Umframt frágreiðing av ársrokniskapi felagsins, nýggju hølunum og øðrum, so bleiv eisini ein nýggj nevnd mannað. Nýggja nevndin hevur síðani skipað seg. Tey, ið blivu vald í nevndina, eru:
Magni Blástein(formaður)
Jacobina Kristiansen(næstformaður)
Fróði Abrahamsen(kassameistari)
Durita Mohr(skrivari)
Marin M. Østerø(nevndarlimur).
Jóhanna V. Joensen(tiltakslimur)
Atli Jacobsen(tiltakslimur)
Nýggja nevndin er longu farin til verkað. Fyrsta uppgávan er longu leygardagin. Tá savnast fleiri av limunum í nýggju hølunum, har teir fara at rigga hølini til.
Fráfarandi nevndin ynskir nýggju nevndini góðan byrð.
Ein fullfíggja fundarfrásøgn av aðalfundin kemur seinni á heimasíðuni, www.aarstova.dk.