
Á gymnasialu útbúgvingunum eru samanumtikið fleiri gentur enn dreingir, meðan dreingir eru í meirluta á yrkisútbúgvingunum.
Á yrkisútbúgvingarøkinum hevur útbúgvingin innan fyrisiting, handil og skrivstovu flestar umsøkjarar, 65% eru gentur. Næst hesari koma el og hárfríðkan, og eru hesar so at siga óblandaðar, tá tað snýr seg um kyn.
Seinastu árini eru nýggj tilboð komin á yrkisútbúgvingarøkinum, sum serliga venda sær til gentur, og tí eru alsamt fleiri gentur, sum eisini søkja inn á hesar.
Les meira HER
Kelda: Mentamálaráðið