
Hetta merkir, at hann samstundis heldur uppat sum forstjóri í Betri P/F og Ognarfelag Tryggingartakaranna.
Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri P/F, takkar Suna Schwartz Jacobsen fyri avrik hansara í Betri samtakinum seinastu árini. Vit hava valt at taka avgerð hansara til eftirtektar og vilja ynskja honum alt tað besta framyvir.
Suni Schwartz Jacobsen ásannar, at n6gva umtalan, sum hevur verið um Betri samtakið í seinastuni, ikki gagnar samtakinum, og tí er hann sannførdur um, at virðiligasta loysnin fyri allar partar er, at nyggjar kreftir taka við.
Eg havi havt eina góða tíð og n6gvar st6rar og spennandi avbjóðingar í Betri samtakinum. Eg takki fyri tíðina og ynski leiðslu og starvsf6Ikum alt tað besta á leiðini framyvir, sigur Suni Schwartz Jacobsen.
Ein fyribils stjóri verður skj6tast møguligt settur í Betri P/F og ein í Betri Banka P/F.
Tórshavn, 13. juli 2017
Birgir Nielsen
Nevndarformaður í Betri P/F
Torben Nielsen
Nevndarformaður í Betri Banka P/F