NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Russisk skip sleppa ikki at kaj í Danmark, verður tað sama galdandi í Føroyum í morgin?

19/4/2022

Comments

 
Picture
Hetta bleiv sett í verk tann 16. apríl 2022 og í morgin er 1. viðgerð av uppskotinum til Løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina, klikk her og sjá uppskotið: 1. viðgerð, hetta Trafikstyrelsen um teirra forboð, at russisk skip ikki sleppa leggja á kaj í donskum havnum.

Anløbsforbud mod russiske skibe
Efter den 16. april 2022 vil det være forbudt for havne i EU at modtage fartøjer, der er registreret under russisk flag.

I forbindelse med Den Europæiske Unions 5. sanktionspakke mod Rusland, er der den 8. april 2022 vedtaget et forbud mod russisk flagede fartøjers adgang til danske havne. Sanktionerne fremgår af forordning nr. 2022/576 af 8. april 2022 , der er direkte gældende i Danmark, og som tilsidesætter havnenes modtagepligt for de omhandlede fartøjer.
I henhold til forordningen er det således efter den 16. april 2022 forbudt at give adgang til EU-havne for fartøjer, der er registreret under russisk flag. Forbuddet gælder også for fartøjer, der har skiftet deres russiske flag eller deres registrering til en hvilken som helst anden stats flag eller register efter den 24. februar 2022.

Det er således den lokale havnemyndighed, der skal sikre, at den konkrete havn ikke anløbes af fartøjer, der har forbud mod adgang til danske havne.

Modtagelse af fartøjer omfattet af forbuddet er strafbelagt i medfør af straffelovens § 110c, stk. 3.
Hvis en havnemyndighed har mistanke om, at et konkret skib er omflaget i perioden efter 24. februar 2022, kan havnemyndigheden kontakte Trafikstyrelsen på [email protected] med henblik på afklaring af mistanken, som om nødvendigt retter henvendelse til Søfartsstyrelsen.

For øvrige spørgsmål kan havnemyndigheden kontakte Trafikstyrelsen på [email protected].

Afvisning af fartøjet
Hvis en havn bliver bekendt med, at et fartøj under russisk flag nærmer sig havnen, skal havnen kontakte skibet evt. via Lyngby Radio, som kan oprette en VHF-radio forbindelse mellem havnen og skibets VHF-radio, og orientere om, at skibet er omfattet af forbuddet mod russisk flagede fartøjers adgang til danske havne.

Trafikstyrelsen og Søfartsstyrelsen kontrollerer to gange dagligt i SafeSeaNe, og i National Single Window (NSW)/THETIS, om der er anmeldt ankomst af russisk flagede fartøjer. I bekræftende fald giver Trafikstyrelsen besked til den havn, hvortil der er anmeldt ankomst.
Det skal understreges, at anløbsforbuddet også gælder russisk flagede skibe, der ikke indrapporterer til SafeSeaNet og NSW/THETIS.
Såfremt der er russiske flagede fartøjer i danske havne, når forbuddet træder i kraft natten efter den 16. april 2022, skal pågældende havn orientere skibsføreren om, at fartøjet er omfattet af forbuddet og skal forlade havnen.

Omfattede fartøjer
Anløbsforbuddet gælder for:
Et skib, der falder ind under de relevante internationale konventioners anvendelsesområde.
En yacht med en længde på 15 meter eller derover, som ikke fragter gods, og som medfører højst 12 passagerer.
Et fritidsfartøj eller et personligt fartøj som defineret i Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2013/53/EU.
Forbuddet gælder således både skibe, der fragter gods og for fritidsfartøjer.

Undtagelser
Forbuddet gælder ikke for fartøjer, der har behov for hjælp og har fået anvist et nødområde/nødhavneanløb af hensyn til sikkerheden til søs eller for at redde liv til søs.
Forordningen indeholder muligheder for, at et russisk skib kan opnå dispensation fra forbuddet mod anløb af danske havne. Såfremt en havn ønsker, at et skib skal undtages for forbuddet under henvisning til undtagelsesbestemmelserne nævnt i forordningens Artikel 3ae, fremsendes begrundet dispensationsanmodning til Trafikstyrelsen.
​
Trafikstyrelsen
​

Russarnir eru í holt við at javna Ukraine við jørðina og drepa frá hond í túsundvís av fólkum um dagin. Skal Føroyar stuðla slíkum fólkum? Hetta fáa vit at vita í Løgtinginum í morgin. ​

Picture
Comments

Gongur vilt fyri seg í Svøríki

16/4/2022

Comments

 
Picture
Tað gongur sera vilt fyri seg í Svøríki, stovnarin av Stram Kurs hevur í tríggjar dagar skipa fyri mótmælistiltøkum í fleiri býum í Svøríki, har hann hevur brent Koranir av og har hava verið harðir bardagar við politi og innflytarar, eitt nú í Malmø, Stockholm, Linköping, Norrköping og Ørebro.

Fleiri løgreglufólk eru komin til skaða og fleiri løgreglubilar eru brendir av, eisini eru vanligur bilar og ein bussir bleiv brendur av í gjárskvøldið í Malmø.

Mótmælisfólkini sum tey flestu eru harðrendur islamistar og muslimar brúka steinar og múrblokkar at blaka eftir løgreglufólkunum og í gjár koyrdi ein teirra inn í politiforðingina í Malmø , har hann bleiv handtikin og er nú skuldsettur fyri ætla mannadráp.

Paludan bleiv eisini raktur av einum steini í beini í gjár og løgreglan stoppaði mótmælistiltakinum hjá honum  í Malmø og koyrdi hann burtur í skundi.

Í gjár var tað ófriður í fleiri býum í Svøriki, har sera nógvir tilflytarar eru fluttir til tey seinastu árini og har løgreglan slett ikki hevur tamarhald á teimum og eru tey við at yvirtaka fleiri býir í Svøríki við teirra trúgv og lógum.

Rasmus Paludan, er ein danskur sakførari og hevur eisini svenskan tjóðarskap, hann stovnaði Stram Kurs í 2017 og fremst í teirra stevnuskrá er, at man skal hava islam út úr vesturlendskum londum og har islam ikki skal hava ávirkan á mentan og trúgv í vesturheiminum.

Her filmsklipp og myndir frá Svøríki.

Picture
Lýsing MakeTravel
Lýsing MakeTravel
Comments

2. Páskadag er familjugudstænasta í Christianskirkjuni

15/4/2022

Comments

 
Picture
2. Páskadag er familjugudstænasta kl. 11.00 v/Hanusi á Gørðum. Vit fáa sang frá Árna Brandurssyni Petersen. Aftaná gudstænastuna er ein drekkamuður í kirkjukjallaranum, og okkurt gott undir góman til børnini.

Easter Monday at 11 am we have a family worship service with the priest, Hanus á Gørðum. Árni Brandursson Petersen will sing. After the service everyone is welcome for coffee, the and cakes in the church basement.

Christianskirkjan

Comments

Ljósskipanin má tillagast og betrast

14/4/2022

Comments

 
Picture
Borgarstjórarnir í Klaksvíkar, Hvannasunds og Viðareiðis kommunu møttust í dag til fund um nøkur felags áhugamál. Eitt av málunum var eftirmeting av ljósskipanini, sum stýrir ferðsluni í tunlunum norður um fjall.

Niðurstøðan frá fundinum var, at flestu borgarar eru glaðir fyri skipanina og ikki vildu verið ljósskipanina fyri uttan. Serliga er skipanin góð fyri trygdina í tunlunum, ikki minst nú summarið nærkast og bæði ferðafólk og tung ferðsla fer at koyra gjøgnum tunlarnar.

-          Sjálvt um vit sum heild eru væl nøgd við skipanina, so hevur skipanin nú verið virkin áleið eitt ár, og ein tílík skipan skal eftirmetast leypandi, soleiðis at hon best tænir borgarunum, sum dagliga brúka tunlarnar, sigur Atli S. Justinussen, virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Borgarstjórarnir í teimum trimum kommununum viðgjørdu á fundinum tær áheitanir, sum borgarar norðafyri tunlarnar vóru komnir til teirra við, og samdust um trý ítøkilig uppskot, ið kunnu betra um ferðsluna.

Skotið verður upp, at Landsverk ger hesar tillagingar:
At skipanin verður sløkt leygardag og sunnudag í vetrarhálvuni, frá 1. okt til 30. apríl.
At ljósskipanin skal virka frá kl. 07:00 til kl. 19:00, ístaðin fyri frá kl. 06:00 til 20:00.
At betri skelting verður sett upp við tunnilsmunnan, sum greiðir frá, hvussu skipanin virkar. T.d. í Klaksvík kann skelti vísa, at tunnilin er opin kl. 17:07, 17:22, 17:37 og 17:57.

​Klaksvíkar Kommuna

Picture
Comments

Viðmerking til brotið í Degi og Viku tann 7. apríl, har Hans Ellefsen umrøður tilfeingisgjaldið

14/4/2022

Comments

 
Picture
Haldi at fleiri av hugsanunum hjá Hans Ellefsen (HE) sleppa at standa uttan mótspæl, tí hettar íkastið til kjakið frá mínari síðu. Eg hugsi, at tað er viðkomandi og sunt at lýsa útsagnirnar hjá HE frá einum øðrum sjónarhorni, tí tær hava manglar, og heimurin er ikki so einfaldur og svartur/hvítur, sum HE leggur upp til. Um vit skula taka rætta avgerðir, er umráðandi, at hesi málini verða lýst frá fleiri sjónarhornum.

Flest øll eru vit samd um, at neyðugt er við tilfeingisgjaldi. Avbjóðingin er at stilla hettar soleiðis, at tað er best hóskandi, so vit framhaldandi hava búskaparvøkstur og fáa sum mest inn av tilfeingisgjaldi. Íløgur hjá vinnulívinum geva búskaparvøkstur bæði meðan íløgan verður gjørd t.d. tá ein smoltstøð verður bygd og eftirfylgjandi, tá hendan kemur í rakstur, tí útflutningsvirðið veksur. Útflutningurin er hóast alt umleið 10 mia. av einum BTÚ uppá umleið 22 mia. og privatu íløgurnar eru hartil somuleiðis ein týðandi partur av BTÚ. Fyri at geva ein ábending av týdninginum av privatum íløgunum so kunna vit gera eina lítla samanbering. Hyggja vit at alment atkomuligum tølum fyri íløgur, so síggja vit til dømis í uppskotinum til játtanarkarmar dagfest 31. mars 2022 á síðu 5, at íløguútreiðslurnar sveiggja millum 566 mió. og 524 mió. í árunum 2022-2027. Taka vit ein av privatu aktørunum, so kunna vit hyggja eftir Bakkafrost, sum er skrásett á keypsskálanum og tí hevur nógv tilfar, ið er alment. Í kunningartilfari dagfest september 2021, á síðu 49, kann lesast, at Bakkafrost ætlar at gera íløgur fyri 6,2 mia. í tíðarskeiðnum 2022-2026, harav 55% ella áleið 3,4 mia. verða gjørdar í Føroym. Tað vil siga, at Bakkafrost, einsamalt, ger íløgur fyri umleið 680 mió. um árið. Við øðrum orðum, so eru íløgurnar hjá Bakkafrost (einsamalt) størri enn íløgurnar í játtanarkørmunum. Vøksturin í okkara BTÚ seinastu árini er í stóran mun komin frá júst hesum keldum, privatum íløgum, sum hava viðført øktan útflutning.

Havi meira enn einaferð staðfest, at allarhelst er tilfeingisgjaldið stillað ov lágt, og at ein roynd verður gjørd seinri í ár, at koma við meira ítøkiligum íkasti til hettar kjakið. Tá hugsað verður um játtanarkarmarnar komandi árini, so nyttar ikki bert at hava fokus á tilfeingisgjald; neyðugt er eisini at hugsa um útreiðsluvøkstur. Tað er serliga tað síðsta, sum eg legði meg eftir mánadagin 4/4-22, sum KVF síðani klipti úr (soleiðis at boðskapurin broyttist) og letur HE svara uppá í D&V tann 7/4, uttan at eg hevði møguleika at viðmerkja svarið hjá HE.

Ein situr við hugsanini, at neyðug stig ikki verða tikin fyri at tálma vøkstrinum í útreiðslunum tí politikkarar liva í vónini um, at tilfeingisgjaldið loysir allan trupulleikan. Tilfeingisgjaldið er ein ótømandi kaggi, sum vit altíð kunnu lyfta lokið av og taka meira burturúr. Henda hugsan verður styrkt av útsøgnini hjá HE. Sum nevnt, havi eg fleiri ferðir sagt at tilfeingisgjaldið allarhelst kann hækka, men dentur má leggjast á, at vit ikki sleppa undan at hyggja eftir útreiðslunum.

Í D&V tann 7/4 heldur HE uppá, at avgjøld á vinnuna ikki ávirka íløguhugin og harvið ikki ávirka búskaparvøksturin frameftir, so leingi ein skattar “yvirnormalan” vinningin. Hettar er ein sannleiki, ið ikki røkkur allan vegin á mál. Um tað var so einfalt, at avgjøld og skattur ikki ávirka íløguhugin, hví gera lond sum Skotland lokkandi avtalu um 130% afturbering av skatti til alifyritøkur, um hesar gera íløgur í Skotlandi? Leitar ein til onnur lond, har alivinnan eisini hevur stóran týdning, sum t.d. Norra, so eru eisini røddur frammi har um at avgjald ávirkar íløguhugin hjá alivinnuni –  hetta eru røddir hjá professarum í Norra. Meira um hettar seinni.

Tað er jú ein sannroynd, at tað eru fleiri lond, sum royna at fáa fyritøkur at gera íløgur hjá teimum fyri at fáa búskaparvøkstur, arbeiðspláss og harvið meira pening til vælferð. Amboðiðini, hesi brúka í kappingini um at fáa íløgur, eru avgjøld og skattir. Tað er sjálvandi soleiðis, at um vinnan  ongan annan møguleika hevur at virka enn júst har hon er, tá kann stórt avgjald leggjast á “óvanligan” vinning, men hevur hon møguleika at velja hvar hon ger sínar íløgur, tá má gjaldið stillast soleiðis, at íløgurnar verða gjørdar her hjá okkum og ikki í útlandinum.

Spurningurin er tí, hvørjar valmøguleikar hevur vinnan, og eru hesir eins fyri alla vinnuna (fiskivinna og alivinna)? Næsti spurningur er, hvussu sær eitt ítøkiligt roknistykki fyri íløguna út, áðrenn og eftir skatt, fyri tær fyritøkur, sum hava valmøguleikan at gera íløgur í Føroyum, Skotlandi ella aðrastaðni?

Føroysk fiskivinna á sjógvi hevur avmarkaðar møguleikar at reka fiskivinnu á sjógvi í øðrum londum sum t.d. í Norra og Íslandi. Orsøkin er lóggáva um eigaraviðurskifti. Í fleiri londum er eitt ynski um, at fiskirættindi ikki blíva seld av landinum. Har eru fleiri aðrar avmarkingar, men tær lata vit liggja. Føroysk fiskivinna á sjógvi er tí avmarkað í sínum møguleikum at flyta sínar íløgur, innan fiskivinnuna á sjógvi, aðrastaðni.  Eg velji ikki at gera meira við fiskivinnuna á sjógvi í hesum brævi, tí samrøðan í D&V 7/4 var einamest um alivinnuna. Har eru tó ivamál í sambandi við útsagnir um tilfeingisgjaldið í hesari vinnuni, ein kundi umrøtt nærri, men tað koma vit aftur til eina aðru ferð.

Búskaparliga sæð kann fiskivinnan ikki gera íløgur í annað enn aðrar vinnur, sum allarhelst geva minni avkast av kapitalinum enn teirra primera vinna (fiskivinna á sjógvi), orsakað av avmarkingum í lógini. Virkini hyggja eftir teimum ítøkiligu útrokningunum av íløguni, eftir skatt/avgjøld, og taka avgerð hareftir. Tey hava tó ikki valmøguleikan at fara í onnur lond og velja tí at flyta sítt virksemi í aðrar vinnur.

Hinvegin er alivinnan í teirri støðu, at hon kann velja at gera íløgur í Føroyum, Skotlandi, Íslandi o.s.fr. Velur alivinnan ikki at gera íløgur í Føroyum, men heldur at gera íløgur í øðrum londum, júmen so fáa hesi londini tann búskaparvøksturin og arbeiðsplássini, og hartil vælferðina, sum hesar íløgur kasta av sær.

Hugsa vit eitt dømi, har t.d. Bakkafrost skal gera íløgur fyri 500 mió., og valið stendur ímillum at gera hesar í Føroyum ella í Skotlandi, so vilja skattur og avgjøld – líkamikið um hesi eru av yvirnormalum vinningi ella ikki – ávirka ítøkiliga úrslitið roknað eftir skatt/avgjøld. Virkir byggja sínar avgerðir á ítøkiligar útrokningar eftir skatt.

Tað er soleiðis, at ein ítøkilig útrokning (t.d. gjørt eftir kapitalværdimetoduni) av eini íløgu tekur hædd fyri sjálvari íløguupphæddini og síðani nettoúrsliti fyri hvørt árið (inntøkur-útreiðslur) afturdiskonterað til tíðspunkt null. Er munur á skattinum/avgjaldi í Føroyum og Skotlandi, tá vil hettar ávirka ársúrslitið við at hægri skattur/avgjald gevur lægri árligt úrslit. Hettar kann soleiðis føra til, at ein íløga í Skotlandi kemur framum eina í Føroyum, tí avgjøld ávirka úrslitið eftir skatt.

Vit muga hyggja eftir, hvat loysir seg best eftir skatt, ikki bert áðrenn skatt – t.v.s. at hyggjast má eftir veruligu útrokningini, sum fyritøkan ger, og ikki bert yvirskipaðum teoretiskum hugsanum, sum útsagnirnar hjá HE byggja á. Tørvin á einum skifti har ein ikki bert hevur fokus á eitt yvirskipað macro modell, men heldur tekur hædd fyri ítøkiligum útrokningum fyri ta einstaku íløguna (micro modell) verður millum annað viðgjørd av Federici og Parisi 2015 í frágreiðingini “Do corporate taxes reduce investments?” har hesir millum annað skriva “…recently, there has been a shift in attention away from macro modeling toward micro modeling. Such interest has also been driven by data availability, but also by increasing awareness of the inappropriateness of aggregate data if one wishes to understand the fundamental determinants of investment.” Ein staðfesting av at tað er óheppið at brúka yvirskipaði aggregerede modellir um ein ynskir at skilja og greina atburð ísv ítøkiligar íløgur hjá virkjum.

Aftur til dømi við íløgum í Skotlandi. Tað vil siga, at íløgan í Skotlandi hevur hægri vinning eftir skatt, um skatturin/avgjøld verða ov høg í Føroyum (kapitalvirðið verður hægri í Skotlandi har avgjøld og skattur eru lægri). Við øðrum orðum mugu vit brúka veruleikakendar útrokningar fyri at greina støðuna rætt.

Samanumtikið hava fiskivinna á sjógvi og alivinna ikki eins treytir, og ávirkar hettar møguleikan at krevja upp avgjøld frá vinnuni. Jú betri møguleikar ein fyritøka hevur at flyta sítt virksemi har avgjøldini eru lægri, jú minni kann krevjast inn, tí krónu fyri krónu, sum verður brúkt til íløgur, so vil eitt lægri avgjald (alt annað líka), gera tað meira áhugavert at gera íløgur har gjaldið (skatturin) er lægri.

Sum nevnt, hava vit eitt ítøkiligt dømi um lokkan við lægri avgjøldum úr Skotlandi. Í Skotlandi er eitt ynski um hægri búskaparvøkstur, fleiri arbeiðspláss og hægri vælferð, og amboðið skotar brúka í kappingini við onnur um at fáa íløgur er t.d. møguleikin fyri skattligum avskrivingum (eitt avgjald av mongum).

Her er brot úr einum átaki, sum skotar gera, fyri at fáa íløgur (dagfest 1. oktober 2021). Lýsir hvat og hví:

“The UK and Scottish government offer several tax and grant incentives to businesses to encourage growth and investment in particular areas, generally with a focus on job creation, research and development and capital investment.

This note summarises some of the main opportunities available to The Scottish Salmon Company.

Super-deduction

In order to stimulate investment, the UK Government has introduced an enhanced tax deduction on plant and machinery expenditure that is available from 1st April 2021 to 31 March 2023.

The incentive allows a 130% deduction of qualifying capital expenditure from taxable profits e.g. the purchase of a £100,000 machine will result in a £130,000 deduction from taxable profit in the year of purchase. At the current tax rate of 19% this would reduce the tax bill by £24,700.”

Hettar eru munandi átøk fyri at fáa fyritøkur at gera íløgur í Skotlandi. Til dømis kann ein fyritøka gera íløgur fyri kr. 100.000,- og draga frá kr. 130.000,- sama ár. Her á okkara okkara leiðum blívur slíkt skattliga avskrivað yvir fleiri ár. Í Skotlandi verður, í løtuni, tískil avskrivað runt roknað 6 ferðir so skjótt sum á okkara leiðum, alt eftir hvat slag av íløgu talan er um.

Hettar verður gjørt tilvitað fyri at lokka íløgur til fyri at fáa fleiri íløgur og harvið hægri búskaparvøkstur o.s.fr. Ein alifyritøka stendur soleiðis í støðuni, har hon kann gera íløgur í  Føroyum ella í Skotlandi – valið hvar íløgan verður gjørd, verður sjálvandi ávirkað av, hvussu nógv liggur eftir, og har spæla avgjøld og skattir sín lut, tí fyritøkur gera ítøkiligar útrokningar eftir skatt, tá valið stendur millum tvær íløgur.

Í Norra er eisini eitt kjak í hvønn mun avgjøld á alivinnuna ávirka íløguhugin í nýggjar verkætlanir, sum hava váða við sær, t.d. aling úti á opnum havi. Spurningurin er um hægri avgjøld gera slíkar verkætlanir minni áhugaverdar? Bæði sum einstakar verkætlanir, og tá ein kann velja ímillum fleiri.

Professarar (Bård Misund, Petter Osmundsen og Ragnar Tveterås) við lærda háskúlan í Stavanger royna at greina avleiðingarnar av einum grunnrentuskatti í norskari alivinnu, og serliga hvørjar avleiðingarnar kunnu vera av skattamodellinum.

Teir eru ikki ímóti at skatta tilfeingisrentuna, men ávara, at tað kann hava avleiðingar hvussu hetta verður gjørt, og hvussu høgur tilfeingisskatturin er. Júst tað sum eg eisini havi ført fram. Áhugaði hava møguleika at lesa meir um hesi ivamál við at fylgja fylgjandi slóðum:

https://www.tu.no/artikler/lakseskatt-stopper-baerekraftig-havbruk/477409

https://ilaks.no/professor-om-grunnrentebeskatning-for-hoy-skatt-kan-presse-naeringen-over-pa-landbasert-oppdrett-eller-mot-andre-land/

​https://ebooks.uis.no/index.php/USPS/catalog/book/46


Nevndu professarar siga millum annað fylgjandi:
“Denne (skrivari: avgjøld) gjør lønnsomme prosjekter ulønnsomme. Vi har utført prosjektberegninger som viser at denne skattemodellen vil stoppe utviklingen mot mer bærekraftige utbyggingsløsninger innen havbruk.

Nye og mer bærekraftige utbyggingsløsninger er under utvikling i oppdrettsbransjen, for eksempel offshore anlegg, lukkede anlegg i sjø og semi-lukkede anlegg.

Tilnærmingen er utelukkende teoretisk, og man sjekker ikke ulike skattesystem opp mot faktiske prosjekter og faktisk investeringsatferd. Da får man resultater av den typen man har i kraftsektoren, der det er velkjent at samfunnsøkonomiske oppgraderingsprosjekter innen vannkraft hindres av skattesystemet.

En skatt må utformes under realistiske antakelser om bedriftenes tilpasninger. Vi kartlegger selskapenes faktiske investeringsatferd og legger denne til grunn. På basis av dette lager vi realistiske investeringsmodeller for ulike typer prosjekter i kystsonen og offshore. Vi undersøker samfunns- og bedriftsøkonomisk lønnsomhet for investeringsprosjekter i konvensjonelle åpne merder, for lukkede merder i sjø og for offshore oppdrettsanlegg. For å undersøke om en grunnrenteskatt virker vridende ser vi om prosjektets lønnsomhet endrer seg etter skatt i forhold til før skatt.

Konklusjonen fra analysen er entydig. Investeringer i ny oppdrettsteknologi vil påvirkes negativt av særskatten, og prosjektene vil ikke bli realisert.  Poenget er at disse er mer kapitalintensive og ligner på vannkraftprosjekter.“

Teir koma eisini inná sjónarmið sum eg føri fram:

“Ragnar Tveterås og Bård Misund ved Universitetet i Stavanger forsker på grunnrenteskatt i fiskeri- og havbruksnæringen.

– Blir skatten satt for høyt, kan det presse næringen over mot landbasert oppdrett, mot oppdrett utenfor fjordene og mot andre land uten slike avgifter. Dette blir en vanskelig avveining. Grunnrenteskatt på havbruk kan trigge utflagging av havbruk til kystlokaliteter og landanlegg i andre land, som Chile, USA og Kina, sier professor Tveterås ved Universitetet i Stavanger til Dagens Næringsliv, og understreker at faren for utflagging er reell.”

 “En ny særskatt kan ha en fundamental og vidtrekkende påvirkning på oppdrettsnæringens videre vekst og fremtid i Norge. Det er nødvendig å analysere grunnlaget for, og konsekvenser og vridningseffekter av en ny særskatt i havbruksnæringen. Det er godt dokumentert i litteraturen at vridende skatter kan føre til redusert investering og vekst, både i økonomien generelt, og på selskapsnivå (Nerlove et al., 1993; Auerbach, 2002; Gordon og Hines, 2002; Hasset og Hubbard, 2002; Hines, 2007; Djankov et al., 2009; Federici og Parisi, 2015).”

Samanumtikið er hugsanin hjá hesum, at har er eitt samband millum íløguhugin og skattir/avgjøld. Hugsanir – um tað loysir seg ella ikki – byggja á íløgurokning, har ein í fyrsta umfari kannar um ein íløgu loysir seg í sær sjálvum, hareftir kannar mann um íløgur loysa seg í mun til hvørja aðra. Amboðini ið blíva brúkt eru er “absolut og relativ fordelagtigit”, eisini kallað Fundamentalprincip 1 og Fundamentalprincip 2. Modellini sum blíva brúkt til ítøkiligar útrokningar eru kapitalværdimetodan (tann mest “rætta”), henda verður síðan stuðla av annuitetsmetoden, interne rentefods metode og tilbagebetalingsmetoden.

Afturat hesum muga vit ikki gloyma, at tilfeingisgjald bert kann roknast av tí laksi, sum er í sjónum, tí stórar íløgur á landi, ið skapa virði ikki er eitt tilfeingi, sum fyritøkurnar hava fingið, men eitt virði, sum tær hava skapt og skapa í beinleiðis kapping við aðrar alifyritøkur á altjóða marknaðinum. Hesin parturin má tí takast úr útrokningini av “yvirnormalum” vinningi.

Tað eg ynski at vísa á, er at eitt mál kann lýsast frá fleiri síðum. Smálutirnir í hesum máli eru fleiri og kanska hartil fløktir, men skotar geva neyvan ein fyrimun til alifyritøkur, sum gera íløgur í Skotlandi uttan orsøk. Kjakið í Norra gevur somuleiðis ábendingar um, at tað er skilagott at hugsa seg sum. Haldi hettar undirbyggir mína hugsan.

Samanumtikið merkir hettar, at føroyingar muga duga at javnviga og seta tilfeingisgjaldið soleiðis, at vit fáa sum mest av íløgum, ið skapa búskaparvøkstur, arbeiðspláss og vælferð, samstundis sum vit fáa eitt hóskandi høgt tilfeingisgjald øllum, ið her búgva, at gagni. Ikki bert her og nú, men eisini um 10 ella 20 ár.

Við hesum vóni eg, at ljós er kastað á myndina, og at lesarin sær at litspælið er ríkari enn HE leggur upp til.

Sum áður nevnt aðrastaðni, so er ætlanin hjá Búskaparráðnum at gera meira við málið um tilfeingisgjald til heystar. Soleiðis er hettar íkastið mítt persónliga íkast til kjakið. Tó so, hóast tað eg føri fram er grundað á mína egnu áskoðan, so er mín áskoðan stuðlað av øðrum uttanlands, vísandi til áðurnevndu keldur í hesum skrivi. Har er rúgvismikið tilfar at taka afturí. Orsøkin til at skrivið kemur longu nú er, at tað ber illa til at útsagnir, sum ikki fult og heilt halda, sleppa at standa óroyndar.

Gleðiligar páskir øll somul.

Fróði Magnussen

Picture
Comments

Norðoya Sparikassi skal skifta tak undir einari risa tjaldbúð

14/4/2022

Comments

 
Picture
Hvat gerð man tá ið man hevur eitt veðurlag sum tað í Føroyum og man skal skifta tak, man fær sær eina risa tjaldbúð og so kann man skifta tak í øllum veðrið.

Her tvær myndir, sum eg havi fingið sendandi, myndirnart tiknar í gjárskvøldið ella í morgun.

Tit eru vælkomin at senda mær myndir og tíðindir, so eg kann koyra tær í News.fo og Norðoya Portalin, alt hevur áhuga. Send meyl til [email protected]

Gleðiligt hevði eisini um tit eisini sendi onkrar lýsingar.

​SáH

Picture
Starvslýsing Klaksvíkar Kommuna
Comments

Føroyar og Japan undirrita samstarvsyvirlýsing

11/4/2022

Comments

 
Picture
Í dag hava Føroyar og Japan undirritað samstarvsyvirlýsing. Yvirlýsingin hevur til endamáls at skipa ein formligan karm fyri samstarvi millum Føroyar og Japan á handilsøkinum, umframt innan gransking, mentan og útbúgving o.a. Samstarvsyvirlýsingin varð undirritað í Tokyo.

Fyri Føroyar undirritaði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, og fyri Japan undirritaði Takako Suzuki, ráðharri í uttanríkismálum.

”Føroyar hava í fleiri ár virkað fyri at styrkja samstarvið við Japan, serliga á handilsøkinum. Samstarvsyvirlýsingin er eitt týdningarmikið fet á hesi leiðini, eisini fyri samstarvið innan mentan, útbúgving og gransking,” sigur Jenis av Rana landsstýrismaður.

”Japan er eitt fólkaræði við somu kjarnuvirðum viðvíkjandi rættartrygd, talufrælsi og mannarættindum sum Føroyar. Japan er eisini oyggjasamfelag og fiskivinnutjóð, er tí ein samstarvspartur í Asia, sum Føroyar eiga at raðfesta. Japan er eisini ein stórur og spennandi marknaður fyri føroyskan útflutning,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Comments

​Hilmar Eliasen farin frá sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins

11/4/2022

Comments

 
Picture
Fíggjarmálaráðið og Hilmar Eliasen hava gjørt avtalu um, at Hilmar Eliasen gevst sum stjóri fyri Strandfaraskipum Landsins.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur sett Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara, sum virkandi stjóra.

Fíggjarmálaráðið

Comments

Vaksandi eftirspurningur eftir íbúðum

8/4/2022

Comments

 
Picture
Hóast føroyingar í stóran mun framvegis keypa og byggja vanlig sethús, so er siðbundna bústaðarmynstrið við at broytast. Alsamt fleiri íbúðir verða bygdar, og eftirspurningurin eftir dýru fermetrunum er í støðugum vøkstri.

Bústaðarmynstrið broytist
Seinastu 10 árini er talið av íbúðum í Føroyum hækkað munandi, og á Streymoynni eru fleiri enn 500 nýggjar íbúðir bygdar í tíðarskeiðinum. Í 2021 vóru heili 144 av 197 nýggjum bústøðum á Streymoynni íbúðir.

“Vit síggja framvegis ein stóran eftirspurning eftir sethúsum kring landið, men serliga eftirspurningurin eftir smærri búeindum er vaksin nógv seinastu árini. Alsamt fleiri føroyingar velja at selja stóru sethúsini, tá ið børnini eru flutt heimanífrá, tí tey ynskja sær ein minni bústað, ið er lættari at halda,” sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn. Hóast útboðið av íbúðum er størri enn áður, so veksur eftirspurningurin skjótari, og tað er við til at leggja trýst á prísin.

Picture
Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyn.
​Vegurin inn á bústaðarmarknaðin
Umframt vaksandi eftirspurningin eftir íbúðum hjá eldra ættarliðnum, so standa smærri búeindirnar eisini ovaliga á ynskilistanum hjá teimum ungu, ið skulu fóta sær á bústaðarmarknaðinum.

“Sethúsaprísirnir hava verið støðugt vaksandi seinastu árini, og tað er ein av bjóðing hjá teimum, ið skulu seta búgv. Hóast rentan hevur verið lág, og tað í nógv ár hevur verið lutfalsliga bíligt at læna pening, so gera høgu sethúsaprísirnir tað trupult hjá ungum fólki at keypa eini hús. Tá eru ráðini ofta at byrja við at keypa eina íbúð, ið bæði kostar minni at keypa og halda,” sigur Petur Mohr Niclasen.

Fólkavøksturin hevur verið umleið 800 um árið síðani 2018. Av teimum er helvtin í Tórshavnar kommunu, og hetta sæst eisini aftur í eftispurninginum.
Picture
Miðalprísurin á íbúðum hækkaði við uml. 170.000 kr. úr 2,50 mió. í 2020 til 2,67 mió. í 2021. Tað svarar til ein prísvøkstur á 7%. Í fimm ára tíðarskeiðinum frá 2016 til 2021 hækkaði miðalprísurin á íbúðum við uml. 740.000 kr. úr 1,93 mió. til 2,67 mió. kr. Tað er ein prísvøkstur á uml. 38%.

Fyrstu fermetrarnir teir dýrastu
Broytta bústaðarmynstrið hevur við sær, at eftirspurningurin eftir íbúðum er vaksandi hjá bæði yngra og eldra ættarliðnum. Fleiri hava ráð til at bjóða upp á smærri bústaðirnar, og talan er eisini um lutfalsliga dýrar fermetrar. Í 2021 var miðal fermetraprísurin á einari íbúð í høvuðsstaðnum undir 60 fermetrar 45.400 kr., meðanfermetraprísurin fyri stóru íbúðirnar omanfyri 100 fermetrar í miðal var 27.200 kr. Í summum førum verða íbúðir eisini seldar fyri ein fermetraprís, ið liggur um 50.000 kr. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir miðal fermetraprísir á íbúðum í Tórshavn í 2021.

Fermetrar Prísur Fermetraprísur
Picture
Óviss framtíðarútlit
Í løtuni eru nógvar íbúðir í gerð, og fleiri byggiverkætlanir eru ávegis. Kundar rinda ein høgan prís fyri nýggjar íbúðir, ið hava góða staðseting, og lítið bendir á, at tørvurin á smærri búeindum verður nøktaður í næstum. Tó eru tað nú nøkur viðurskifti, ið kunnu væntast at tálma stóra prísvøkstrinum, hevur verið seinastu árini. Hækkandi rentur, vaksandi inflatión og kríggj í Evropa hava merkt árið 2022 higartil, og útlitini eru tí meira óviss enn áður.

Bank Nordik
Comments

Fólkið merkir ikki ”munagóðu” batarnar

8/4/2022

Comments

 
Picture
​Fólkið í Føroyum hevur longu biðið um heimafrið undan órímiligum gangi frá skipum í órímiliga langa tíð. Tí má ein eftirmeting gerast beinanvegin.

Kommunufelagið reypar sær av at hava gjørt 273 mátingar í fjørð heyst. Heimafriður kann vísa á, at minst líka nógvar mátingar longu er gjørdar langt frammanundan, at kommunufelagið nakrantíð fór í holt við at stoypa tann djúpa tallerkin umaftur.

Allar hesar ljóðmátingar, í árunum frá 2006 – 2022, sum eru gjørdar eftir forskriftunum, eru skjalfestar og handaðar Umhvørvisstovuni, sum er vitandi um mátingarnar. Eisini hevur Steingrund Akustikk gjørt fleiri stakmátingar og langtíðarmátingar um alt landið. Mátingarnar tekna eina klokkuklára mynd av, hvørji skip eru ein trupulleiki, og tískil átti tað verið lætt, at farið málrættað eftir at dempa hesi skip.

Kommunufelagið sigur eisini í tíðindaskrivinum, at tað er umráðandi at fólk boða frá, tá tey føla ampar frá skipum. Men, júst hetta hava fólk jú gjørt í fleiri ár. Tey hava kært sína neyð og fleiri teirra skrivligt. Kommunurnar hava skjalprógvað avrit av klagum liggjandi, og eiga hesar klagur at tekna eina mynd av, hvørji skip eru ein trupulleiki og tí eigur málið nú at verða loyst, uttan tað skal vera neyðugt, at fólk verða fyri órímiliga gangininum enn einaferð. Vitannina og skjlaprógvanina um óljóðið, hava mynduglekarnir liggjandi, bæði í form av klagum og ljóðmátingum!

Tað eigur ikki at vera neyðugt, at hvørt einstakt skip, hereftir skal kannast, tí trupulleikin eigur at hava verið loystur í gjár! Fólk hava longu verið ígjørgnum órímiligan ágang, og tað átti at verið miðjað ímóti, at tey ikki aftur skulu útsetast fyri tí sama, aftur og aftur og aftur…

Felagið heitir tí enn einaferð staðiliga á myndugleikarnir um at brúka klagurnar og ljóðmátingarnar, sum tey longu hava, í arbeiðinum um at basa larmin frá skipunum, fyri at forða fyri at fólk framhaldandi vera útsett fyri hesum sama ferð aftaná ferð.

Sambært Kommunufelagnum kunnu havnirnar, eftir reglugerðini, gera mátingar, ”tá ið tær meta tað hóskandi”. Í og við, at tað er eitt samstarv kommunurnar millum, er fatanin av, nær tað er hóskandi og hvussu álvarsamt havnirnar (kommunurnar) í hvør sínum lagi taka sær av málinum, órímiliga ymiskt.

Klaksvíkar Kommuna eigur einki rós uppiborðið. Tað tykist sum um, at Klaksvíkar kommuna ikki tekur reglugerðina í álvara. Í øllum førum tekur kommunan hvørki felagið ella sínar egnu borgarar í álvara.

Klagur verða sendar Klaksvíkar Kommunu, sum síðani sendur klagurnar víðari til Eirikur í Jákupstovu, sum ongantíð svarar, fráboðar ella ger nakað við málið. Hann letst ikki um vón. Felagið hevur ta fatan at borgarar í Klaksvíkar kommunu føla seg alts ikki tikin í álvara, og tað er ein trupulleiki, tá kommunala reglugerðin jú skal eitast fyri at vera ein samtykt reglugerð og eitt samstarv kommunurnar ímillum.

Vit hava eisini dømi frá Tórshavnar havn, sum fyri stuttum staðfesti, at ljóðmátingarnar av skipi í Kollafirði vóru ov høgar, sambært núverandi galdandi reglugerð. Tá spurt varð um, hvat Tórshavnar havn síðani fór at gera við konkreta málið, var aftursvarið, at teir skuldu meta um, hvørt teir skuldu fráboða skipinum um mátingarnar.

Skipið varð liggjandi í meira enn 14 dagar eftir, at mátingin varð gjørd. Í hesum tíðarskeiðinum komu upp til fleiri klagur til felagið, Tórshavnar Havn og Tórshavnar kommunu óavhangugt av hvørjum øðrum. Eisini kom klaga, eftir at skipið var farið, har borgari lýsti støðuna, tíðina við hesum skipinum við bryggju. Borgarin segði, at hetta tíðarskeiðið hevði gingið útyvir sálarheilsuna í húskinum. Eisini vóru børnini nógv ávirkað.

Fólkið merkir als ikki ikki ”munagóðu” batarnar , sum Kommunufelagið sigur seg hava við basing av óljóði frá skipum.

Felagið Heimafriður er klárt til eina eftirmeting av kommunalu reglugerðini og heldur, at hetta átti at verið gjørt umgangandi.

Trina Elttør Eysturoy
Forkvinna

Felagið Heimafriður

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.