NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Pensjónistar, sum hava serliga trupul fíggjarlig kor, fáa ein bata

27/2/2015

Comments

 
Picture
Persónliga viðbótin, ið er málrættað pensjónistum við fíggjarliga trongum korum, er nú broytt, soleiðis at fleiri pensjónistar fáa hjálp, tá tørvur er á tí.

Persónlig viðbót verður veitt eftir umsókn til Almannaverkið. Almannaverkið ger eina ítøkilig tørvsmeting, og vísir tað seg, at pensjónisturin ikki sjálvur er førur fyri at bera eina ávísa útreiðslu, fær pensjónisturin eina persónliga viðbót. Tað er tó ein treyt, at útreiðslan, sum søkt verður um, verður mett at vera neyðug og rímiliga grundað.

Annika Olsen, landsstýriskvinna sigur í stuttari viðmerking:

“Tað er eitt politiskt ynski at bøta um korini hjá teimum pensjónistum, sum hava serliga trupul fíggjarlig kor, og tað meti eg, at henda broytingin ger.”

Fólkapensjónin er samansett av fleiri veitingum, ávikavist grundupphædd, viðbót, viðbót til ávísar pensjónistar, umframt eini persónligari viðbót, sum er ætlað pensjónistum, sum hava serliga trong fíggjarlig kor.

Persónliga viðbótin verður ikki veitt um pensjónisturin og møguligur hjúnafelagi eiga ogn, ið kann nýtast at nøkta tørvin, undantikið minni ogn, ið verður ásett í vegleiðing. Sum inntøka verður roknað øll inntøka, tó frároknað barnaviðbót, røktarviðbót og hjálparviðbót hjá pensjónisti og møguligum hjúnafelagi. Við broytingini verður viðbótin til ávísar pensjónistar eisini frároknað í inntøkuni, tá tørvsmetingini skal gerast. Við hesum verða inntøkurnar, sum verða lagdar til grund í tørvsmetingini lægri, enn galdandi er í dag.

Samstundis verður upphæddin, ið pensjónistur ella hjún kunnu hava í tøkum peningi, hækkað í mun til vegleiðandi upphæddirnar, sum eru galdandi í dag

Kelda: Almannamálaráðið


Comments
    Picture
    Klaksvík Shuttle til Flogvøllin hvønn dag, Klikk her

    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.