Sløkkiliði kom á staðið og kl. 05.00 var farið uppá taki, at royna at binda pláturnar, so ikki meira feyk av takinum.
Fólk mugu ansa sær á Borðoyavík júst nú, tí sum tit síggja á myndini, so er tvær plátur júst foknar av og tað er ikki lukkuligt, at fáa tílíkar plátur á seg, man kann fáa stóran skaða, sjálvt um hasar eru steinullsplátur, tí tær eru tungar og eisini er nakað av vindi, so best er, at fólk heldur seg burtur har á leiðini, inntil Sløkkiliðið hevur fingið tamarhald á støðuni og ongar plátur fúka av takinum meira.
SáH