00 - so hvør veit, kanska hevur Landsverk lurta eftir okkum ?!?

Eftir nógv umtalað stríð um arbeiði uppá Kunoyartunnil, so fara vit í hesum umfarið ikki at skriva nógv meira um hetta og lata arbeiðsmennirnar hjá Landsverk arbeiða í frið uppá tunnilin. Og samstundis so fara vit at takka øllum teimum, sum arbeitt hava fyri, at tíðirnar eru broyttar til tað, sum tær eru í dag - nevniliga 22.00 til 06.00.

JáH (y) 05.04.2015

Comments

Grunnur Mentanartiltøk 2015

3/4/2015

Comments

 
Picture
So er aftur tíð at finna fram pennin at skriva eina umsókn, um tú hevur okkurt áhugavert hugskot til tiltak at fremja innan mentanarøkið í ár í Klaksvíkar kommunu.

Lýsing við oyðiblaði er nú at finna á heimasíðu kommununnar, við treytum og tíðarfreist um nær søkjast kann.

Umsóknirnar skulu vera inni í seinasta lagi mikudagin 15. apríl 2015 á middegi. Umsóknirnar verða viðgjørdar í fundi í Mentanarnevndini 20. apríl 2015.

Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, følbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking.

Tiltøk, framførslur, framsýningar o.l, sum stuðul verður latin til, skulu vera í Klaksvíkar kommunu í 2015. 

Fæið er kr. 210.000,-, og í fjør fingu 20 áhugaverdar verkætlanir stuðul frá grunninum. Meira kunning og oyðiblað fæst niðanfyri.

Klikk her og síggj lýsingingar og oyðiblaðið:

Lýsinging


Oyðublað

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Comments

Samanlagdi skúlin skal hava navn og búmerki

3/4/2015

Comments

 
Picture
Fólkaræðisliga tilgongdin hevur sermerkt skúlamálið og hetta heldur sjálvsagt fram. Fólkið skal geva samanlagda skúlanum navn, sigur Jóhann Lützen formaður í Trivnaðarnevndini.

Klaksvíkar býráð samtykti á býráðsfundi 26. mars 2015 at skrivað út navna- og búmerkjakapping fyri nýggja fólkaskúlan í Klaksvíkar kommunu. 

Ein dómsnevnd fer nú til verka, og eftir páskir fer nevndin at kunngera kappingina í miðlunum, har tað verður greitt nærri frá kappingartreytum, vinningi o.s.fr.

Vit minnast øll aftur á okkara tíð í fólkaskúlanum og tískil er fólkaskúlin týðandi fyri okkara samleika.

Skúlin í Klaksvík skal eisini hava sín egna samleika. Ein partur av hesum er at finna eitt hóskandi navn og búmerki, og eg vóni, at fólk fara at taka hendan møguleika til tín við at luttaka í hesari tilgongdini, sigur Jóhan Lützen, trivnaðarnevndarformaður.   

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Comments

Christianskirkjan í Klaksvík fer at hjálpa fólki í sorg

2/4/2015

Comments

 
Picture
Tað eru tey bæði Elisabeth Akursmørk og Hanus á Gørðum, prestur, sum hava tikið stig til at seta á stovn ein sorgarbólk, sum ferð at møtast einaferð um vikuna. 

Hoyr samrøðuna við Elisabeth Akursmørk, klikk á myndina ella klikk her "Christianskirkja fer at hjálpa fólki í sorg".

Kelda: KVF

SáH


Comments
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.