Maverick Barr og Símun á Høvdanum hava altíð stuðla KÍ við lív og sál og tað gera vit sanniliga eisini í kvøld. Vónandi stuðla KÍ fjepparnir, Bláa Bylgjan og Bláa rutan eisini Maverick í dag og í kvøld. Kringvarp Føroya byrjar at senda klokkan 19:35 og plagar at vera sera nógv fólk í Maverick til beinleiðis dystir og tískil vísa vit eisini dystin á loftinum.
Kom forbí og heppa KÍ til sigurs og eitt gott, tað er ókeypist at koma inn í Maverick.
Koyr á KÍ og vit siga ikki tað sum formaðurin í KÍ Tummas Lervig segði í Útvarpinum í morgun, at KÍ tapir dystin, NEI vit VINNA dystin.
Vit eru øll blá í kvøld.
Koyr á KÍ, vit síggjast í Maverick.
RSS Feed