NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Rynkeby ávegis til París

6/7/2017

Comments

 
Billede
Klokkan 11.30 ímorgun var stórt hátíðarhald á Rynkeby í Klaksvík, har súkkliliðið Rynkeby gjørdi seg klárt til at fara tann langa teinin til París.

Anna Maria Joensen umboð fyri Klaksvíkar Kommunu bað vælkomin og síðani helt Signhild Johannesen eina talu, eftir henni talaði eitt umboð fyri Krabbameinsfelagið og so ein luttakari hjá Rynkeby.

Eisini fekk Judith ein kekk frá børnunum í Fjappafípuni, har Juditd arbeiðir og tey høvdu samlað 4.635,50 kr. til Rynkeby liðið. Sera flott klára av teimum og ikki sørt at Judith var eitt sindur rørd.

Jón Mørkøre framførdi nakrar sangir og kl. 12.00 var farið uppá súkklurnar og við Niels Mortensen in front, varð farið avstað til Frankaríki. 

Eftir at súkklarnir vóru farnir avstað bjóðaði Klaksvíkar Kommuna kaffi og lagkøku og har var eisini ein listaframsýning hjá Blákolluni og har kundi man stuðla Rynkeby liðnum við at keypa ein máling.

Her nakrar myndir av hátíðarhaldinum í Klaksvík.

Norðoya Portalurin ynskir øllum ein góðan túr.

SáH


Comments

​Sera væl tikið upp

5/7/2017

Comments

 
Billede
​Seðlarnir komu út á midnátt og tað vóru nógv fólk sum møtti upp at skera upp og sigast skal, at tað hevur verið tikið sera væl upp.

Norðoya Portalurin var norðanfyri ímorgun kl. 07.00 og har var ikki pillurin eftir.

Annars vóru tað 70 hvalir sum løgdu beinini í Hvannasundsgrindini og tað bleiv býtt í 359 drápspartar og bleiv tað umleið eitt skinn í part.

SáH

Comments

Grindaboð norðanfyri og grindin verður rikin til Hvannasund

5/7/2017

Comments

 
Billede
Um tvey tíðina ídag bleiv boða frá grind norðanfyri og tá var grind í Svínoyarfirði.

Ein bátur úr Havn fann grindina og frættist at grindin verður hildin til í Hvannasund.

Hvussu stór grindin er ilt at meta um, men fleiri bátar eru á veg út til grindina.

Væntast kann, at grindin kemur inn á Hvannasund um góðar ein til tveir tímar, alt ann uppá hvussu rakstur fæst á grindina. 

Politið er farið norður, so skil kann fáast á ferðsluna.

SáH

Comments

​Løgtingsformaðurin rýmdi av fundinum

5/7/2017

Comments

 
Billede
Hvat hendir?, alt Løgtingið er blakað til hús. Tingfundurin byrjaði eitt sindur yvir 10 og bert fimm min. aftaná sleit løgtingsformaðurin fundin og blakaði øll á dyr. Sá út sum hann rann út, tá ið hann hevði slitið fundin.

Tvey lógaruppskot blivu einmælt samtykt áðrenn og so skuldi tingmálini 3, 4, 5 osv koma fyri, men løgtingsformaðurin tók tey av skrá og endaði tingfundin, uttan at upplýsa nær Tingi kemur saman aftur.

Nú haldi er pína doy at okkara løgmaður skal vísa seg um mann og fáa skil á óskilinum. Her er reint út sagt einki skil á.

Aldrin upplíva so stórt cirkus. Fólk koma langa leið á fund og so vera tey blakaði til hús aftaná bert fimm min.

SáH

Comments

Norður Korea loyvar fleiri "gávur" til Amerika

4/7/2017

Comments

 
Billede
Leiðarin úr Norður Korea, Kim Jong-un lovar, at hann ikki fer at gevast við sínum kjarnufysisku programmi og ei heldur gevast við at skjóta rakettur upp.

Tvørtur ímóti lovar hann, at hann fer í holt við eina nógv ógvusligari rakett enn hann skjeyt upp týsdagin og at amerikumenn kunna rokna við fleiri "gávum" úr Norður Korea.

Uttanríkismálaráðharrin úr Amerika, Rex Tillerson sigur, at rakettin sum Norður Korea skjeyt upp týsdagin varð ein altoyðileggjandi rakett, sum saktans kundi rakt Amerika. Hann boðaði frá týsdagin, at hetta er eitt dømið uppá, at Norður Korea nú fyri alvor er ein hóttan ímóti Amerika og at okkurt má gerast við sakina, sum skjótast.

JáH (y) 05.07.2017

Comments

Stjørna biður um hjálp at finna dóttir sína

3/7/2017

Comments

 
Billede
Stjørnan, sum vit kenna frá røðini Gotham, Donal Logue biður nú alment um hjálp, at finna dóttir sína, veit AP at siga frá.

16 ára gamla dótturin, Jade Logue hevur verið forsvunnin í eina góða viku og nú leitar løgreglan úr New York av øllum alvi at finna hana.

JáH (y) 04.07.2017

Comments

Seinasta rakettin kundi rakt Amerika

3/7/2017

Comments

 
Billede
Norður Korea hevur enn eina ferð royndarskotið eina rakett og hesa ferð rakk rakettin heili 2.500 kilometrar, veit Reuters at siga frá.

Skotið bleiv somikið langt upp í luftina, at raktettin saktans kundi rakt Amerika, um teir vildu tað og ein almenn frágreiðing um hesa royndarskjóting kemur í næstum av leiðaranum Kim Jong-un, skrivar Yonhap í einum stuttum tíðindaskrivi.

JáH (y) 04.07.2017

Comments

​Kaos í løgtinginum í dag og í kvøld

3/7/2017

Comments

 
Billede
Løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu hevði als ikki tamarhald á Løgtinginum ídag, har hann ætlaði at eitt skriv frá tveimum samgongulimum, sum bóðu um at løgtingi skuldu atkvøða fiskivinnuuppskotið úr nevndini aftur, men tað góðtóku formennirnir í andstøðuni als ikki og teir vóru sera hvassorðaðir við formannin, har teir royndu at rættleiða tingformannin og til endast kom øði í Páll á Reynatúgvu og bað hann Jógvan á Lakjuni, sum situr í Fromansskapinum í Løgtinginum, um at halda munn og eftir tað niðurlegði hann fundin til kl. 18, men enn er ongin fundur uppafturtikin og ongin veit nær tingfundurin byrjar aftur.

Soleiðis er Formansskapurin skipaður:

Formansskapurin
Virkisøki formansskapsins er: Formansskapur løgtingsins er hitt hægra fyriskipaða stýrið í løgtinginum og umboðar tingið úteftir. Formansskapurin skal tryggja, at løgtingsumsitingin virkar væl og tíðarhóskandi í allar mátar.Umframt viðger formansskapurin ítøkilig mál, ið sbrt. tingskipanini skulu leggjast fyri formansskapin, mál av grundregluligum týdningi og/ella stórum týdningi og mál, sum annars skulu verða viðgjørd eitt nú:

1) Hægri fyriskipaðar spurningar løgtingsarbeiðinum viðvíkjandi,
2) lønarviðurskifti løgtingsmanna sbrt. stýrisskipanarlógini § 25,
3) spurningar, um tingmaður í valskeiðnum hevur mist valbæri sítt og tí má siga tingsessin frá sær sbrt. stýrisskipanarlógini § 6, stk. 4,
4) spurningar um at taka óárinið frá løgtingsmanni sbr. stýrisskipanarlógini § 24.

Formansskapurin setir løgtingsskrivstovustjóran sbrt. tingskipanini § 20. Formansskapurin tekur støðu til mál, sum skulu verða burturvíst eftir reglunum í tingskipanini § 57, stk. 1.

Fastir limir
Páll á Reynatúgvu , Formaður 
Heðin Mortensen 
Edmund Joensen 
Jógvan á Lakjuni 

SáH  

Comments

​Adonia rundaði Klakkin kl. 07.00 ímorgun

1/7/2017

Comments

 
Billede
Fyri 15. min. síðani rundaði ferðamannaskipi Adonia Klakkin. Hetta ferðamannaskip skal liggja við bryggju í Norðhavnini til kl. 18.00 í dag.

Kanska býtt tíðspunkt hjá einum ferðamannaskipi at koma til Klaksvíkar kl. 07.00 ein sunnumorgun, tá er einki opið, men tey um tað.

Adonia tekur 777 ferðafólk og manningin er 380, so ídag er Klaksvík yvir 6.000 borgarar. Vónandi fáa okkara fólkavaldi ikki meira løn, nú fólkatali er omanfyri 6.000, men tað skuldi ikki undra meg, at teirra løn fór upp við nøkrum 1000 krónum :)

Ferðafólkini skulu vera vælkomin til Klaksvík. Høvdasmennirnir eru uppi, men um nakrar tímar vaknar býurin og tá lata onkrir handlar eisini upp.

SáH

Comments

Kortini virka aftur nú

1/7/2017

Comments

 
Billede
Í morgun virkaði dankortini ikki. Kortini vóru óvirkin í ein tíma, men Nets upplýsir nú, at øll kort virka aftur.

SáH

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.