Stjórin John William Joensen fekk orðið fyrst og ynski øllum at vera vælkomin.
Aftaná fekk borgmeistarin Jógvan Skorheim orðið og segði hann, hvussu stóran týdning Norðlýsið hevði havt og hevur fyri Klaksvíkinga.
Har var pinnamatur at fáa og klokkan 14.00 ídag verður borðreitt við grillaðum "grísið". Norðoya Portalurin ynskir Norðlýsinum, Hjartaliga tillukku við 100 ára degnum og vóna vit at tit halda áfram 100 ár afturat. Her nakrar myndir frá hátíðarhaldinum, sjá niðanfyri.
SáH